Fáið bíðilistarnar av vegnum

november 14, 2021

Almannaverkið hevur fleiri bíðilistar. Ímeðan fólk bíða, ofta í fleiri ár, broytist støða teirra og summi gerast verri fyri, tí tey ikki fáa tilboð, tey hava rætt til, og sum er játtað teimum. Fleiri fáa játta tilboð, men av tí, at tað mangla bústaðir ella hendur, so hevur Almannaverkið einki at veita. 

Skrivligur fyrispurningur settur

Í vikuni setti Jóhannis Joensen, løgtingslimur, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini um bíðilistar í Almannaverkinum.

Hann spurdi m.a., hvussu nógvir borgarar eru á bíðilista til ávikavist endurvenjing, viðlíkahaldsvenjing, taluvenjing, góðu tilgongdina, virknistilboð, Megna títt lív, stuðul, umlætting og bústað hjá Almannaverkinum.

Hetta eru alt tilboð, sum borgarar hava brúk fyri, og sum teir ikki eiga at bíða eftir.

 

Mong bíða

Tá ið so nógvir bíðilistar verða ramsaðir upp samstundis, er torført ikki at kenna ráðaloysi, sum fleiri kenna. Fleiri hava bíðað leingi. Svarað var ikki beinleiðis uppá, hvussu avtøkan av bíðilistunum verður møtt, men hesa avbjóðing, ið vit hava kent til í mong ár, skulu allir tinglimir og øll landsstýrisfólk taka í álvara. 

Landsstýriskvinnan svaraði millum annað, at til endurvenjing bíða fýra borgarar eftir at koma í venjing. Umsóknirnar eru játtaðar, og venjingarskeiðini verða sett í verk so hvørt terapeutarnir hava tøkar tíðir.

Seks borgarar bíða eftir at koma til viðlíkahaldsvenjing. Umsóknirnar eru játtaðar, og fýra av hesum eru planløgd og byrja skjótt. Tveir borgarar eru í øðrum venjingartilboði/ella hava ynski um at útseta venjingarbyrjan í Almannaverkinum.

Tveir borgarar eru á bíðilista til viðlíkahaldsvenjing. 13 umsóknir um venjing eru innkomnar og eru í ferð við at verða málsviðgjørdar.

Á bíðilista til trivnaðartænastur frá Almannaverkinum eru í løtuni:

  • 40 til virknistilboð, harav sjey búgva hjá Almannaverkinum.
  • 46 til stuðulstænastu.
  • 43 til umlætting.
  • 167 til bústað

 

Eingin bíðilisti til taluvenjing, góðu tilgongdina og heimaráðgeving

Bíðilistin til taluvenjing seinastu árini hevur verið langur. Almannaverkið hevur seinastu tvey árini keypt taluvenjing frá privatum veitara eftir tørvi, og nú er ongin borgari, sum bíðar eftir talu ella samskiftisvenjing.

Heldur eingin bíðilisti er til tilboðið Tann góða tilgongdin, ið Almannaverkið samskipar. Tað er tilboð, sum er skipað til familjur við barni við  autismu. Í løtuni eru 235 mál í teirri góðu tilgondini.

Ein partur av Tann góða tilgongdin er námsfrøðiliga tilboðið um Heimaráðgeving, sum er til familjur, sum hava heimabúgvandi børn 0-18  ár, ið hava fingið staðfest autismu. Eingin bíðilisti til hetta tilboðið í løtuni.

Heimaráðgevingin hevur eitt námsfrøðiligt tilboð til familjur, ið hava heimabúgvandi børn 0-18 ár, sum hava ADHD/ADD. Sum nú er, fyriheldur Heimaráðgevingin seg til allar umbønir, so hvørt sum tær koma inn. Higartil hava 32 familjur samband við Heimaráðgevingina, og talið veksur støðugt.

 

Bíðilistar gera gerandisdagin avbjóðandi

Gleðiligt er at síggja, at bíðilisti ikki er á øllum tænastum. Í tráð við lógina um almannatrygd og tænastur hevur MEGD millum annað víst á, at tilboðið Tann góða tilgongdin eigur at verða víðkað til allar familjur við barni við avbjóðingum, og viðlíkahaldsvenjing eigur at standa øllum, ið hava tørvin, í boði.

Bíðilistarnir til trivnaðartænastur eru serliga langir, og eigur hetta av øllum avvarðandi pørtum at vera tikið í álvara. Bíðilistar gera lívið hjá fleiri familjum og einstaklingum avbjóðandi. Tí eigur politiski myndugleikin at skipa soleiðis fyri, at bíðilistar, veri tað seg hjá Almannaverkinum ella aðrastaðni í skipanini, fáast av vegnum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024