Saman um somu avbjóðingar - eisini við farsótt og kríggi

november 26, 2022

Frá 23. til 25. november møttust umboðini í norðurlendska brekráðnum, Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder, og hesa ferð í nýggjum hølum hjá Nordens välfärdscenter á Skepsholmen í Stokkhólmi.

Ráðið liggur undir norðurlendska minisararáðnum og er sett við tveimum umboðum fyri hvørt norðurland, eitt frá almenna myndugleikanum og eitt frá meginfeløgunum. Frá Almannamálaráðnum er Barbara Álvsdóttir umboð. Her verður tosað um, hvussu norðurlond kunnu samstarva til frama fyri brekøkið.

Tosað var millum annað um, hvussu vitan og samskifti um mannarættindi og brek kunnu verða styrkt. T.d. um ein pallur við vitan og royndum kann verða gjørdur við góðum dømum um íverksetan av ST-sáttmálanum. Eins og spurningurin um, hvussu londini kunnu skipa vitanardeiling t.d. við gransking.

Á skránni vóru eisini tvey seminar um avleiðingar av kreppum seinastu árini fyri fólk, ið bera brek, sum vóru:

  • Avleiðingar av alheimsfarsótt
  • Avleiðingar av kríggi

 

Alheimsfarsótt 

Fleiri áhugaverdar framløgur vóru í samband við evnini, og sjálvt um Føroyar ikki hevur gransking á økinum ella hagtøl, sum ber til at síggja, hvat onnur lond hava sæð og skjalprógvað. Her finnur tú nakrar kanningar:

  • Ingrid Thunem, sum er forkvinna fyri Unge Funksjonshemmede í Norra, frá kanningum, sum tey hava gjørt millum ung. Endamálið við kanningini var at kanna, hvørja ávirkan smittuátøkini í koronatíðini høvdu fyri rættindi, luttøku heilsu, útbúgving, arbeiðslív, livikor, fíggjarútlit og frítíð fyri ung, ið bera brek, og sum liva við kroniskari sjúku. 62 spurningar vóru send úr og 474 ung í aldrinum 12 til 35 ár svaraðu.

Les um kanningina og nøkur av úrslitunum her: Ungdom med funksjonsnedsettelser har mistet rettigheter under koronapandemien - Unge funksjonshemmede

  • Mikael Ståhl, granskari og limur í Synskadades Riksförbund, tosaði um avbyrging og ótta í samband við heimsfarsóttina. Kanningin við heitinum ”… Nu är vi isolerade och rädda för pandemin” vísti við støði í data, sum Synskadades Riksförbunds savnaði í 2021, hvussu limirnir, upplivdu tíðina við corona við avmarkingum bæði praktiskt, sálarliga og sosialt.

Her finnur tú kanningina: nu-ar-vi-isolerade-och-radda-for-pandemin-rapport-medlemsundersokning-del-2-2021.pdf (srf.nu)

  • Mattias Ehn, Ph D, sálarfrøðingur og granskari á University hospital í Örebro og limur í Synskadades Riksförbund, tosaði um eina kanning við endamálinum at síggja, hvussu covid ávirkaði fólk, sum eru deyv og blind. Hvussu var við heilsustøðuni, tørvi fyri stuðli i gerandisdegnum og átøk fyri rehabilitering.

Les meira her: Personer med dövblindhet - Hälsa och insatser under Covid 19 pandemin - Örebro universitet (oru.se)

  • Elisabeth Ugreninov, verkætlanarleiðari á Velferdsforskningsinstituttet NOVA, tosaði um langtíðaravleiðingar av korona millum børn í uppvøkstrinum og viðvíkjandi javnstøðu, har ein partur av kanningini er gjørdur millum fólk, ið bera brek. Hetta er ein granskingarverkætlan, sum júst er byrjað, so endalig úrslit eru ikki enn.

Tó kann vera áhugavert at lesa um kanningina her: Langtidskonsekvenser av koronapandemien for oppvekst og likestilling - OsloMet

Umframt framløgur, so fingu londini møguleika eftir hvørt evni at leggja fram, hvussu vit sóu støðuna og høvdu hvør í sínum lagi sent inn viðmerkingar um hetta.

Føroyar komu m.a. inn á, at í byrjanini av farsóttini vóru avbjóðingar um, hvussu avmarkingarnar skuldu skipast. Eingin tilbúgvingarætlan lá klár, so tað ráddi um at arbeiða skjótt, og at samskifta tiltøkini út til fólki á ein skipaðan og málrættaðan hátt. Landið er sjálvandi lítið, so skjótt var at seta í verk. Serliga vóru tað landslæknin, professarin í fólkaheilsu, løgmaður og landsstýrisfólk, ið stóðu fyri hesum samskiftinum. Tíðindafundir vóru teknmálstulkaðir, og skrivað var beinleiðis út til fólk á live stream við tí, sum var sagt.

Tó vísti tað seg skjótt, at brekøkið ikki natúrligt var við frá byrjan. Hetta skapti ótta hjá nøkrum borgarum, ið vóru útsettir, serliga tá ið koppsetingin gjørdist veruleiki.

Hóast Føroyar ikki hevur gransking ella hagtøl á brekøkinum, sum vísir, hvussu coronatíðin ávirkaði okkum, so hevur MEGD ymiskar varhugar. T.d., at nøkur kendu størri einsemi, meðan onnur vístu á, at dagurin gjørdist meira skipaður við færri skiftandi starvsfólki. Summi saknaðu vitjan og onnur at vitja síni kæru. Likamlig, skipað venjing steðgaði upp, og tað var ein stórur smeitur fyri nøkur. Undirvísing á netinum virkaði sum heild, tó var hon ikki betri enn næstbest fyri tey flestu og skapti einsemi fyri fleiri.  

 

Kríggj

Hitt evnið var um avleiðingar av kríggi, nú Rusland gjørdi innrás í Ukraina. Flestu lond hava tikið ímóti flóttafólki, eins og Føroyar. Fáar kanningar eru sum heild tøkar, eins og fá hagtøl eru, so tosað var mest út frá royndum, ið feløgini hava havt seinasta árið.

Í Føroyum var tað í apríl 2022, at danska lógin um fyribils uppihaldsloyvi fyri flóttar úr Ukraina, eisini var sett í verk fyri Føroyar. Hetta gjørdi, at eitt ávíst fyrireikandi arbeiði var gjørt. Í september høvdu 66 ukrainar søkt um fyribils uppihaldsloyvi, og 64 høvdu fingið tað.

Monica Klasén McGrath frá Funktionsrätt Sverige, Josefina Streling og Maria Kreutz frá Myndigheten för delaktighet, og Carl Georg Næss frá Integrerings- og mangfoldsdirektoratet í Norra, settu orð á átøk og avbjóðingar við móttøku, samskifti og inklusjón, tá ið talan er um flóttafólk, ið bera brek.

 

Gott at hoyra frá øðrum

Alt í alt vóru hetta áhugaverdir og gevandi dagar saman við norðurlendsku vinum okkara, ið jú arbeiða við saman endamáli, sum MEGD, sum er at ávirka, so samfelagið gerst meira fevnadi við rættindum sum grundarlag.

Her finnur tú heimasíður hjá norðurlendsku meginfeløgunum.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024