Einar burðardyggari Føroyar – tí tað er rætt at gera

juni 14, 2022

Í dag var bjóðað til seks framløgur við tilsamans 164 tilmælum um einar burðardyggari Føroyar. Hetta var undir yvirskriftini Vakstrarforum, sum hevur til endamáls at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.

Hóast brekøkið ikki beinleiðis sæst aftur í endamálsorðingini fyri Vakstrarforum, so eru brot inni í frágreiðingunum og tilmælunum, sum eru viðkomandi. 

Teir seks bólkarnir, ið høvdu framløgu, vóru Útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðarbólkurin, Veitaravinnubólkurin, Grøni bólkurin, Ferðavinnubólkurin, KST bólkurin (kunningar- og samskiftistøkni) og Havbólkurin. 

Les meira um Vakstrarforum her - seks ymiskir bóklingar. 

Áhugavert er at fylgja við, hvat brekøkið verður sett inn í hetta arbeiðið. Her eru nøkur dømi.

Bólkurin, sum hevur arbeitt við KT-vinnu vísir m.a. á, at gongdin í aldursbýtinum er, at tað vera færri, sum skulu uppihalda fleiri, og tí mugu vit brúka tøkni at viga upp fyri minni starvsfólkatilfeingi. Nýggj tøkni skal hjálpa fólki at búgva sum longst í egnum bústaði, lætta um røktaruppgávur og fyri at skapa fleiri heitar hendur er skipað ein miðvís undirvísing, sum tekur støði í loysnum og avbjóðingum, sum eru verksettar í eldraøkinum.

Hetta í sær sjálvum eigur at fáa okkum at hugsa um at styrkja um sosialu sambondini, so tøkni fram um alt verður ein ágóði hjá borgarum, ið framvegis hevur brúk fyri tí sosiala lívinum.

Bólkurin, sum arbeiddi við útbúgvingar- og arbeiðsmarknaðinum, vísir m.a. á, at vit eiga at tryggja førleika og tilfeingi í øllum útbúgvingarliðum at menna og seta í verk strategi fyri sosialum rættvísi og inklusión. Eisini at raðfesta og fáa tær skipanir, sum longu finnast, at virka betur saman, so børn og ung við lívsavbjóðingum verða loftað skjótt og smidliga tíðliga í lívinum.

Eisini vísa tey á, at stovnar upp at skúlaverkinum, so sum Undirvísingarstýrið, Nám, Sernám og aðrir stovnar, hava hvør í sínum lagi stórar og avgerandi leiklutir, sum við samvirkandi kraft kunnu vera við til at tryggja góðskuna í øllum undirvísingarverkinum, grundað á felags støðisnámsætlan og við jøvnum eftirmetingum, tillagingum, menningarátøkum o.s.fr.

Grøni bólkurin heldur m.a., at Føroyar skulu veruliga gerast burðardyggar, og hatta málið skal røkkast av etiskum orsøkum – tí tað er rætt at gera. Her verður burðardygt býtt sundur í samanhangandi tema: stýring, umhvørvi og orka, búskap og samfelag, sum er sosial burðardygd.

Undiryvirskiftin Sosial burðardygd vísir á, at tað snýr seg um at skapa varandi trivnað, soleiðis at so nógv sum gjørligt hava møguleika fyri at skapa sær eitt gott lív og geva eitt íkast til felagsskapin, og sostatt verða við at flyta Føroyar fram á eini burðardyggari, grønari, leið.

Her stendur, at vit eiga at betra um umstøðurnar hjá fólki við serligum tørvi. Fólk við menningartarni og kropsligum avbjóðingum skulu hava betri atgongd til útgreining, venjing, útbúgving, umlætting og til arbeiðsmarknaðin. Eisini skal Bústaðir samstarva við privatu vinnuna um íbúðarbygging, so tað gerst lættari at byggja íbúðir.

Spennandi verður at fylgja við víðari arbeiðinum og teimum 164 tilmælunum, har fleiri so ella so viðkoma brekøkinum.

Við vón um, at vit við hesum fáa einar burðardyggari Føroyar – tí tað er rætt.

Lurta eftir løgmanni í KvF í dag um Vakstrarforum.

Nakrar myndir frá degnum.

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024