Kommunuval: Hvussu eigur tín kommuna at tryggja...

november 8, 2024

Týsdagin 12. november verður kommunuval, og tað er bæði gott og neyðugt at síggja, at nøkur valevni hava sett seg inn í, hvør støðan á brekøkinum er, og nøkur spyrja eisini veljaran, ið ber brek, so betri ber til at bera viðkomandi vallyfti fram.

Á sosialu miðlunum - Facebook og Instagram - hevur MEGD lagt út uppslag við spurninginum: Hvussu eigur tín kommuna at tryggja fólki, ið bera brek, javnrættindi? Við spurninginum ynskja vit at fáa teg at svara spurninginum, so vit kunnu bera boðini víðari til kommunurnar um, hvussu tær komandi fýra árini eiga at raðfesta. 

Við vissu er eisini vónríkt at síggja valevni, ið vísa á ymisk viðurskifti, ið enn ikki virka, sum tey eiga.

Brekrættindanevndin hjá Sameindu tjóðum vísti í september 2024 við stúran á manglandi upplýsing, átøk og kunning millum annað úti hjá kommununum um brekrættindi og brekrættindasáttmálan. Niðurstøðurnar vísa á tørvin, at Føroyar miðvíst innan rímuligt mark, tryggja øllum rættindi í verki og styrkir um vitan og førleikar at fremja brekrættindi úti í kommununum.

Í hesum er umráðandi sum valevni og veljari at vita, um talan er um landsuppgávu ella kommunala uppgávu. Hesi eru hvør sín geiri, sum í ávísum viðurskiftum er ein bági. Her hevur MEGD í mong ár arbeitt fyri at niðurlaga múrar, sum kunnu vera ímillum hesar við tí endamáli, at eingin einstaklingur skal detta niðurímillum orsaka av breki, men eftir tørvi fáa rættindi síni handhevjað í verki – eisini úti í kommununum.

Eisini vísir brekrættindanevndin við stúran á, at rættindi verða tulkað ymiskt alt eftir, hvørjari kommunu viðkomandi býr í. Hetta kann beinleiðis taka rættindi frá nøkrum og økja um vandan fyri stovnsgerð, so møguleikarnir fyri at liva eitt frælst og sjálvstøðugt lív verða skerdir.

Fólk, ið bera brek, vita aloftast best um egnar avbjóðingar, og eiga tí at fáa ein sjálvstøðuga rødd og vera tikin við fyri at betra um livikor teirra. Hendan rættindahugsan styrkir bæði grundarlag og møguleikarnar fyri at finna góðar og burðardyggar loysnir.

MEGD er meginfelag við 24 limafeløgum, har øll limafeløgini, eins og meginfelagið, hvør á sínum øki gera eitt miðvíst arbeiði - eitt nú í mun til lands- og kommunupolitikk og umsiting.

„Onki um okkum uttan um okkum” er slagorð okkara, so upplagt er, at valevni, sum ynskja at arbeiða til frama fyri brekøkið, taka avvarðandi limafeløg við og spyrja, hvat enn kann gerast betri.

Brekøkið hevur í dag nógvar røddir, og føroyingar ynskja sum heild eitt samfelag, har tað er gott at búgva, eisini hjá okkum, ið bera brek.

Hervið ynskir MEGD at heita á bæði valevni og veljarar um at hava okkum í huga, bæði tá ið eitt komandi bý- og bygdaráð verður skipað, og ikki minst í tey fýra árini valskeiðið varir.

Gott kommunuval 2024

 

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024