Umbering frá donsku stjórnini

juli 22, 2023

Í samband við at Socialministeriet 28. januar 2022 almannakunngjørdi søguliga frágreiðing um børn, ung og vaksin, sum vóru heimansett í ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, er nú avgjørt, at danska stjórnin skal geva teimum, sum hesa tíðina vóru fyri sviki og ágangi, eina umbering.

Hugsanin við serforsorgini var at skilja sundur bólkar av fólki við serligum tørvi frá almenna forsorgarpolitikkinum. Tí varð tað kallað serforsorg og umfataði tey, sum vóru blind og sjónveik, tey, sum vóru deyv og høvdu niðursetta hoyrn, tey við epilepsi, við talutrupulleikum og likamligum brekum, sálarsjúku og við menningartarni. Hetta eru alt fólk, sum limafeløgini hjá MEGD í dag umboða og arbeiða til frama fyri.

Hóast føroyingar, ið vórðu sendir á stovn í Danmark, ikki eru tikin við í frágreiðingini, og tí heldur ikki neyvt eru fevndir av umberingini, vita vit, at føroyingar, ið vórðu sendir á stovn í Danmark aftrat øllum hinum, sum frágreiðingin lýsir, hava verið í eini verri støðu, tí tey vórðu send burtur frá sínum kenda umhvørvi, til eitt annað land, við eini aðrari mentan og við einum øðrum máli, sum tey ikki skiltu – langt burturi frá sínum kæru.

Talan var um danskt málsøki, sum nú er yvirtikið. Í 1973 varð byrjað at taka fólk heimaftur til Føroya. Vit vita, at av teimum 142, ið vórðu send send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1929-1980, eru í løtuni 31, ið búgva í vardum bústovnum í Føroyum, meðan fimm enn búgva á stovnum í Danmark.

Bókin Søgan um hini, sum Doris Hansen skrivaði, lýsir millum annað eisini hetta tíðarskeiðið. Har verður greitt bæði frá teimum, sum vóru send av landinum og teimum, sum vóru verandi heima.

 

11. september 2023 kl. 11 til 14 í Norðurlandahúsinum

Tað er Pernille Rosenkrantz-Theil, ministari í almanna- og bústaðamálum, sum 11. september 2023 fer at geva teimum, sum hesa tíðina vóru fyri sviki og ágangi, umberingina. Søguliga frágreiðingin um donsku ser- og andveikraforsorgina fyri tíðarskeiðið 1933-1980 varpar ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu, tí børn, ung og vaksin hava verið fyri sviki og ágangi, meðan tey hava verið undir varðveitslu hjá statinum.

Í samband við umberingina frá donsku stórnini verður skipað fyri tiltaki í Føroyum, soleiðis at tey, sum vórðu send á stovn í Danmark, og eru komin heimaftur, kunnu vera saman og fylgja við í stroymingini úr Danmark. Tað er Almanna- og mentamálaráðið, sum saman við Javna, MEGD við limafeløgum og øðrum, sum skipar fyri tiltakinum í Norðurlandahúsinum, sum verður samstundis, sum tiltakið er í Danmark.

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, fer at bera fram røðu, eins og annað verður fyriskipað. Eisini verður middegismáli og okkurt gott aftur við kaffinum.

Tiltakið er ætlað øllum, sum vórðu send til Danmarkar á stovn undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, og eru komin heim aftur til Føroyar, teirra avvarðandi og onnur áhugað. Hesi kunnu melda til tiltakið hjá Almanna- og mentamálaráðnum, ammr@ammr.fo, áðrenn 6. september. Við tilmelding verður biðið um at nevna um serlig fyrilit skulu takast eitt nú í mun til koyristól ella um tørvur er á teknmálstulki. Tiltakið er ókeypis.

 

Danska frágreiðingin

Les donsku frágreiðingina: Historisk udredning vedrørende børn, unge og voksne anbragt i særforsorgens institutioner 1933-1980 her,

Myndin er úr bókini Søgan um hini og vísir sjúklingar, sum spáka úti umleið 1940

 

Seinastu tíðindi

Skipa heilsutænasturnar í nærumhvørvinum hjá borgaranum

september 10, 2024

Nú kanst tú vera við til hoyringina

august 22, 2024

Hoyringarfundur hjá brekrættindanevndini í dag

august 21, 2024

Góða ólavsøku

juli 23, 2024