Øll landsstýrisfólk hava ábyrgd

september 19, 2022

Fríggjakvøldið í farnu viku var kjak í sjónvarpsstovuni um kærumálið hjá lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur fingið viðhald, tí henni varð noktað at fara upp til annað og møguligu triðja próvtøkuhøvi eftir ikki at hava staðið lærugreinina fyrstu ferð.

Tað var Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, og Beinta Lowe, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum, sum vóru gestir, og í tí sambandi koma hesar viðmerkingar.

 

Øll aðalráð hava skyldu at halda sáttmálan

Alt fyri eitt í kjakinum verður sagt, at tað er landsstýrismaðurin í almannamálum, sum varðar av brekrættindasáttmálanum. MEGD vil gera vart við, at hetta ikki er so einfalt, tí í roynd og veru hava øll aðalráðini skyldu at tillaga lógir og karmar innan sítt øki soleiðis, at rættindi til borgarar við breki verða tryggjað.

Málið hjá tí lesandi vísur greitt, at samstarv millum fleiri ráð er grundleggjandi fyri at tryggja útbúgvingarmøguleikar við neyðugum tænastum og hjálpartólum.

Hetta kundi verið gjørt umvegis brekumboðið ella samskipandi eindina hjá landsstýrinum.

 

Samskipandi eindin tryggjar tvørgeiraligt samstarv

Tá hvørt landsstýrisfólk hevur ábyrgd av, at sáttmálin er settur í verk innan sítt øki, hevur landsstýrið sett eina samskipandi eind, sum er sett saman av embætisfólkum úr øllum ráðum.

Yvirskipaða endamálið við samskipandi eindini er at tryggja, at lógir, skipanir og reglur, ið fevna tvørtur um geirar, eru í samsvari við breksáttmálan.

Samstundis hevur verið ætlanin, at samskipandi eindin skal at orða eina langtíðar brekpolitiska virkisætlan fyri Føroyar, ið fevnir um øll rættindi og týðandi øki í sáttmálanum.

Um samskipandi eindin var virkin, høvdu myndugleikarnir helst havt eitt betri grundarlag at funnið loysnir at tillaga umstøðurnar til stuðuls fyri borgarar við breki, og vónandi hevði hetta eisini minkað um vandan fyri, at borgarar við breki eru fyri mismuni.

 

Brekumboðið óheft eftirlit

Sum søgan um tann lesandi prógvar, er ongantíð ov skjótt, at vit fáa eitt brekumboð í Føroyum.

Brekumboðið skal við støði í lóg virka sum óheft eftirlit við umstøðum á brekøkinum og tryggja at fólk, ið bera brek, verða vard av sínum rættindum, um tey eru fyri órætti.

Vónandi verða hesi týðandi mál á brekøkinum til veruleika, so borgarin kann uppliva samanhangandi tænastur og virðiligari umstøður.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024