Nýggjasta
FÍGGJARNEVNDIN Á VITJAN
november 6, 2025
Í gjár, mikudagin 5. november, var løgtingsins fíggjarnevnd á vitjan hjá MEGD.
Vegna nevndina luttóku Eyðgunn Samuelsen, Hanna Jensen, Beinir Johannesen, Rósa Tyril og Hallur Markná, skrivari.
Vegna MEGD greiddu forkvinnan, Ása Olsen, og aðalskrivarin, Bárður A. Ísheim, frá um fjølbroytta virksemið hjá meginfelagnum og teimum 24 feløgum hjá fólki, ið bera brek.
Síðani var prátað um m.a. vælferðarsamfelagið, sum er undir stórum trýsti, og um hvussu feløgini kunnu deila teirra týdningarmiklu vitan um hvussu vælferðarskipanir og lógarfest rættindi virka í gerandisdegnum hjá fólki.
MEGD takkar fyri vitjanina og ynskir fíggjarnevndini góðan arbeiðshug víðari.
Seinastu tíðindi
Samgonguskjal við nýggjum og spennandi møguleikum
apríl 11, 2026
Starvsnevndin í MEGD hevur skipað seg við næstforkvinnu
apríl 9, 2026
Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv
mars 27, 2026
YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU
mars 23, 2026