Vit liva og virka

oktober 20, 2021

So er bókin "Vit liva og virka" komin. Í bókini eru 24 persónligar søgur um lív og virksemi í gerandisdegnum - ein søga úr hvørjum limafelagi hjá MEGD. Framløga av bókini verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 22. oktober kl. 13, og tú ert vælkomin at vera við.

Fríggjadagin 22. oktober hátíðarheldur MEGD 40 ára stovningardagin í Norðurlandahúsinum. Skráin í høllini byrjar kl. 13. Tað er ókeypis at vera, tó er tilmelding neyðug á nlh.fo.

Á baksíðuni á bókini stendur:

Hvussu er lívið, tá ið tað gerst øðrvísi, enn tú hevði ímyndað tær tað? Kunnu vit kanska liva eitt gott lív við óynskum avbjóðingum? Hvat hevur týdning, og hvat hevur minni týdning? Hvat er eitt gott lív, og hvør er fyritreytin fyri lívsgóðsku?

Hetta eru spurningar, ið seta lívið í frásjón, samstundis sum persónligu søgurnar í bókini draga okkum nærri nøkrum av svarunum.

Søgurnar taka støði í teimum 24 limafeløgunum hjá MEGD, sum øll arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek, á øllum økjum í føroyska samfelagnum.

Vit liva og virka er ein erligur og samstundis lívsjáttandi gluggi inn í gerandisdagin, har virkna lívið og persónlig sambond á so ymiskan hátt er fyritreyt fyri lívsgóðsku.

Við vón um, at tú sum lesari fært nakað at hugsa um, so vit saman kunnu víðka um mennandi hugburð og eitt fevnandi samfelag, har vit virðismeta evni, virði og gávur hjá hvørjum einstakum.

Frá mánadegnum er hon at fáa í bókabúðunum. Snorri Brend skrivaði, og Jens Kristian tók myndirnar.

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024