ST stúrir fyri manglandi rættindum í føroyskari lóg

september 16, 2024

Nú 10 ár eru liðin síðani hoyringina í brekrættindanevndini hjá Sameindu tjóðum í 2014, hevur nevndin aftur sent Føroya landsstýri niðurstøður við støði í eygleiðingum av føroyskari lóggávu og sent tilmæli, har orð verða sett á álvarsom viðurskifti viðvíkjandi rættindum hjá fólki, ið bera brek.

Brekrættindanevndin vísir í niðurstøðunum og tilmælunum á, at fleiri grundleggjandi rættindi enn ikki eru nøktandi fyri fólk, ið bera brek. Eisini eru fleiri tilmæli, sum enn ikki eru fingin í rætt lag síðani 2014.

Millum annað mælir nevndin til, at Føroya landsstýri í góðum og miðvísum samstarvi við fólk, ið bera brek og limafeløg teirra, skipa soleiðis fyri, 

  • at brekrættindasáttmálin verður settur í gildi sum føroysk lóg, og at stig verða tikin fyri at sáttmálin verður nýttur sum grundarlag í arbeiðinum hjá dómstólunum og í almennu umsitingini sum heild
  • at eftirmeting verða gjørd av verandi lóggávu fyri at tryggja, at lógir eru í tráð við meginreglur, allýsingar, rættindi og skyldur í brekrættindasáttmálanum
  • at lógir, ið skapa afturstig fyri fólk, ið bera brek, verða rættaðar
  • at langtíðar brekpolitisk virkisætlan verður gjørd saman við umboðandi feløgum, serliga fyri greinar 12, 14, 15, 19 og 24, sum ásetur ætlanir at menna rættindi og viðkomandi økir í brekrættindasáttmálanum við ítøkiligum málum, sum kunnu mátast, við nøktandi fígging og vísitølum, sum í eftirmeting kunnu visa á fram- ella afturstig í íverksetanini av virkisætlanini
  • at vitanin um brekrættindasáttmálan verður breidd út bæði hjá landi og kommunum
  • at nøktandi fígging verður veitt fyri at styrkja arbeiðið í limafeløgum hjá fólki, ið bera brek, so tey virkið kunnu vera við í arbeiðinum at seta brekrættindasáttmálan í verk og í eftirlitinum við umsiting og menning
  • at skipanir við greiðum mannagongdum verða mentar, sum tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika at luttaka í øllum málum, sum ávirka og viðvíkja tey
  • at rættindi at verða hoyrd, at ummæla lógaruppskot, kunngerðir o.a. verða staðfest í lóggávu, og at nøktandi ummælistíð verður sett av til feløgini, so hoyringar og ummæli hjá fólki, ið bera brek, og limafeløgunum geva veruliga og munagóða meining, eitt nú við innanhýsis samskifti við limirnar sínar á øllum økjum
  • at seta í gildi nýggja víðfevnda tvørgeira lóg, sum bannar allan mismun vegna brek, eisini uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og sum ásetir krav um rímiliga tillaging
  • at áskoðanir hjá kvinnum, ið bera brek, verða tiknar við í arbeiðið við lóggávu, ætlanum, íverksetan av hesum og eftirmetingum.
  • at munagóð stig verða tikin fyri at hoyra børn og ung, ið bera brek, umvegis umboðandi feløg teirra í sambandi við, at nýggj barnalógin verður fyrireikað
  • at málmenning verður tryggjað børnum við CI og avvarðandi teirra
  • at umboðandi feløgum verða tikin við at gera eina langtíðarætlan fyri at forða fyri fordómum og stimbra tilvitsku hjá eitt nú almenninginum, almennu umsitingini, vinnulívinum, politikarum og dómarum
  • at umboðandi feløgum verða tikin við at menna eina skipan, ið hevur eftirlit við flóttafólki – harundir fólk úr Ukraina, sum hava fyribils uppihaldsloyvi – sum bera brek, og tryggjar neyðug rættindi og rímiligar tillagingar í gerandisdegi teirra
  • at tvørgeira menningarætlan verður gjørd, ið hevur til endamáls at niðurlaga stovnar og sum heild forða fyri stovnsgerð fyri fólk, ið bera brek. Menningarætlanin eigur at verða fíggjað og við ásettum málum, ið kunnu mátast. Eisini skal ætlanin verja sjálvsavgerðarrættin og frælsið hjá tí einstaka og tryggja, at eisini fólk við breki hava møguleikan at seta føtur undir egið borð
  • at allar forðingar verða tiknar burtur og neyðugir førleikar og vitan verður ment, so børn, ið bera brek, kunnu verða inkluderað og luttaka í fólkaskúlunum á jøvnum føti við onnur
  • at hagtølsinnsavning og hagtals- og granskingarskipanir um fólk, ið bera brek, verða mentar, sum vísa tær forðingar, ið hesi uppliva sum verandi lívskor, og sum síðani kann verða haldgott vitanargrundarlag, tá ið stig verða tikin fyri at íverkseta brekrættindasáttmálan

Hetta eru alt viðurskiftir, sum Føroya landsstýri sum skjótast eigur at taka í álvara. Eins og tilmælir viðvíkjandi grein 33 um íverksetan av brekrættindasáttmálanum, at Føroyar byggja íverksetanina av brekrættindasáttmálanum á megingeglur í 'Global Alliance of National Human Rights Institutions (GANHRI)', so nýggja brekumboðið kann fáa viðurkenning við A-status sum menniskjarættindastovnur.

MEGD sær vælkomnar møguleikar í at menna føroyska samfelagið alt grundað á niðurstøðurnar og tilmælini frá brekrættindanevndini. Neyðugt er tó, at vit saman seta á dagsskránna at fremja munagóðar og burðardyggar batar okkum øllum til frama.

Arbeitt verður við at týða endaligu eygleiðingarnar, niðurstøðurnar og tilmælini hjá altjóða brekrættindanevndini til føroyskt og at gera ætlanir fyri at fáa tilmælini sett í verk. Føroyska útgávan verður seinni løgd á heimasíðuna hjá MEGD.

Tilber at lesa niðurstøðurnar á enskum her.

Myndin er tikin beint eftir hoyringina í ST-bygninginum. Á myndini eru umboð frá International Disability Alliance (IDA), Danske handicaporganisationer, LEV, Danske døves landsforbund, Tilioq - grønlendski talsmansstovnurin, MEGD og European Disability Forum (EDF). 

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur í brekráðnum

oktober 12, 2024

Fólkafundurin - Hvussu gera vit brekrættindi til veruleika

oktober 8, 2024

Uttan hoyringar vikna rættindi og almenn fíggjarstýring

oktober 2, 2024

Limafeløgini styrkja búskaparliga haldførið

oktober 1, 2024