Við mannarættindum menna vit brekøkið

juli 7, 2022

Í døgunum 27. til 30. juni var MEGD í Íslandi og í Danmark við ynski um at fáa íblástur til framhaldandi arbeiðið okkara sum heild og eisini fyri at hoyra, hvussu londini arbeiða fyri at tryggja mannarættindi á brekøkinum.  

Sum heild er áhugavert at hoyra bæði um batar og manglar hjá teimum, og ikki er tað so ólíkt tí, vit kenna í Føroyum.  

Niðanfyri eru stuttar frágreiðingar frá støðunum, har vitjað varð. Eisini eru leinki, har tú kanst lesa meira um stovnar og feløg. 
 

Rættindaverjar undir vælferðarráðnum 

Í 2011 var lóg um verju av mannarættindum hjá fólki, ið bera brek, samtykt í Íslandi. Tá byrjaði eitt miðvíst arbeiði at íverkseta og menna eitt Rættindaeftirlit – Rights Watch – við rættindunum á brekøkinum, og í november 2012 var fyrsti serfrøðingurin í mannarættindum settur í starv.  

Í dag eru átta økis rættarverjar, ið sambært nevndu lóg hava skipað eftirlit við støðuni hjá borgarum og veita hjálp og ráðgeving á ymiskan hátt. 

Um ein borgari t.d. er varugur við, at rættindi í breksáttmálanum hjá ST ikki verða tryggjað, kann rættindaverjan ráðgeva og hjálpa við t.d. upplýsing um brekrættindi - við eftirliti, við at skriva kærur, føra rættarsakir og søkja um endurgjaldskrav.  

Samstundis verður væntað, at øll, ið halda, at rættindi hjá borgarum, ið bera brek, verða brotin, boða rættindaverjanum frá, sum síðandi kann taka málið upp. Allir borgarar kunnu venda sær til rættindaverjuna, og rættindaverjar kunnu eisini sjálvir skipa átøk. 

Rættindaverjin skal vera sjónligur í samfelagnum og undirvísa fólki, ið bera brek, og teimum, ið arbeiða saman við teimum, um viðkomandi viðurskifti.  

Tað vóru Eirikur Smith og Birna Guðmundsdóttir, sum greiddu frá.

Vert er at vitja heimasíðu teirra við at trýsta HER.

 
Þroskahjálp 

Landsfelagið Þroskahjálp var stovnað í 1976 við tí endamáli á savna feløg, sum arbeiddu til frama fyri áhugamálum og rættindum teirra, ið bera brek. Endamálið var at tryggja javnrætt.  

Þroskahjálp hevur í dag 22 limafeløg og áleið 6000 limir. Tí arbeiða tey breitt og í samstarvi bæði við land og kommunur. Soleiðis virka tey fyri at fáa ávirkan á politisku skipanina og skapa batar á øllum økjum, so fólk, sum bera brek, á jøvnum føti við onnur eisini kunnu njóta tað, sum samfelagið annars bjóðar íslendingum. Eisini luttekur Landsfelagið Þroskahjálp í altjóða menningarsamstarvi. 

Tað var Unnur Helga Óttarsdóttir, forkvinna, Anna Lára Steindal, verkætlanarleiðari fyri ung og tilflytarar, og Inga Björk Margrétar Bjarnadóttir, verkætlanarleiðar fyri kunning og kyn, sum greiddu frá felagnum og arbeiðinum.  

Til ber til at vitja heimasíðu teirra við at trýsta HER
 

Öryrkjabandalag Íslands - ÖBÍ 

Íslendska meginfelagið ÖBÍ var sett á stovn í 1961 og hevur 41 limafeløg við eini 47.000 limum. Tað vóru Þuríður Harpa Sigurðardóttir, forkvinna, og Alma Ýr Ingólfsdóttir, løgfrøðingur, sum greiddu frá virkseminum. 

ÖBÍ arbeiðir fyri, at íslendska samfelagið gerst javnari og rættvísari fyri allar einstaklingar uttan mun til likamligt ella sálarligt brek. Hetta við at skapa møguleika fyri at liva eitt virðiligt lív og eitt so sjálvstøðugt, virkið og luttakandi lív sum gjørligt.   

Tey umboða fólk, ið bera brek, í almenna rúminum í øllum spurningum, sum viðvíkjandi lóg, fyrireiking av rættarsakum og rættarsakini sjálvari.  

Serliga var tað áhugavert at hoyra um løgfrøðiliga arbeiðið hjá teimum, og hvussu borgarar, ið bera brek, luttaka í arbeiðsbólkum, ið virka fyri at menna samfelagið sambært breksáttmálanum hjá ST.  

