Nýggjasta
Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist

Frá í dag og komandi dagarnar verður aftur høvi at vitja myndaframsýningina við heitinum „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist”. Nú á Biskupstorgi í Klaksvík.
Fríggjadagin 30. september letur myndaframsýningin „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist” upp. Framsýningin er úrslit av samstarvi millum MEGD og kenda myndamannin Rick Guidotti, sum í september 2018 vitjaði Føroyar. Endamálið við vitjanini var at taka myndir av føroyingum, ið gerandis liva við avbjóðingum. Tær 31 myndirnar á framsýningini eru úrslit av vitjanini.
Myndirnar skulu gjøgnum persónligar søgur fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum.
Á føroyavitjanini varð vitjað á Setrinum hjá lesandi sjúkrarøktarfrøðingum og á Almannaverkinum. Rick tók m.a. myndir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hitti starvsfólk, foreldur og børn, á Skúlanum á Trøðni í Tórshavn, í Tofta Skúla, á Verkstaðnum á Brekku og útibarnagarðinum Fjallafípuni í Klaksvík.
Uttan stuðlar var verkætlanin als ikki møgulig og vit takka: Sjúkrakassagrunninum, Kiwanis, Pelagos, Tórshavnar kommunu, JFK, BankNordik, Norðurlandahúsinum, Atlantic Airways, Lions Club, Skansi Offshore, Betri, Føroya Bjór, Krúnborg, Norðoya Sparikassa, Myndlist, Vónini og Mentanargrunni Landsins.
Verið vælkomin!
Kunning um MEGD og arbeiði okkara: www.megd.fo
Kunning um Rick Guidotti og arbeiði hansara: www.positiveexposure.org
Seinastu tíðindi

Aðalfundurin 2025
Talgildu Føroyar 2.0 (Heildarætlan 2025-2027)
