Vit eru á rættari kós

oktober 23, 2021

Hóast sjálvur stovningardagurin av meginfelagnum er 24. oktober, so varð skipað fyri hátíðardegi fríggjadagin 22. oktober í Norðurlandahúsinum. Limafeløgini bjóðaðu vælkomin úti í forhøllini og mong nýttu høvið til at fáa eitt prát um eitt hvat, ið rørir seg á brekøkinum.

Jens Kristian Vang tók myndina.

Klokkan var gott eitt, tá ið ringt var inn í høllina. Tá høvdu fleiri longu fingið prát við limafeløgini, ið høvdu hvør sítt borð í forhøllini. Tey høvdu ymiskt upplýsandi tilfar, okkurt søtt var at fáa og onkur valdi eisini at vísa stuttfilm.  

Ynskt var øllum vælkomin til hátíðardagin, sum vit høvdu glett okkum til, og uttan fyri Norðurlandahúsið veittraðu MEGD fløggini í fullari stong.

Í MEGD eru 24 limafeløg: ADHD felagið, Alzheimerfelagið, Autismufelagið, Cøliakifelag Føroya, Colitis-Crohn Føroyar, Deyvafelag Føroya, Diabetesfelagið, Epilepsifelag Føroya, HOYR, Felagið fyri lesi- og skriviveik, Føroya Astma/allergifelag, Føroya Blindafelag, Føroya Psoriasisfelag, Giktafelagið, Heilafelagið, Hjartafelagið, Parasport Føroyar, Javni, Nýrafelagið, Parkinsonfelagið, Sclerosufelagið, Sinnisbati, CP-Føroyar og Stoffskiftisfelagið.

Her eru myndir frá degnum, sum Jens Kristian Vang tók.

Limafeløgini arbeiða øll á hvør sínum øki. MEGD er meginfelagið, og í samstarvi við limafeløgini arbeiða vit øll fyri sama máli, sum er at øll skulu hava og uppliva javnrættindi í einum inkluderandi samfelag.

Fyrst setti Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, dagin.

Sigast má, at í 1981 vóru aðrar tíðir enn í dag. Tá vóru tað fimm feløg, ið vóru við at stovna MEGD. Tey vóru Deyvafelag Føroya, ÍSB (í dag Parasport Føroyar), Føroya Blindafelag, Sclerosufelagið, Javni og Bjørg (næmingafelag fyri næmingar, sum vóru á ALV-skúlanum við Áðir, í dag Dugni).

Í fyrstu starvsnevndini sótu Trygdi Jacobsen, ið var kassameistari, Ása Winther Poulsen (Ellefsen), forkvinna, og Karin Margretha Joensen-Næs, skrivari. Heilt frá byrjan var eitt miðvíst arbeiði gjørt, ið legði eina góða grund at byggja víðari á.

Fyrsta nevndin var skjótt sett – nú við forkvinnum/-monnum úr limafeløgunum. Tey vóru Arndis Davidsen, Sclerosufelagið, forkvinna, Jan Zachariasen, Deyvafelag Føroya, næstformaður, Carl Weihe, Bjørg, skrivari, og Ása úr Dímun, Føroya Blindafelag, tiltakslimur. Hesi arbeddu eina tíð, og skjótt var Karin Margretha Joensen-Næs sett sum skrivari.

Tá ið meginfelagið var stovnað og arbeiðsført, fóru boðini eisini út til norðurlendsku feløgini um stovnanina av føroyska meginfelagnum. Í dag hevur MEGD gott samstarv við norðurlendsku feløgini bæði gjøgnum HNR, Handikaporganisationernes Nordiske Råd, og Brekráðið, ið er skipað av NVC, Nordens Velfærdscenter. Her situr eitt umboð fyri MEGD og eitt umboð fyri Almannamálaráðið.

Viðtøkurnar eru lítið broyttar frá 1981. Arbeiðið, ið varð gjørt frá byrja, var væl gjørt og eisini hevur tað arbeiðið havt stóran týdning fyri, hvussu vit í dag arbeiða.

Formenn/-kvinnur í MEGD hava til í dag verið:

  • Ása Ellefsen (1981-1984)
  • Trygvi Jacobsen (1984-1985)
  • Margreta Næss (1985-1994)
  • Doris Hansen (1994-2002)
  • Marjun Sigurðsdóttir (2002-2004)
  • Leila Solmunde (2004-2012)
  • Carita Bjørklund (2012-2014)

Skrivari, dagligir leiðarar ella aðalskrivarar hava verið:

  • Karin Margretha Joensen-Næs, skrivari (1981-1997)
  • Doris Hansen, dagligur leiðari (1997-2002)
  • Anna Soffía Durhuus, dagligur leiðari (2002-2012)
  • Ása Olsen, aðalskrivari (2012-2018)

Í dag er Steindóra á Stongunum á skrivstovuni, Jónvør Christiansen er aðalskrivari og Tóra við Keldu er forkvinna.

