Sterilisatiónslógin

oktober 31, 2025

Uppskotið til løgtingslóg inniheldur fleiri atlit, sum bæði loyva og leggja upp til mismun vegna brek. Her skal viðmerkjast, at tað í § 4 beinleiðis verður víst til sálarsjúku, sálarligt órógv, veikari gávuføri, grovt lyndisfrávik ella álvarsliga likamliga sjúku. Somuleiðis verður víst til ættarbregði hjá umsøkjaranum ella hjúnafelaganum ella sambúgvanum, har vandi er fyri, at møgulig børn fáa álvarsligar likamligar ella sálarligar sjúkur, at tað má metast at vera ynskiligt at fyribyrgja barnsburð.

Nøkur grundleggjandi viðurskiftir

Uppskotið inniheldur fleiri atlit, sum bæði loyva og leggja upp til mismun vegna brek. Her skal viðmerkjast, at tað í § 4 í lógini, beinleiðis verður víst til sálarsjúku, sálarligt órógv, veikari gávuføri, grovt lyndisfrávik ella álvarsliga likamliga sjúku. Somuleiðis verður víst til ættarbregði hjá umsøkjaranum ella hjúnafelaganum ella sambúgvanum, har vandi er fyri, at møgulig børn fáa álvarsligar likamligar ella sálarligar sjúkur, at tað má metast at vera ynskiligt at fyribyrgja barnsburð.

Uppskotið ásetur møguleika fyri eini stuðlandi samrøðu, um fólk, ið bera brek ynskja sterilisatión, men lýsir ikki nøktandi júst hvussu hetta fer fram. Nøkur týðandi ivamál standa tí ósvarað um, júst hvussu og í hvønn mun fólk, ið bera brek, sjálvi, m.a. við hóskandi stuðulstænastum, og rímiligum tillagaðum kørmum og umstøðum, kunnu taka hesa avgerð. Kravið um samtykkið tykist tí at standa á ógreiðum grundarlagi.

Landsstýrismaðurin skal seta eitt samráð at taka avgerðir í spurninginum um sterilisatión.

MEGD metir, at tað er neyðugt at skipa hóskandi átøk og tænastur fyri at stuðla fólki, ið bera brek, at taka avgerðir sjálvi, sum eru rættar fyri tey, og ikki fyri nakran annan, heldur enn at taka avgerðir fyri tey.

Ættarrøkt er mismunur vegna brek

Tað er eisini ómetaliga álvarsamt, at uppskotið loyvir og kann tulkast til at leggja upp til ættarrøkt og brek-grundaða sterilisatión, m.a. fyri ikki at føra brek ella sjúku víðari til komandi ættarlið. Uppskotið allýsir ikki hugtøk sum brek, tarn ella sjúka, men skal lógin tó eftir ætlan forða fyri at børn við ávísum brekum ella sjúku verða fødd.

MEGD hevur hinvegin ta greiðu fatan, at bæði vaksin og børn, ið bera brek eiga framhaldandi at varðveita somu virðing og tign, sum onnur, ið ikki bera brek, í Føroyum.

Um sterilisatiónslógin skal nútímansgerast, eigur hon tí ikki at leggja upp til mismun og ættarrøkt mótvegis fólki, ið bera brek, ella børnum teirra. Hóast hetta ikki er tilætlað, stríðir verandi uppskot við altjóða skyldur, millum annað sambært Brekrættindasáttmálanum og evropeiska mannarættindasáttmálanum.

Samanumtøka

Tað kennist veruliga, sum vit eru á einum vegamóti, tí hvør skal gera av, um forðingar í samfelagnum eru nóg álvarsamar til at mítt brek er haldgóð orsøk til at velja sterilisatión?

MEGD saknar veruliga at síggja, at mann innhugsar rímiligar tillagingar í samfelagnum, so at hesir spurningar eru óneyðugir.

Vit kunnu ikki bara hugsa her og nú avgerðir, tí hvat fara hesar avgerðir at vísa okkum um 10 ár? ella um 20 ár?

Um vit hyggja eftir, hvussu tað er gingist við snyrlismálinum í Grønlandi, eiga vit at hugsa okkum væl um, hvørjar skipanir vit seta í verk.

Í einum so álvarsamum inntrivi sum sterilisatión, er mann noyddur at tryggja, at tann, ið skal hava inntrivið er full vísur í hvat tað er, viðkomandi gongur við til.

Eitt samráð er ikki nóg gott, har mugu onnur inn yvir, sum vit hava víst á omanfyri.

Fyri MEGD hevur tað týdning, at fólk, ið bera brek verða javnsett við onnur. Vit ynskja ikki fyrimun, tí vit bera brek, men vit ynskja sama møguleika sum onnur, sum kann tryggjast við rímiligum tillagingum.

Fólk, ið bera brek fevna um tey, sum hava varðandi likamlig, sálarlig, vitborin og kenslulig mein, sum í samvirki við ymsar forðingar kunnu forða fyri, at tey til fulnar og á virknan hátt kunnu vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur.

Ása Olsen, forkvinna

 

 

 

 

 

Seinastu tíðindi

Sterilisatiónslógin

oktober 31, 2025

Friðaðar kirkjur mangla virðiliga atkomu

oktober 24, 2025

Støði, viðlíkahald, rakstur, tól, amboð, innbúgv o.a. í heilsumiðstøðum

oktober 23, 2025

Ráðgevandi nevndin hjá Brekumboðnum er nú sett

oktober 20, 2025