Talgild inklusjón - hvussu tryggja vit øllum møguleikan at verða við?  

november 16, 2023

Myndina eigur Talgildu Føroyar

Í farni viku skipaði Talgildu Føroyar aftur fyri árliga evnisdegnum, og á breddanum var spurningin, hvussu vit tryggja øllum møguleikan at verða við. Fyri MEGD var Petur Elias Petersen, næstformaður, umboð, og eisini vóru ymisku tænastuveitararnir hjá Talgildu Føroyum við.  

MEGD fegnast um, at Talgildu Føroyar hava hugsað brekøkið inn frá byrjan og eisini framhaldandi ynskir ítøkiliga at seta talgilda inklusjón í verk. Tí fegnast MEGD um møguleikan at vera við at kjakast um evnið. Talgild inklusjón skal sjálvsagt framhaldandi tillagast, so hon møtir so mongum sum gjørligt og bjóðar fleiri við. Skjótt er til, at nøkur kenna seg útihýst, tí atlit ikki verður tikið til serlig viðurskifti, fleiri okkara hava.  

Tí er yvirskipaði spurningurin viðkomandi og eisini, at hetta varð sett á skrá, so meginreglan hjá Talgildu Føroyum frá 2015, sum millum annað nevnir fólk, ið bera brek og eru førleikaskerd, verður víst í verki í framtíðar menning av talgildu verkætlanunum. 

Fólk, ið bera brek, eru ymisk og tað merkir samstundis, at limirnir í teimum 24 limafeløgum kunnu hava ymiskar avbjóðingar á talgildu pallunum. Sum er, hevur Talgildu Føroyar gjørt eina atkomuskrá, sum er góð hjálp hjá millum øðrum sjónveikum og lesiveikum á palli teirra. Fleiri onnur gagnnýta eisini talgildu tænasturnar, sum tó enn ikki eru komnar heilt á mál, sum eisini varð víst á. 

Avgerandi er, at gjógvin 'at vera inni ella úti' ikki gerst djúpri, og tí skal alsamt arbeiðast við, at øll fáa sama møguleika at vera við og brúka talgildu pallarnar, sum teir eru ætlaðir. Nevnast kann til dømis, at arbeitt verður við møguleikanum at geva fulltrú hjá tænastuveitarunum, sum kemur afturat Apoteksverkinum og Mínboks, sum í dag hava møguleikan at veita fulltrú, eins og bankar og tryggingarfelag hava tað.

Fyri MEGD var møguleikin at luttaka vælkomin og áhugi er eisini fyri at vera við í netverki og/ella í undirbólkum innan talgilda inklusjón, bæði hjá Talgildu Føroyum og hjá tænastuveitarum innan talgilding.

Tíðindaskriv frá Talgildu Føroyar finnur tú her: Talgildu Føroyar fyri øll

Seinastu tíðindi

Betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin

juni 8, 2024

Kunning um undantøk til áfylling av brennievni til bilar hjá fólki, ið bera brek

mai 30, 2024

Norðurlond flaggskip í talgildari inklusjón

mai 29, 2024

Nei, øll hava ikki ráð til bil

mai 24, 2024