Søgan um meginfelagið er skrivað í bókina Søgan um okkum. Tað var Erhard Jacobsen, sum skrivaði. Ofta hevur verið leitað í bókina fyri at finna upplýsingar um ymisk viðurskifti, og hevur søgan nevniliga stóran týdning. 

Eftir setanina av degnum og vónríkum orðum frá landsstýriskvinnuni legði Jónvør Christansen, aðalskrivari í MEGD fram við støði  í spurningunum, hvat er hent seinastu árini, og hvat er tørvur á nú? Alt arbeiði hjá MEGD byggir á ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Seinastu árini hevur arbeiðið við støði í sáttmálanum við skuggafrágreiðing og evnislista gjørt at lættari at arbeiða. Vit kenna málið, og so er upp til okkum saman at finna góða stevið, ið alsamt kann føra okkum tættari málinum.

Júst hetta kom Jónvør Christiansen inn á. Sigast má, at vit eru á rættari kós, vit kunnu gleðast um frambrot og samstundis kunnu vit peika á batar, sum eiga at gerast veruleiki. Vit kenna málið, og nú er finna góða stevið, ið alsamt kann føra okkum tættari málinum.

Síðani varð farið út í forhøllina, har limafeløgini aftur bjóðaðu vælkomin. Eftir steðgin vóru Loppurnar á skránni. Ein lívsjáttandi og flott framførsla, sum Nena Jákupsdóttir innleiddi við søguni um Loppurnar og um kappingar, tær hava verið til.

Í nýggja MEGD-blaðnum, sum eisini var tøkt til dagin, eru áhugaverdar greinir um hugburð til brek. Ljós verður varpað á hugburð, tí tað hevur avgerandi týdning fyri, hvussu vit sum menniskju møtast. Eitt er lógarverk, politiskar ætlanir, ið gerast veruleiki, og eitt annað er hugburðurin hjá føroyingum mótvegis hvør øðrum. Ongantíð ov ofta verða vit mint á, at hugburður hevur týdning. Hetta hugleiddi Anne Mette Greve Klemensen, prstur og forkvinna í Etiska ráðnum, um.

Eftir hugvekjandi og viðkomandi orð frá Anne Mette, spældi Hans Andrias Jacobsen deiligar tónar við gittari og munnharpu. 

Og so kom løtan, sum vit leingi høvdu bíðað eftir. Tað byrjaði ein dagin í MEGD húsinum. Ætlandin var geva út eina bók til 40 ára dagin hjá MEGD. Tað skuldi vera ein bók við ymiskum søgum út gerandisdegnum hjá fólki, ið liva við breki og samstundis hava ein virknan gerandisdag. Frá byrjan var hugsanin, at menniskjað var í miðdepli – menniskja fyrst og brekið er bara ein partur.

Ein dagin var Snorri Brend í øðrum ørindum í MEGD-húsinum, og tað vísti seg, at Snorri var áhugaður at loysa uppgávuna saman við MEGD og limafeløgunum. Hetta var byrjanin til at finna persónar gjøgnum limafeløgini, ið vísti á hvør sín persón, at finna Jens Kristian Vang, sum var so beinasamur at siga ja at taka myndirnar. Tá byrjaði samstundis eitt krevjandi arbeiði at fáa samlað alt tilffarið. Tað hevði jú týdning, at bókin var klár til 22. oktober 

Við hesum fekk Snorri Brend, rithøvundur, endiliga pallin. Hann hugleiddi um arbeiðið, og hvat hann hevði lært í spennandi, men eisini krevjandi tilgongdini.

At enda komu øll, ið eru við í bókini Vit liva og virka á pall og fingu fyrstu eintøkini av bókini og eina rósu hvør. 

Ein væleydnaður dagur var at enda komin. MEGD takkar øllum, ið vóru við og gjørdu dagin møguligan og hugnaligan. Sonna Smith fyri gott samstarv um MEGD-blaðið og Snorra Brend fyri gott samstarv um bókina. Jens Kristian Vang fyri góðar myndir. Føroya Bjór fyri leskandi drykk, Góðagott fyri tað søta og Systrum fyri kaffi og te. Anette Sonne og Anna Simonsen stóðu fyri pallinum, og tær høvdu við evninum vøkstur í ymiskum litum gjørt høllina so avbera hugnaliga. Takk fyri tað! Eisini ynskir MEGD at takka hesum fyri stuðul at geva bókina Vit liva og virka út. Uttan stuðul var úrgávan ikki veruleiki:

  • Mentanargrunnur Landsins
  • Hvalnes
  • Pelagos
  • Tórshavnar kommuna
  • Klaksvíkar kommuna
  • Vágs kommuna
  • Tvøroyrar kommuna
  • Vestmanna kommuna
  • Runavíkar kommuna
  • Fuglafjarðar kommmuna

40 ár eru farin og vit eru á rættari kós. Nú byrja tey komandi árini, ið vissuliga fara at føra føroyska samfelagið enn longri á javnrættindaleið.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024