Rættindaverja og virðilig vælferð

mars 9, 2023

Lívsgóðskan hjá borgarum í einum fólkaræðiligum samfelag er í stóran mun treytað av, hvussu lóg, rættarskipan og rættindi eru tillagað. Serligar tillagingar eru tó neyðugar innan rættindi og skipanir, ið viðvíkja fólki, ið bera brek, ella hava varandi sjúkur. Hesi viðurskifti eiga at taka atlit til fjølbroytni og støðurnar hjá tí einstaka, og tí eiga rættindi og skipanir at verða grundað á munagott samstarv millum politisku skipanina og borgarar, um at finna ítøkiligar loysnir. Við samstarvi ber sostatt til at menna og verja rættindini hjá borgarum og áhaldandi virka fyri virðiligari vælferð

Orð: Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

Rættindi og rættartrygd – avbjóðingar og loysnir

Men einki kemur av sær sjálvum. Rættartrygd er millum annað knýtt at einstaklinginum, sum eigur at hava nøktandi vitan og førleikar vita, hvussu mann sum borgari kann brúka lógina at verja rættindi síni. Um nøktandi førleikar og vitan ikki eru til staðar, kann tað vera fløkjasligt og orkukrevjandi at taka neyðug stig.

Rættartrygd er somuleiðis knýtt at umstøðunum: lógir, fyriskipanir, almennur hugburður og samfelagið annars, eigur at vera tillagað, soleiðis at borgarar kunnu luttaka og vera hoyrdir. Brek og sjúkur eru ofta samansett og krevja tí servitan, og servitanina hava júst teir borgarar, ið bera brek ella hava varandi sjúkur. Tískil er tað ein grundleggjandi fyritreyt, at borgarar verða tiknir upp á ráð í allari rættartilgongdini, heilt frá lógarsmíði til brúk og eftirmetingar av lógum. Luttøka mennir sostatt førleikar hjá borgarum at seta orð á og verja egin rættindi, samstundis sum virkisførið í vælferðarsamfelagnum verður styrkt.

Um samfelagið ikki verður tillagað á hóskandi hátt, kunnu avleiðingarnar vera mangar: avmarkaðir møguleikar, verri trivnaður og lægri lívsgóðska millum borgarar, umframt at útreiðslurnar fyri myndugleikarnar gerast størri, eitt nú til umsiting. Menniskju eru ymisk, og tí eiga lógir at taka atlit til fjølbroytni.

 

Umsorgan og rættindaverja

Tí er tað grundleggjandi at fremja hóskandi tillagingar, um borgarar ikki skulu koma illa fyri og verða skerdir ella úthýstir frá luttøku. Søguliga hevur hetta verið støðan hjá borgarum við breki og sjúkum. Tungt er at hugsa um, at meginpartin av 20. øld var vanligt at senda borgarar av landinum, viðhvørt eitt tíðarskeið, men ofta restina av lívinum. Teir borgarar, ið ikki vóru sendir av landinum, høvdu ofta avmarkaðar møguleikar at vera við.

Hóast umsorgan framvegis hevur grundleggjandi týdning fyri okkum menniskju, hevur søgan tó lært okkum, at umsorgan í sær sjálvum ikki megnar at tryggja varandi og haldgóðar loysnir.

Hetta er ein sannroynd kring heimin, og eftir tilmælum frá brekfeløgum úr øllum heiminum, samdust heimsins lond tí um, at ein nýggjur lógartryggjaður leistur skuldi til fyri at menna umstøðurnar hjá fólki, ið bera brek. Hetta hevði við sær, at altjóða sáttmálin hjá Sameindu Tjóðum fyri einstaklingar, ið bera brek (Brekrættindasáttmálin) varð skrivaður í 2006. Føroya Løgting samtykti altjóða Breksáttmálan í 2009, og sjøtil varð sostatt settur á nýggju rættindatilgongdina her á landi.

