Nýggjasta
Aðalfundurin 2025

Lýst verður til aðalfund á Hotel Føroyum mánadagin 31. mars 2025 kl. 17.00.
Skrá sambært viðtøkunum:
a. Val av orðstýrara
b. Formansfrágreiðing
c. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
d. Framløga av fíggjarætlan til kunningar
e. Býtið av fíggjarliga stuðlinum til limafeløgini
f. Innkomin mál
g. Val av formanni/-kvinnu, sum verður vald/ur fyri 3 ár í senn.
h. Val av limum til starvsnevndina, umframt tiltakslimir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Tveir limir standa fyri vali.
i. Val av løggildum grannskoðara, sum verður valdur fyri 2 ár í senn.
j. Innliman/striking av limafeløgum
k. Ásetan av limagjaldi
l. Ymiskt
Uppskot frá limafeløgum til mál at leggja fyri aðalfundin og uppskot til forkvinnu/mann og starvsnevndarlimir skulu verða starvsnevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin t.v.s. í seinasta lagi 9. mars 2025
Limir í limafeløgunum hjá MEGD kunnu møta á aðalfundinum.
Vinarliga boða frá luttøku á megd@megd.fo ella á tlf. 317373 týsdag-hósdag kl. 10-15 í seinasta lagi 24. mars 2025.
Starvsnevndin
Seinastu tíðindi

Aðalfundurin 2025
Talgildu Føroyar 2.0 (Heildarætlan 2025-2027)
