Norðurlendsk yvirlýsing - Vitlíki skal fremja rættindi og luttøku

juni 25, 2025

MEGD fegnast um at ikki færri enn tvey landsstýrisfólk vegna Føroyar hava tikið undir við nýggju norðurlendsku yvirlýsingini um vitlíki fyrr í juni mánað. Við heitinum ”Við inklusjón, rættvísi og atkomu skal vitlíki fremja møguleikarnar hjá fólki, ið bera brek, at luttaka” er setir yvirlýsingin orð á týdning av, at vitlíki mennir rættindi hjá fólki, ið bera brek og hava varandi sjúku, soleiðis at tey kunnu verða við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Sostatt hava Ruth Vang, fíggjarmálaráðharri, og Eirikur í Jákupsstovu, almannamálaráðharri, saman við viðkomandi landsstýrisfólkum úr øðrum norðanlondum skrivað undir fylgjandi orðing fyrr í juni mánað:

"Vit, norðurlendsku heilsu- og almannamálaráðharrarnir, og norðurlendsku og baltisku ráðharrarnir innan talgilding, semjast um at fremja rættindi og luttøku fyri fólk, ið bera brek, eitt nú í kjaki og avgerðum, ið viðvíkja vitlíki, bæði í londunum, og í norðurlendskum og baltiskum høpi."

Umrøða norðurlendska gransking innan vælferð og brekrættindiYvirlýsingin lýsir annars fleiri týðandi avbjóðingar, ið fólk við breki og varandi sjúku, kunnu hava í sambandi við vitlíki, umframt hvussu til ber at finna loysnir og tryggja menning saman við teimum feløgum, ið umboða áhugamál teirra. Millum annað verður greitt frá, at umframt at vera ein spurningur um grundleggjandi menniskjarættindi, kann tað eisini vera ein greiður búskaparligur fyrimunur fyri lond í mun til burðardygd, um tørvur og rættindi hjá fólki, sum bera brek, verða tikin við í menningina av vitlíki.

Við mentum rættindum kunnu fólk, sum bera brek ella hava varandi sjúku, fáa betraðar karmar og umstøður, ið gera tað møguligt hjá teimum at luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Eisini kunnu eitt nú arbeiðsmarknaður og almanna- og heilsutænastur verða ment, soleiðis at hesi fevna øllum borgarum við sokallaðum algildum sniði (universal design). Við at fremja grundleggjandi menniskjarættindi kann vitlíki samstundis verða við til at fremja búskaparliga burðardygd.

Tað er eisini hugaligt at yvirlýsingin varð skrivað í góðum samstarvi millum umboðandi feløg og umboð fyri tey lond, ið hava skrivað undir. Hetta varð gjørt í síðsta mánað, tá norðurlendska ráðharraráðið hittist í Finnlandi at umrøða mál, ið eru viðkomandi fyri millum annað vitlíki.

Umboð fyri lond og feløg práta um støðuna hjá fólki, ið bera brek, í norðurlondumNorðurlendska breksamstarvið hittist um somu tíð, har umboð fyri norðurlendsku londini og meginfeløg hjá fólk, ið bera brek, vóru til staðar. Vegna MEGD luttók Bárður A. Ísheim, aðalskrivari, og vegna Almannamálaráðið luttók Barbara Álvsdóttir Thomsen, fulltrúi. Eftir fundin í brekráðnum luttók umboðið fyri MEGD á hálvárligum fundi í norðurlendska meginfelagnum, Handicapsorganizationernes Nordiske Råd (HNR). Har vóru fleiri viðurskifti umrødd, sum fólki, ið bera brek, hava í felag tvørtur um norðurlendsku og baltisku landamørkini. Umframt 'vitlíkið' varð prátað um norðurlendska gransking í vælferð og brekrættindum, og prátað varð um evni og orðingar, sum áttu at vera tikin við í yvirlýsingina.

Tað var eisini áhugavert at hoyra, at nýggja pensjónsskipanin í Íslandi, sum kemur í gildi 1. september í ár, varð ment í góðum samstarvi millum umboðand feløg og myndugleikarnir innan almannaøkið. Hetta tryggjaði m.a. góða politiska undirtøku, og pensjónsskipanin varð samtykt í íslendska parlamentinum, Altinginum, og at nøktandi atlit vóru tikin til fólk við breki og varandi sjúku. Hendan nýggja skipanin, ið verður mett at verða eitt nýbrot, fer eitt nú at hava við sær, at fólk sjálvi fara at fáa høvið at meta um, hvørt tey hava tørv á pensjón, umframt at atlit fara at verða tikin til umstøður og karmar. Hetta var serliga áhugavert at hoyra, nú vit í Føroyum fyri stuttum hava umrøtt møguleikarnar at hækka pensjónsaldurin til 70 ár. Føroyska uppskotið varð tikið aftur, m.a. tí at sivilsamfelagið hevði verið við í tilgongdini at smíða uppskotið. Nú verður spennandi at fylgja við í hvussu leiku fer.

Øll yvirlýsingin - sum tíverri ikki er tøk á føroyskum enn - kann lesast her: https://www.norden.org/en/declaration/promoting-participation-persons-disabilities-through-inclusive-fair-and-accessible.

Luttakararnir fyri lond og umboðandi feløg í norðurlendska breksamstarvinum í mai mánað vóru:

  • Sif Holst, Danske Handicaporganisationer Danmark
  • Leif Olsen, VIVE Danmark
  • Ellen Nirhamo, Handikappforum rf Finland
  • Päivi Nurmi-Koikkalainen, THL Finland
  • Tea Hoffrén, Social- och hälsovårdsministeriet Finland
  • Bárður Atlason Ísheim, MEGD Färöarna
  • Barbara Álvsdóttir Thomsen, Socialministeriet Färöarna
  • Eva Þengilsdóttir, Öryrkjabandalag Islands ÖBI Island
  • Anna Klara Georgsdóttir, Socialministeriet Island
  • Kirsten Olesen-Nzulumike, Departementet for Sundhed og Personer med Handicap Grønland
  • Sara J. Fleischer, NIIK Grønland
  • Josephine Holding, NIIK Grønland
  • Maren Anna Lervik, Barne- unge og familiedirektoratet Norge
  • Per-Christian Wandås, Helsedirektoratet Norge
  • Ingrid Thunem, Unge Funksjonshemmede Norge
  • Andreas Stjärnström, Myndigheten för delaktighet Sverige
  • Karin Flyckt, Socialstyrelsen Sverige
  • Marie Sten, Funktionsrätt Sverige
  • Gunilla Lindqvist, Ålands landkapsregering Åland
  • Karl Wahlman, Funktionsrätt Åland

Seinastu tíðindi

Norðurlendsk yvirlýsing - Vitlíki skal fremja rættindi og luttøku

juni 25, 2025

Hvør verjir vælferðina?

juni 20, 2025

Deyva Cecilie er sjúkrarøktarfrøðingur

juni 9, 2025

Hjartans tøkk bæði fólk, fyritøkur, feløg og kommunur

mai 27, 2025