Í stuttum staðfestir Brekrættindasáttmálin, at borgarar við breki ella varandi sjúku skulu hava somu lógartryggjaðu rættindi, sum aðrir borgarar, bæði formliga og í verki. Hugburðurin til brek og varandi sjúkur eigur harvið ikki at verða avmarkaður til eitt nú umsorgan ella heilivág. Hinvegin merkir hetta, at samfelagið hevur skyldu at tillaga lógir og tænastur á hóskandi hátt, eitt nú innan útbúgving, gransking, arbeiðsumstøður, hagtøl, byggjarí, familjulív og luttøku sum heild.

 

Luttøka fremur trivnað

Luttøka í rættindatilgongdini økir eisini um trivnaðin hjá fólki, ið bera brek og við varandi sjúkum. Vit trívast jú øll betri, tá vit hava góð livikor, og tá vit av sonnum vita, at vit verða hoyrd, ikki upp á kvamsvís, men soleiðis, at vit kenna, at vit veruliga hava ávirkan á umstøður, felagsskap og egið lív.

Til samanberingar er hugvekjandi at hugsa sær, hvussu álvarsamur misstrivnaðurin mangan vísir seg at vera, tá ið familjur, kvinnur, menn og børn verða forðað í at vera saman og vera virkin og hugsavnað um at liva eitt gott og sjálvstøðugt lív. Í londum sum Grønlandi, Kanada og Australia eru ræðandi dømi um, at upprunafólk hava við harðskapi verið útihýst og avbyrgd frá samfelagnum annars.

Avleiðingarnar fyri hesi upprunafólk hava verið - og eru enn í dag - ómetaliga álvarsamar: ring sálarlig fólkaheilsa við tunglyndi, høgum týttleika av sjálvmorðum og rúsevnismissnýtslu. Til samanberingar er viðkomandi at seta spurningin, um fólk, ið bera brek ella hava varandi sjúku, hava verri sálarheilsu í Føroyum, millum annað tí at viðkomandi borgarar ikki hava nøktandi ávirkan á lógir, harundir heilsu- og vælferðartænastur?

 

Fleiri frambrot

Rættindatilgongdin hevur tryggjað nógv frambrot og sólskinssøgur á brekøkinum tey seinastu árini. Borgarar hava stundum orsaka av sínum breki og stundum uttan mun til síni brek verið virknir og ment átøk og verkætlanir. Her eru nøkur dømi: 

  • Útbúgvingar til fólk við menningartarni

Kring heimin hava fleiri universitet tillagað skeið innan hægri lestur til fólk við menningartarni. Í Noregi er eitt nú ein royndarverkætlan ætlað fólki við Down Syndromi, sum í fyrsta umfari skal geva teimum lesandi royndir við námsfrøði og læring. Útbúgvingin telur 60 ECTS, sum lesandi kunnu taka eftir tveimum árum. Í Føroyum eru eisini skúlatilboð stovnað til fólk við serligum tørvi, eitt nú Serligt Skipað Miðnám og eftirskúlatilboðið Rásin, ið vónandi skjótt verður útbygt. 

  • Altjóða ráðstevna við tillagaðum kørmum

Á ráðstevnuni fyri limalond í Brekrættindasáttmálanum, COSP15, vóru fleiri áhugaverdar og læruríkar framløgur. Eyðkennið við framløgunum var, at tað serliga vóru fólk við menningartarni og øðrum brekum, ið løgdu fram. Karmarnir á ráðstevnuni – bæði á staðnum og netinum - vóru lagaðir eftir teimum ymisku persónunum, ið løgdu fram, millum annað við nýmótast tøkni, tulki og samandráttum.

Ráðstevnan var sera áhugaverd hvat lærdómi og innihaldi viðvíkti, men ikki minst at síggja, hvussu snilt karmar og umstøður vórðu tillagað, soleiðis at øll kundu luttaka. COSP15-ráðstevnan er eitt dømi um, at rættindahugsan skapar úrslit, og minnir okkum á, at við einum góðum vilja koma vit langt. 

