RIST Í SALTANGARÁ FINGIÐ ATKOMULYKILIN

juli 3, 2026

Vit fegnast um at Ása Olsen, forkvinna í MEGD, nú hevur handað ein MEGD-lykil til Signar Nielsen, stjóra í Rist.

Matstovur, ið hava góða atkomu kunnu søkja um at fáa MEGD lykilin, um tær hava góða atkomu, góða atkomu til vesi, bjóða møguleika fyri at fáa ovurviðkvæmis vinarligan mat, her undir laktosu- og glutenfrían mat, og hava góð parkeringsviðurskifti.

Hesi viðurskifti hava sum heild stóran týdning fyri fólk, ið bera brek ella hava varandi sjúku, um tey skulu sleppa inn í bygningar, fram at ymisligum umhvørvi og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi. Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu tí eisini vera atkomuligar fyri øll.

 

MEGD ynskir Rist hjartaliga til lukku við MEGD lyklinum

Seinastu tíðindi

RIST Í SALTANGARÁ FINGIÐ ATKOMULYKILIN

juli 3, 2026

ÁLVARSLIGA ÁTALAN IKKI TIKIN TIL EFTIRTEKTAR

juli 1, 2026

Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið? - MEGD ráðstevna í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. september

juni 26, 2026

Hevur tú brúk fyri donskum fylgjarakorti?

juni 24, 2026