Atlantic Airways partur av Sólblómuskipanini

oktober 28, 2022

Ynskir tú tær eitt sólblómuband?

So ber til at nýta tað hjá Atlantic Airways, sum nú er partur av Sólblómuskipanini, sum er ætlað ferðafólki, ið hava tørv á vegleiðing og hjálp á ferðini, tí tey hava eitt ósjónligt brek. Við sólblómubandinum síggja starvsfólk hjá Atlantic Airways á flogvøllinum og umborð á flogførunum beinanvegin, at her er ein, ið kanska tørvar eyka tíð ella hjálp á ferðini. Sostatt kann bandið verða við til at gera tað smidligari hjá tí ferðandi.

Atlantic Airways er fyrsta fyritøka í Føroyum og fyrsta norðurlendska flogfelag, sum er vorðið partur av Sólblómuskipanini. Øll starvsfólk hjá Atlantic Airways, sum hava beinleiðis samband við ferðafólk, hava fingið vegleiðing í, hvat Sólblóman merkir, og hvat tað inniber, tá ein persónur ber Sólblómubandið; hvat tey skulu taka atlit til og vera uppmerksom uppá.  

Sólblómuskipanin og -bandið stava frá 2016, tá flogvøllurin í Gatwick í London vildi finna útav, hvussu tey kundu geva ferðandi við ósjónligum brekum eina betri og trygga ferðauppliving. Spurningurin var við øðrum orðum, hvussu tað ósjónliga kundi gerast sjónligt. Tí kom Sólblómubandið. Ein einføld sólblóma á grønari bakgrund. Diskret, men samstundis sjónligt. Við at bera Sólblómubandið, verður ósjónliga brekið sjónligt, og samstundis signalerar tað á flogvøllinum og sjálvari ferðini, at tað kann vera, at tær tørvar hjálp, tol ella tíð.

Frá fríggjadegnum 28. oktober 2022 kunnu Sólblómubond fáast á skrivstovuni hjá Atlantic Airways á farstøðini á flogvøllinum og við innskrivingardiskarnar. Hevur tú tørv á einum bandi, skalt tú bara venda tær til eitt av starvsfólkunum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum, áðrenn tú fert ígjøgnum trygdareftirlitið. Sólblómubandið verður handað uttan spurningar. 

MEGD fegnast um fevnandi hugburðin hjá Atlantic Airways, og vit vóna, at fleiri komandi tíðina ferast partur av somu skipan. 

Les meira á heimasíðuni hjá Atlantic Airways og á MEGD heimasíðni. 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024