  • Hagtalsgransking prógvaði mannarættindabrot

Samstarvsfelagið hjá MEGD í Danmmark, Danske Handicapsorganisationer (DH), bílegði fyrr í ár eina hagtalsgransking um heilsu og viðgerðir. Eitt úrslit av granskingini vísti, at í ávísum sjúkrahúsum í Danmark vóru ov nógv bein blivin amputerað, uttan at tað var neyðugt.

Sostatt hava nógvir borgarar mist eitt ella bæði beinini á skeivum grundarlagi. Hetta er álvarsamt brot á mannarættindi teirra, og tað hevði við sær orðaskifti, eftirkanningar og møguligt endurgjald. Helst hevur hendan kanning bjargað fleiri øðrum frá at missa eitt ella bæði beinini í framtíðini. Grundin til, at granskingin kundi skipast, var, at hagtøl vóru tøk.

Í Føroyum hava vit nærum eingi hagtøl innan brek- og sjúklingaviðurskifti, og tí hava vit heldur ikki nøktandi granskingargrundarlag ella menningarætlanir. Tí kunnu vit hvørki prógva ella mótprógva, um mannarættindabrot verða framd. 

  • Nøktandi fyrireiking tryggjar atkomu uttan eykaútreiðslur

Handicaporganisationernes Hus í Danmark er eitt dømi um, at tað í roynd og veru loysir seg at taka persónar, ið bera brek og við varandi sjúkum, upp á ráð í sambandi við byggiverkætlanir. Tilgongdin at skipa fyri hesi byggiverkætlanini varð skipað soleiðis, at limafeløgini hjá DH vórðu tikin upp á ráð, longu áðrenn fyrireikingarnar fóru í gongd, og heilt til byggingin varð liðug.

Arkitekturin gjørdi eitt dygdargott kanningararbeiði í samstarvi við sjúku- og brekfeløg, og arbeiðsfólk, ið bygdu húsið, fingu kunning um teir ymisku borgararnar, og hvørjar avbjóðingar teir høvdu. Soleiðis bar til at tryggja, at arbeiðsfólkini betur skiltu endamál og smálutir við byggingini.

Tá ið húsið varð liðugt, vísti tað seg, at tað kostaði tað sama sum at byggja líknandi hús, har ikki varð lagt upp fyri atkomu. Stóri munurin var tó tann, at Handicaporganisationernes Hus varð mett at vera hitt mest atkomuliga húsið í heiminum.

Hendan søgan vísir, at tað í roynd og veru loysir seg at taka borgarar á ráð, og harav gera hóskandi tillagingar í byggiverkætlanum, meðan bygt verður. Í teimum førum, har umboð fyri borgarar við avbjóðingum ikki vera bodnir at vera í verkætlanum, hendir tað stundum, at tað er neyðugt at biðja um eyka tilboð. Slík eyka tilboð eru yvirhøvur dýr, og viðhvørt er torført at gera nøktandi tillagingar eftir, at arbeiðið er liðugt.  

 

Samstarv loysir seg

Frambrotini vísa greitt, at luttøka er avgerandi fyri at menna umstøður, førleikar og lívsgóðsku hjá borgarum, ið hava avbjóðingar. Um loysnir á brekøkinum skulu vera rímiligar og munagóðar, er treytin sostatt tann, at loysnirnar verða mentar í samstarvi millum borgarar og politisku skipanina. Hetta er ein atvoldin til, at altjóða Brekrættindasáttmálin byggir á setningin: Einki um okkum, uttan okkum.

Vit kunnu sostatt staðfesta, at samstarv loysir seg, bæði fyri politisku skipanina og fyri borgaran. Dygd og góðska í rættindatilgongdini eru treytað av, at viðkomandi borgarar eru við sum til dømis samstarvs- ella hoyringspartar. Um rættindini vera skerd ella brotin, ber til at leggja sak ella kæra avgerðir. Í kærumálum ber til læra av samskifti og grundgevingum fyri, hvussu tað ber til at finna ítøkiligar loysnir. Luttøka mennir soleiðis fortreytirnar fyri rættindaverju og virðiligari vælferð.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024