ÖBÍ hevur eitt nú roynt fleiri mál hjá dómstólunum og fingið viðhald. Tí leggja tey stóra orku í hetta arbeiðið, sum bæði borgarar og samfelaghava brúk fyri.

Les meira á heimasíðuni, við at trýsta HER.  
 

Danske Handicaporganisationer - DH 

35 limafeløg eru virkin í DH, sum virkar sum felags røddin á danska brekøkinum. Tey arbeiða fyri, at fólk, ið bera brek, kunnu liva eins og aðrir danskarar, fáa møguleika at luttaka, geva aftur til og vera partur av samfelagnum. 

Sagt verður, at fólk, ið bera brek, hava rætt at verða javnsettir partar av samfelagnum, vera granni, arbeiðsfelagi og maki. Tað gerst veruleiki, tá ið samfelagið inkluderar og tryggjar neyðug rættindi.  

Fólk, ið bera brek, ynskja at vera virkin og at liva sjálvstøðugt. At vitja vinir, fara við tokinum og at lesa tíðindi á fartelefonini. Hetta gerst veruleiki, tá ið samfelagið gerst atkomuligt, t.d. mentanarligt, sosialt, politiskt og løgfrøðiligt og annars er lagað til eftir tørvinum hjá hvørjum einstøkum bólki. Ein blindur kann sjálvsagt skriva teldupostar. Ein við ADHD kann sjálvsagt skipa egnan gerandisdag. Ein við menningartarni kann eisini luttaka og vera partur av felagsskapinum. Hetta gerst møguligt við rættari og uppbyggjandi luttøku.

Hugvekjandi og skelkandi var at hoyra, at DH hevur umbiðið hagtalskanningar, ið hava givið sterkar ábendingar um brot á mannarættindini hjá borgarum, ið bera brek. Eitt dømi var, at í einum ávísum øki í Danmark vóru ov nógvar óneyðugar amputeringar framdar. Borgarar, ið bera brek í Føroyum, fáa tíverri ongan ágóða av hagtølum, sum við hesum ber prógv um, at hagtøl eru grundleggja fyri at verja lív og lívsgóðsku hjá borgarum, ið bera brek.  

Húsið hjá DH verður sagt at vera atkomuligasti skrivstovubygningur í heiminum, og er tað sera áhugavert at síggja, hvussu tey frá byrjan hava teknað húsið við tí í huga. Her her til at lesa meira um húsið
 
Tey, ið greiddu frá arbeiðinum vóru Thorkild Olesen, formaður, Katrine Mandrup Tang, stjóri, Monica Løland, leiðandi konsulentur innan transport og talgildari atkomu, og Torben Kajberg, leiðandi konsulentur innan rættindi, sáttmálum, arbeiðsmarknað o.a.  

Les meira á heimasíðuni, við at trýsta HER
 

Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd - VIVE   

VIVE er ein stovnur, ið bjóðar gransking og greining innan vælferðarøkið – heilsa, børn, útbúgving, eldri, arbeiðsmarknaðurin, almannaøkið, stýring, leiðsla og mátarar. Tey leggja stóran dent á fakligheit, tey og eru viðurkend bæði innanlands og altjóða og víkja ikki frá kjarnuvirðunum: uvildighed, kvalitet og anvendelighed. 

Tað var Leif Olsen, granskari, sum greiddi frá. 

Hann greiddi frá, at tað hevur týdning, at bæði leik og lærd, borgarar og politikarar kunnu brúka vitanina, ið tey framleiða. Soleiðis síggja tey møguleikan at skapa enn betri vitanargrundarlag fyri tey, ið taka avgerðir, og tey, ið eru eru fakprofessionell, sum skulu menna vælferðarsamfelagið. 

Á heimasíðu teirra er viðkomandi gransking, ið lýsir brekøkið á ymiskan hátt. Les við at trýsta HER.

 
Ferðin at enda komin 

Við nýggjari vitan og góðum íblástri eru vit nú aftur farin til verka í MEGD og ynskja saman við føroyingum at skapa eitt enn sterkari føroyskt vælferðarsamfelag.  

Tað gjørdist eisini aftur greitt, at Føroyar m.a eiga at gera langtíðarætlanir við eini brekpolitiskari virkisætlan, saman við borgarum, ið bera brek, soleiðis at vit komandi árini hava betri grundarlag at taka skilagóðar avgerðir, sum tryggja menning.  

Eisini eiga vit at tryggja, at ásetingar í verandi lóg verða settar í verk, og at talsfólk, sum skal hava óheft eftirlit við íverksetanini av ST-sáttmálanum, gerst veruleiki.    

Nakrar myndir frá ferðini eru her. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024