Nýggjasta
Friðaðar kirkjur mangla virðiliga atkomu
Sambært lóg skal kirkjan tryggja, at gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur eru almennar, og hava øll kirkjufólk lógarfestan rætt til kirkjuliga tænastu, um hetta er tað, ið tey ynskja. Tíverri hoyra vit áhaldandi um, at atkoman í fleiri gomlum kirkjum er als ikki nøktandi, og at fólk við rørslutarni tískil ikki sleppa í kirkju. Hesin mismunur vegna brek eigur ikki at góðtakast. MEGD mælir til at ein virðilig loysn verður funnin sum skjótast.
Kirkjufólk vera útihýst vegna brek
Fyri MEGD hevur tað týdning at seta spurningin, hví vit hava bygt kirkjur í Føroyum, og hvat endamálið er við at byggja kirkjur? Er ætlanin ikki at halda galdandi lóg, ið staðfestir at gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur eru almennar? Eru kirkjurnar ikki bygdar fyri, at allir føroyingar skulu hava møguleika fyri at hoyra Guds orð, um teir ynskja tað? Øll tykjast at vera samd um, at Fólkakirkjan eigur at vera fyri øll, og í stóran mun røkkur hon eisini hesum endamál. Men tíverri mugu vit ásanna, at viðkomandi mannagongdir fyri almenna bygging og umbygging í gomlum kirkjum eru sera fløktar. Ein avleiðingin er, at nakrir borgarar sleppa ikki í kirkju vegna brek.
ST-sáttmálin er greiður
Altjóða breksáttmálin er greiður, tá tað kemur til atkomu, har grein 9 staðfestir at: ”til tess at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum, skulu limalondini seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at tey eins væl og onnur sleppa inn í bygningar og fram at ymisligum umhvørvi.” Føroysk lóggáva skal helst samsvara, ella sum tað minsta ikki verða í stríð, við teir altjóðarættarligu sáttmálar, ið eru galdandi í Føroyum, her undir breksáttmálan.
Mong dømi
Nú hesar seinastu dagarnar, hava vit hoyrt um málið viðvíkjandi at kirkjan í Kaldbak hevur fingið wc, og at hetta wc kostar 800–900 t.kr. Í tíðindunum kom fram, at tað hevur tikið 6 ár frá mann byrjaði uppá arbeiðið við at fáa wc til arbeiðið varð liðugt. Spurningurin er síðani, um mann hevur hugsað atkomu fyri fólk við rørslutarni, her undir koyristólsbrúkarar, inn í byggingina av hesum wc?
Kirkjan í Sandvík er eitt annað dømi, har tað hevur tikið samfull 10 ár fyri at fáa loyvi at byggja eina rampu, so at fólk við rørslutarni og koyristólsbrúkarar sleppa inn.
Í Føroyum eru 10 træ kirkjur, ið eru yvir 100 ár og kann atkoman í hesum kirkjum ikki betrast uttan so at tær fylgja at síggja til fløktum mannagongdum m.a. sambært ”kunngerð um bygningar fólkakirkjunnar”, ið sigur at:
Umvæling av kirkjubygningi sum hevur við sær nakra broyting, má bert gerast við loyvi frá Stiftsstjórnini. Er talan um bygning eldri enn 100 ár, skal ummæli fáast frá Tjóðsavninum. (Grein 2)
Neyðugt at handhevja rættindi hjá kirkjufólki
Soleiðis sum gongdin hevur verið viðvíkjandi millum annað nevndu málum, har kirkjuráð í góðari trúgv taka stig til at gera ábøtur soleiðis, at kirkjan kann vera atkomulig fyri øll, eisini fólk við rørslutarni, tykist at vera neyðugt við broyting í verandi lóggávu og skipanum.
Á hesum grundarlagi ynskir MEGD at gera vart við, at atkomuviðurskiftini í almennu fólkakirkjuni, eiga sum heild at verða betrað, soleiðis at øll kenna seg vælkomin at ganga í kirkju uttan mun til um ein er illa gongd/ur ella hevur rørslutarn í breiðari merking. Atkomukrøvini til almennar byggiverkætlanir hjá fólkakirkjuni eiga at verða betri lýst, og um tað kemur til skarpskeringar eigur atkoman at verða raðfest hægri tað, at varðveita bygningarnar í uppruna sniði. Vit kunnu spyrja: hvat skulu kirkjurnar hóast alt vera til, um fólk ikki kunna vitja tær?
Samstundis verður víst á, at tað er alt ov stirvið, tá eitt kirkjuráð skal bíða upp í heili 10 ár fyri at sleppa at gera neyðugar broytingar - hetta kann gerast betur! Ein loysn kundi verið, at felags reglur verða skipaðar fyri, hvussu mann kann betra um atkomuviðurskifti innan rímiliga tíð, her undir at gera rampur, wc og aðrar ábøtur á kirkjur, ið eru yvir 100 ár. Endamálið eigur at vera at eingin verður settur uttanfyri vegna brek, men at øll kunnu kenna seg vælkomin at ganga í kirkju og til gudstænastu.
Vegna MEGD
Ása Olsen, forkvinna
Seinastu tíðindi
Friðaðar kirkjur mangla virðiliga atkomu
Støði, viðlíkahald, rakstur, tól, amboð, innbúgv o.a. í heilsumiðstøðum