Landsinnsavningin 2025

mai 12, 2025

Sunnukvøldið 25. mai 2025 kl. 19:00-21:00 skipar MEGD vegna síni 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek, og varandi sjúku, fyri landsinnsavning, sum verður send beinleiðis í sjónvarpinum, bæði á Kringvarpi Føroya og Rás1 hjá Televarpinum.

Sunnukvøldið 25. mai 2025 kl. 19:00-21:00 skipar MEGD vegna síni 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek, og varandi sjúku, fyri landsinnsavning, sum verður send beinleiðis í sjónvarpinum, bæði á Kringvarpi Føroya og Rás1 hjá Televarpinum.

Tiltakið verður hildið í stórhøllini við Tjarnir, og á skránni verður tónleikur við Lenu Andersen, Marius DC, Demenskórinum, Bass Elvis og Ester Skála, samrøður og innsløg um m.a. livikor hjá fólki, ið bera brek, og varandi sjúku, og sjálvbodna arbeiðið hjá feløgunum. Vertir vera Óluva Zachariassen og Kári Sólstein, og sendingin verður bæði teknmálstulkað og tekstað.

Fólk og fyritøkur/feløg eru hjartaliga vælkomin at stuðla feløgunum, sum hava tilsamans fleiri hundrað sjálvboðin, ið hvønn dag arbeiða fyri at betra livikor og rættindi hjá øllum, sum bera brek í Føroyum. Stuðulin fer til at styrkja feløgini, og tað stóra sjálvbodna arbeiðið, ið tey gera, eitt nú við at betra um trivnað, skipa fyri kunningartiltøkum og stuðla og ráðgeva myndugleikum og fólki, ið bera brek, og varandi sjúkum, og avvarðandi teirra.

Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu at fáa góða sjónligheit live undir sendingini, har stuðulsupphædd og navn á fyritøku/felagi verða víst í rullandi rútinum, ið sæst á skíggjanum. Hetta kann avtalast nærri, um tit velja at stuðla.

Eftir landsinnsavningina takkar MEGD alment teimum fyritøkunum, ið velja at stuðla, m.a. á sosialum miðlum og heimasíðuni. Um áhugi er fyri at stuðla landsinnsavningini, verða tit biðin um at senda ein teldupost til megd@megd.fo við upplýsingum um fylgjandi: stuðulsupphædd, navn á fyritøkuni og teldupostaddressu, har rokningin skal sendast til.

Einstaklingar kunnu stuðla HER.

Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu stuðla HER.

(Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu eisini senda ein teldupost við stuðulsupphædd, heiti á telduposti, og um tey ynskja at koma á live bannaran á megd@megd.fo.)

Eisini ber til at gera eina bankaflyta á:

  • 9181 - 777.333.3 (Betri banki)
  • 6460 - 777.333.3 (Føroya Banki)
  • 9865 - 737.373.7 (Norðoya Sparikassi)      
  • 9870 - 310.295.6 (Suðuroyar Sparikassi)

Seinastu tíðindi

Landsinnsavningin 2025

mai 12, 2025

5 uppskot til kunngerðir ísv. at heilsutænasturnar verða fluttar í nærumhvørvið hjá borgarum

mai 11, 2025

Sálarligt arbeiðsumhvørvi

apríl 14, 2025

Ruth er nýggj forkvinna

apríl 1, 2025