Norðurlond flaggskip í talgildari inklusjón

mai 29, 2024

Mynd: Forkvinnan í MEGD saman við Duritu Hansen frá Talgildu Føroyum, sum umboðu Føroyum í tankasmiðjuni og á ráðstevnuni

Talgild inklusjón var sett á breddan í Stokkhólmi 14. og 15. mai. Nú heimurin gerst alt meira talgildur, ynskja Norðurlond saman við baltisku londunum at vera flaggskip innan talgilding. Tí varð hesar dagarnar viðkomandi spurt, hvussu góðu loysnirnar fyri øll verða funnar, og hvussu Norðurlond og baltisku londini kunnu samstarva um talgilding, so eingi verða útihýst.

Við hesum sum grundleggjandi spurningum varð víðari spurt, hvørjar forðingarnar fyri talgildari atkomu eru fyri fólk, ið bera brek, og hvussu kunnu hesar skilabest og skjótast verða loystar.

Dagarnir byrjaðu við tankasmiðju, har orð vóru sett á, hvørjar ítøkiligu avbjóðingar eru. Við stuttum framløgum var møguleiki at tosa saman í bólkum um, hvussu ymisku londini síggja avbjóðingar og møguligar loysnir. Eftir tankasmiðjuna var síðani bjóðað til ráðstevnu um sama evni undir heitinum Digital Inclusion in the Nordic-Baltic Region.

Fyri Føroyar vóru umboðini Durita Hansen fyri Talgildu Føroyar og forkvinnan í MEGD.

Afturvendandi vóru mong orð sett á ynski um samstarv millum allar viðkomandi partar, og at fólk, ið bera brek, verða tikin við longu frá byrjan, tá ið skipanir verða skaptar og settar í verk. Fólk, sum bera brek, er ein sera samansettur bólkur av fólki, tí kunnu og mugu loysnirnar eisini vera ymiskar. Í Talgildu Føroyum hava tey t.d. frá byrjan arbeitt við hesum, sum millum annað inniber áhaldandi samstarv við ymiskar áhugabólkar, tænastuveitarar og limafeløgini í MEGD.

Fólk, ið liva við breki, kenna sjálvi størstu avbjóðingar á netinum, tí verða bestu loysnirnar við støði í algildum sniði funnar saman við teimum. Undirstrikað varð samstundis, at jú færri talgildir førleikar eru neyðugir fyri at gangnýta talgildu tænasturnar, jú betri er tað fyri tann, ið skal gagnnýta tær. Hetta uttan mun til førleikar.

Hetta alt skal sjálvsagt samstundis síggjast í ljósinum av, at trygdin á netinum altíð eigur at vera í hásæti. Hetta í sjálvum sær skapir eisini avbjóðingar, sum skulu loysast.

Her ber til at lesa meira um innleggini á heimasíðuni hjá NORDREGIO 

Les her eisini tíðindaskriv frá Talgildu Føroyum.

Fleiri myndir eru her.

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024