Hjartaliga tillukku við próvnum

juni 18, 2022

Hósdagin var próvhandan á Tekniska skúla í Klaksvík, og MEGD var boðið við til hátíðarløtuna. Umframt felagssang og talur, var tað skúlastjórin, Rúni Heinesen, ið handaði prógvið.

Takk fyri væl skipaðu løtuna, og niðanfyri eru orðini, ið borin vóru fram.

Her eru nakrar myndir frá løtuni.

*** 

Góðu tit øll!

Summarið er komið. Í longri tíð hava vit glett okkum til sól og summar, og fleiri orsøkir eru til tað. Tað er gott fyri okkum, og góða veðrið ávirkar okkum.

Sólin er sjálv fyritreytunum fyri vøkstri. Um einki ljós er, veksur einki.

Sólin gevur á sín egna serstaka hátt vælveru, og eg fór at hugsa, at avleitt av hesum mann tað, vit kalla  sólskinssøgur, vera.

Sólskinssøgur eru góðar søgur. Ofta okkurt óvæntað. Ein søga um onkran, sum hevur megnað tað ein sjálv(ur) ella onnur ivaðust í.

Og vit kenna tær øll.

Tá ið vit luta persónligu søgur okkara, síggja vit, at tað er í ymisleikanum, vit finna drøg av felags dreymum, hugsanum og áhuga. Tað er her, vit møtast, har vit fáa møguleika betur at skilja hvønn annan, og kunnu eisini soleiðis læra okkum at seta okkum í støðuna hvør hjá øðrum.

Tryggleikin vekstur, forvitnið verður vakt og dirvið verður styrkt í virðing og tollyndi okkara millum.

***

Tað er góðveðrið í felagsskapinum, sum gevur gróðrarlíkindi fyri sólskinssøgunum.

Ein avgjørd fyritreyt er, at vit verða sædd, hoyrd og viðurkend. Tá ið vit tosa um skúla, so hevur tað týdning, at vit verða boðin inn í felagsskapin og inn í ein skipaðan skúladag, har vit verða fyrireikað til tað, sum skal henda, at vit kenna okkum trygg og vita, at vit kunnu fáa vegleiðing, ráðgeving og neyðugu hjálpina fyri at vera virkin og luttaka.

Um karmarnir eru væl skipaðir og eftir persónliga tørvinum, so kunnu øll vera við.  

Sólskinssøgurnar gerast veruleiki, um lagt verður tilrættis við fokus á einstaklingin, tryggleika og góðar upplivingar – hetta saman við okkum sjálvum og saman við teimum, ið vit kenna, og teimum, ið kenna okkum. Hetta er fyri so vítt fyritreyt fyri motivatión, menning og læring - bæði fakliga og sosialt.

***

Vit kunnu vera samd um, at Serbreytin á Tekniska skúla í Klaksvík er ein sólskinssøga. Eitt skúlatilboð, ið tekur støði í og er tillagað einstaka næminginum og førleikar hansara, soleiðis at næmingurin mennist og fær avbjóðingar, ið hóska honum.

Rætturin til útbúgving er staðfestur í ST- sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, har § 24 um útbúgving ásetir, at øll hava rætt til skúlatilboð í vanligu skúlaskipanini.

Tá ið fyrsti flokkurin á Serbreyt á Tekniska skúla byrjaði í august 2016, var tað eitt frambrot av teimum stóru. Og nú ganga 11 næmingar her.

Við grundhugsjónin at favna næmingum, ið hava ynski um at nema sær førleikar innan handverksyrkið.

Samstundis er eisini OCN-skipanin eitt frambrot, har førleikamett verður eftir skipanini, ið skjalprógvar bæði fakligar og sosialar førleikar hjá næmingunum.

Og eg havi hug at klappa, og sólin inni í okkum øllum eigur at hita rúmliga hjartað.

***

Vit eru øll uttan undantak heil menniskju. Tað kann væl vera, at vit ikki duga alt líka væl, okkum dámar betur eitt enn eitt annað, og vit hava øll okkara persónligu avmarkingar. Vit eru samansett og tó. Øll hava vit grundleggjandi tørvi á, sum sagt, at vera sædd, hoyrd og viðurkend.

Tað er í teimum umstøðunum, vit møta sólskinssøgunum. Føroyska veðurlagið er tó hinvegin kanska sjálv ímyndin av, hvussu lívið í veruleikinum er. Skiftandi – og tó. Vit vita, at sólin er har, og umsíðir fer hon at skína.

Pætur, í dag fært tú húgvu og prógv, og tú ert ein sólskinssøga.

Í dag fært tú húgvuna við litunum svart, grønt og gult. Tú hevur nú gingið á Tekniskaskúla í fýra ár, og tíðin hjá tær at fara víðari er komin.

Eg havi frætt, at tú tímir væl at tosa um tað, sum hevur tín áhuga. Tú ert stuttligur og dámar væl at skemta. Tú hevur gingið í fólkaskúla, á Rásini og hevur eisini arbeitt millum annað hjá Grant og á fiskavirkinum í Gøtu.

Arbeiðssamur ert tú, og tað, tú gert, gert tú ordiligt. Serliga, tá ið tú fært greitt at vita, hvat tú skalt gera.

Nú tú fert víðari, hevur tú ment teg bæði fakliga og sosialt. Starvsvenjingini hjá JT electric á Kambsdali var væl eydnað, og at forbinda káplar gongur bæði skjótt og væl. 

Ja, hetta er ein sólskinssøga, sum tit og vit øll kunnu vera errin av – serliga tú, Pætur.

***

Nú er summarið komið, og eg veit, at menniskjaligt góðveður liggur í vissuni um, at eg eri eg, og tað er nóg mikið.

Tá ið vit aftur fara at kenna onkran skugga, so eiga vit at lurta eftir Helen Keller, sum segði:

- Vend andlitinum móti sólini, tí tá hvørva skuggarnir.

Hjartaliga tillukku við húgvuni og próvnum, Pætur. Eg ynski tær og tínum alt tað fagrasta, og fyri okkum øll fer tín sólskinssøga at standa eftir sum ein staðfesting um, at í røttu umstøðunum vaksa vit.

Eg fari at enda við orðunum hjá Hans Andriasi Djurhuus, sum yrkir:

Sólin er gull, og hon gyllir hvønn teig,
lít móti henni, so villist tú ei.                                             

Hon ber tær sælu og signing í sinn,
lat hana sleppa í hjarta títt inn.                                           

Sólin, hon vermir teg, gevur tær mátt,
eigur tú hana, er onga tíð nátt.

Sólin, á, sólin, nú roðar hon fjøll,
vekur upp blómur og kyknini øll.

Fevnir tey, kyssir tey, undurverk ger,
vekur út dvala alt lívið, ið er.

Vend tær mót sólini – sólin teg ól,
barn mítt, tú andar og mennist í sól.

Takk fyri!

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024