Góðan altjóða brekrættindadag - Einki um okkum uttan okkum

desember 3, 2024

Í august 2024 var MEGD vegna tey 24 limafeløgini aftur til hoyring í brekrættindanevndini hjá Sameindu Tjóðum. Hoyringin bygdi á frágreiðing frá ávikavist Føroya Landsstýri og limafeløgunum.

Vælkomin vóru orðini í stóra salinum í ST-bygninginum í Genève frá føroysku embætis fólkunum, at „Føroyar hava viðurkent sjey altjóða menniskjarættindasáttmálar og brúkar teir sum tilvísing og nýtiligt amboð í tí dagligu fyrisitingini, tá ið vit arbeiða við at tryggja, at tann grundleggjandi andin og meginreglurnar í menniskjarættindum verða sett í verk sum ein týðandi partur av lóggávu, tilgongd í lógarsmíði, politikki og virkisætlanum.”

Við orðunum kom samstundis sannkenningin av, hvussu stóran týdning tað hevur, at júst hetta verður tikið í størri álvara. Um brekrættindasáttmálin skal hava mest møguliga ávirkan og skal virka, sum hann er ætlaður, skal veruligt lív kveikjast í orðini.

Víðari varð sagt, at „hetta er eitt áhaldandi arbeiði, og íverksetanin av brekrættindasáttmálanum í 2009 skapti eina eyðsýnda broyting av fyrisitingarligum atlitum og átøkum fyri at betra um vælferð teirra, ið bera brek, í samfelag okkara.”

Vit kunnu vera samd um, at samstarvið um brekrættindasáttmálan tey seinnu árini hevur broytt føroyska samfelagið. Samstundis eiga vit at minnast til, sum Rosemary Kayess úr brekrættindanevndini segði, at „ávirkanin av vanahugsan – ableismu – á lív okkara, ið bera brek, gevur gróðrarlíkindi fyri noktan og lítilsmetan av menniskjarættindum við
lóg, í politikki og í verki. Tey verða hildin at vera bæði vælviljað og vinarlig vælferðarátøk, sum júst eru sniðgivin til umsorgan, viðgerð og verju. Tey hava tó avmarkað persónligan sjálvavgerðarrætt í lívi okkara, ið bera brek, og sett okkum uttan fyri felagsskapin.”

Menniskjarættindini byggja á, at vit, ið bera brek, eru serfrøðingar í egnum lívi, har vit eiga at verða hoyrd, sædd og viðurkend. Einki skal vera um okkum uttan okkum.

Tí er tað við spenningi, at vit millum annað fylgja við nýggja eftirlitinum, sum frá 1. januar 2025, saman við umboðandi feløgum, skal tryggja, at brekrættinda sáttmálin fær dygdargóða ávirkan og verður við til at betra um kor og umstøður hjá teimum, sum vegna brek hava rætt til rímiligar til lagingar í gerandisdegnum.

Nú greiðar niðurstøðurnar frá ST-nevndini aftur eru latnar Føroya Landsstýri, vísa tær vegin. Har eru viðurskifti, sum vit sum skjótast til ber saman eiga at tríva í. Millum annað fíggjarliga at menna limafeløgini, so vit, ið bera brek, verða hoyrd og sædd og á ein skipaðan hátt fáa møguleika við nøktandi orku og tíð at vera við sum hoyringspartur í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja okkum. Menniskjarættindi eru jú meir enn politikkur.

Við hesum orðunum úr nýggja MEGD-blaðnum, sum tú kanst lesa her, verður føroyingum ynskt ein fevandi altjóða brekrættindadag.

Les her greinina 'ST stúrir fyri manglandi rættindum í føroyskari lógum', sum er um niðurstøðurnar hjá brekrættindanevndini í september 2024.

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024