Virðismet evni, virði og gávur okkara

januar 10, 2022

Her kanst tú lesa innleiðandi orðini frá forkvinnuni í nýggjasta MEGD-blaðnum. Blaðið er at fáa frá MEGD ella kanst tú lesa tað á heimasíðuni. Fyrst varð spurt: Hvør eri eg?

Myndina av Loppunum tók Jens Kristian Vang til 40 ára dagin hjá MEGD.

Hvør eri eg? Einfaldi spurningurin er ikki lættur at svara, serliga tá ið hugsað verður um, at svarið týðiliga er ávirkað av, hvønn onnur halda meg vera. Sjálvsfatan og eisini sjálvvirði okkara er knýtt at umhvørvinum, vit eru í. Tí er vert at hugsa um, at vit hava ábyrgd hvør fyri øðrum.

Vit vita, at hugburður hevur týdning fyri lívsgóðsku, og at fordómar køva. Sjálvt grundarlagið undir ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, er bygt á hesa sannroynd.

Tí gera vit rætt í at vísa til grein 8 í sáttmálanum, har eggjað verður til tilvitskustimbran. Føroyar skulu stimbra tilvitsku í øllum samfelagnum, ala fram virðing fyri rættindum og tign hjá fólki, ið bera brek. Umframt berja niður vanamyndir, fordómar og skaðiliga siðvenju, sum viðvíkur fólki, ið bera brek.

Samstundis skulu Føroyar økja tilvitskuna um, hvat fólk, ið bera brek, eru før fyri og kunnu geva.

Í MEGD-blaðnum hesa ferð viðgera vit hugburð til brek, sum er eitt hugtak í áhaldandi broyting. Hetta verður eisini m.a. viðgjørt við etiskum, søgu- og samfelagsligum, heimspekiligum og námsfrøðiligum brillum saman við politisku visjónini, søguligum afturliti og persónligum søgum.

Les blaðið her.

Vit eru tað lívið, vit liva, vil Svend Brinkmann vera við, og við føðing byrjar lívstráður okkara. Lívið er ein gáva, sum vit ikki hava biðið um. Tá ið vit pakka gávuna upp, fáa vit bæði óvæntaða gleði og eisini tað, sum kemur okkum dátt við. Men lívið er ikki bara ein gáva, tað er eisini ein uppgáva, har vit mugu viðurkenna tað givna, lagnuna, á ein ábyrgdarfullan og virðiligan hátt.

Tó gerist eg vónrík, tá ið eg samstundis kann viðurkenna, at lagnan bara í ein ávísan mun er avgjørd frammanundan og harvið kann verða ávirkað við felags og mennandi hugburði. 

Hesum vísir Brinkmann víðari á, at vit við byrjan ikki einsamøll eru før fyri at læra at spinna egnan lívstráð. Vit mugu fáa hjálp frá øðrum, og aftrat okkara egna lívstráði hava vit ávirkan á lívstráðin hjá øðrum. Tí ræður um við umhugsni at síggja, hvussu egin lívstráður er flættaður saman við lívstráðunum hjá øðrum. Hetta fyri at síggja álvarsemi í, at okkara gerðir hava týdning fyri onnur.

Við vón um, at hetta blaðið kann vera við til at víðka um mennandi hugburð, so vit saman kunnu gera 40 ára gomlu visjónina hjá MEGD og limafeløgunum til veruleika, at øll skulu uppliva javnrættindi í einum inkluderandi samfelag – har vit virðismeta evni, virði og gávur okkara.

Góðan lesihug!

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024