Hevur tú góðu kortini á hondini?

juni 20, 2022

Tørvar tær ella onkrum, tú kennir, parkeringskort ella fylgjarakort, so er at søkja nú. Eisini ber til hjá stovnum at søkja um stovnskort, sum er parkeringskort til t.d. røktarheim, eldrasambýli, dagstovna- og frítíðarvirksemi.

MEGD skrivstovan fer í summarfrí í juli, og fara vit at heita á tykkum um at søkja um fylgjarakort, parkeringskort ella stovnskort nú.

Fylgjarakortið hevur til endamáls at tryggja, at fólk, ið bera brek, og tískil hava tørv á fylgjara, tá ið tey ferðast ella luttaka í ymiskum tiltøkum, hava rætt til at taka fylgjaran við sær, uttan at goldið verður ferðaseðil ella atgongumerkið fyri fylgjaran. Fylgjarakort verður útflýggjað fólki, ið bera brek, og sum orsakað av breki teirra hava tørv á at hava fylgjara við sær, tá ið tey ferðast ella fara til ymisk tiltøk.

Støð har kortið er galdandi eru:

  • Norðurlandahúsið
  • Søvn Landsins
  • Listasavnið
  • Tjóðpallurin
  • Ítróttarsamband Føroya
  • Strandferðslan 
  • Smyril Line
  • Tiltøk, ið kommunurnar stuðla
  • Náttúruterapi

Avtala er eisini gjørd við Atlantic Airways, har fylgjarin hjá tí ferðandi fær 50% í avsláttri av grundprísinum, tó ikki av ferða- og avgreiðslugjøldum og øðrum serprísum. 

Parkeringskortið er eitt serligt kort, sum verður útgivið til persónar við avlamni, sum lúka treytirnar í § 6 í Kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni (Parkeringskort fyri persónar við avlamni). Við hesum korti kunnu fólk parkera á tilskilaðu parkeringsbásarnar bæði í Føroyum og uttanlands. 

Stovnskortið hevur heimild í kunngerð um parkeringskort og stovnskort fyri persónar við avlamni. Eitt stovnskort er eitt serligt kort, sum verður útgivið til stovnar, sum lúka treytirnar í § 9 a í kunngerðini.

Parkeringskortið og stovnskortið skal góðkennast av Akstovuni og er skjalprógv fyri, at handhavin er fevndur av teimum undantøkum um parkering, sum eru nevnd í § 11.

Trýst her! Her finnur tú umsóknir. 

Gott er at hava góð kort á hondini.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024