Tá ið mørk verða flutt

mai 11, 2022

Nýggjasta MEGD-blaðið snýr seg um hugburð um brek. Les greinina, sum Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur, skrivaði til blaðið.

Myndina tók Karin Eigner, National Geographic

Tá ið eg fekk áheitan frá MEGD um at skriva nakrar reglur um viðurkenning, sæð úr einum søguligum og samfelagsligum sjónarhorni, visti eg, at nakrar reglur strekkja ikki til eitt so stórt evni. Tó hava vit nakrar varðar, ið lýsa gongdina í Føroyum, frá einum samfelag, ið var lítið viðurkennandi, til í dag, her vit hava sett rættindi, ábyrgd og viðurkenning í sáttmálar, og tað kann í ávísan mun lýsa, hvussu nógv vit sum samfelag hava flutt okkum seinastu 100 árini.

Í bókini Søgan um hini 1895-1981, hjá Doris Hansen, skrivar Doris í innganginum: Lítið og einki er skrivað samlað um tey veiku, tey sjúku og tey fátæku í samfelagnum. Um øll tey, ið vóru við skerdan lut, valdar næstan tøgn ... (Hansen, 1996).

Hetta tíðarskeið, ið Doris lýsir, var tað føroyska samfelagið í stórari broyting og á veg móti einum modernaðum tíðarskeiði. Hóast hesar broytingar høvdu við sær, at fólk vóru farin at hugsa øðrvísi, bæði andaliga og verkliga, var nógv av tí siðbundna framvegis ráðandi, serliga tá ið tað ráddi um hugburð, normar og virðir.

Alt sosialt samspæl ber í sær sínámillum moralsk krøv, og sosial sambond eru viðurkenningarsambond, sigur Axel Honneth, sum er viðurkendur sosiologur og hevur granskað nógv í spurninginum um samfelagsliga viðurkenning (Honneth, 2012).

Í sambandi við sína gransking í viðurkenning, lýsir Honnet eisini hugtakið ósjónligheit, at skilja sum tað, ið hendir, tá ið ein fysiskt er sæddur, men ikki sosialt. At ein er ósjónligur, ikki lagdur til merkis ella lopin um. Júst sum Doris lýsir støðuna fram til 1980, tá ið tøgnin valdaði kring tey, sum ikki passaðu inn.

Hyggja vit at samfelagsgongdini við støði í viðurkenning hjá Honneth, eru vit sum samfelag væl á veg móti eini broyting í júst spurninginum um at gerast sjónlig. At fólk og bólkar, ið fyrr vórðu krógvað ella tagd burtur, eru meiri sjónlig og viðurkend í dag. Tað sama kann sigast um ta ábyrgd, ið verður knýtt at hesi viðurkenning.

Sum hugtak fevnir viðurkenning víða, men við støði í ástøðinum hjá Honneth ber til at koma nærri eini tulking við at hyggja at hesum trimum økjunum: familjuni, tí rættarliga økinum og statinum, ella tí partinum, ið snýr seg um samhaldsfesti og samábyrgd (Honneth, 2012).

Í familjuni byggir viðurkenningin á tað kensluliga. Kærleikin tryggjar alt tað sjálvsálitið, sum er alneyðugt fyri at vera við í samfelagnum. Á tí rættarliga økinum er talan um at verða møttir sum viðurkendir borgarar við somu rættindum og møguleikum, bæði sæð út frá politiskum luttøkurætti og sosialum vælferðarrættindum. Og seinast á tí samhaldsfasta økinum at verða møtt við viðurkenning fyri tað serstaka, sum hvør einstakur er og veitir samfelagnum við vitan og førleikum, og tað er við støði í hesum, at virðingin og viðurkenningin stendur.

Vit hava sæð, eitt nú í Føroyum, at viðurkenning ikki er støðug, men merkt av søguligum og mentanarligum muni. Vit hava eisini sæð, at viðurkenning er nær knýtt at øktum rættindum og við hesum broyttum hugburði í samfelagnum.  

 

Sama rætt og frælsi at virka, velja og vera virdur

Føroyar eins og okkara grannalond hava sæð fyrimunin við einum normpluraliseraðum samfelag við størri viðurkenning sum grundarlag. Hóast gongdin er stigvís, og ikki er komið á mál enn, hevur hetta havt við sær størri tolsemi og rúmd fyri tí autonoma og tí individuella.

Á brekøkinum var tann fyrsta stóra hendingin fyri bøttum korum, tá ið øll tey, ið vórðu send av landinum orsakað av breki, komu aftur til Føroya. Tann viðurkenning, ið kom í kjalarvørrinum á hesum, var byrjanin til eina tilgongd, ið framvegis er á dagsskrá.

Næsta stóra hendingin var 13. mai 2009, tá ið Føroyar viðurkendu altjóða breksáttmálan hjá Sameindu Tjóðum, sum inkluderar rættindi hjá tí einstaka, ið ber brek. Við hesi hending vóru lunnar lagdir undir viðurkenning og skipað rættindi hjá øllum uttan mun til, hvussu og hvør ein er.   

 

Frá orði til gerð

At liva upp til ein sáttmála krevur, at orð verða gjørd um til gerðir, og tað er ikki ein sjálvsagdur lutur, at myndugleikarnir av sær sjálvum fylgja slíkum upp, tí eru eitt nú áhugabólkar- og felagsskapir týdningarmiklir.

Hetta er helst eisini orsøkin til, at ST-sáttmálin hevur innbygt eina eftirmeting, ið krevur, at Føroya Landsstýri fjórðahvørt ár sendir inn eina frágreiðing, ið lýsir, hvat verður gjørt fyri at liva upp til sáttmálan. Í kjalarvørrinum á hesi frágreiðing hava felagsskapir, ið umboða tey, sum bera brek, møguleika at senda inn egnu frágreiðing, nevnd Skuggafrágreiðing.

Seinasta frágreiðing varð gjørd í 2019, tá ið MEGD sendi ein lista inn við viðurskiftum, ið teirra limir ikki halda eru nøktandi. Millum fleiri mál er m.a., at Føroya Landsstýri ikki enn hevur lagt eina miðvísa brekpolitiska virkisætlan, sum lovað í sáttmálanum.

Samanumtikið kunnu vit siga, at mørk eru flutt, tá ið tað ræður um umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek í Føroyum, men enn er tó ikki komið á mál, heldur ikki í samsvari við ST-sáttmálan. Tí er neyðugt áhaldandi og miðvíst at arbeiða við hesum grundað á tann týdningin, ið viðurkenning hevur fyri trivnað og trygd hjá borgarunum. Tørvur er á miðvísum politikki, sum ber í sær, at stovnar og lóggávur liva upp til tað, sum er fyriskrivað í eitt nú ST-sáttmálanum. Tørvur er eisini á vitan, bæði hagtølum og øðrum kvalitativum greiningum, ið kunnu vera amboð í arbeiðinum fyri viðurkenning í víðastu merking.

 

Heimildir:

Hansen, Doris (1996) Søgan um hini - 1895-1981, Føroya Skúlabókagrunnur, 1996.
Honneth, Axel (2012): The I in We. Studies in the Theory of Recognition, Polity Press, 2012.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024