Altjóða brekrættindadagurin 2025

desember 4, 2025

Í gjár 3. desember 2025, varð altjóðabrekrættindadagurin hátíðarhildin í Smæruni í Havn.

Sameindu Tjóðir hava kunngjørt evnið fyri altjóða brekrættindadagin 2025 at vera: At fremja brek-inkluderandi samfeløg, fyri at fremja sosiala framgongd.

Av sonnum kunnu vit hátíðarhalda hendan umráðandi dagin, ið minnir okkum á, at øll menniskjur hava sama ómissandi rætt.

Tað var Margit Stórá, landsstýriskvinna í Almanna- og heilsumálum, ið setti dagin.

Hennara røða var sera viðkomandi fyri okkum, og hevur tað stóran týdning fyri okkum, at hon tók sær stundir at luttaka á altjóða brekrættindadegnum.

Fyri okkum var tað somuleiðis ein sonn gleði, at hoyra Eilif M. Arge, ið er fyrsta brekumboð nakrantíð í Føroyum,siga nøkur orð.

Tóra við Keldu, ið hevur verið forkvinna í MEGD frá apríl 2014 til apríl 2025, hevði eina sera nemandi og góða framløgu um tað at vera menniskja, og tað at bera brek. Fáur mann sum hon duga at seta orð á lívsins viðurskiftir, og ikki at gloyma hennara sang, ið vit eisini vóru ríkaðið við.

 At enda var verkætlanin, sum viðger lívskorini hjá fyritíðarpensjónistum í Føroyum, løgd fram. Av sonnum ein STÓRUR dagur.

Olga Biskopstøð, verkætlanarleiðari, segði nøkur orð og Gestur Hovgaard legði síðani verkætlanina fram.

Tað var meginfelagið Megd, sum fyri nøkrum árum síðani tók stig til at seta gongd á, at kanna lívskorini hjá føroyskum fyritíðarpensjónistum, sum fáa miðal og hægstu fyritíðarpensjón. Neyvara endamálið er at fáa til vega eina dagførda vitan, ið kann styrkja og stuðla undir arbeiðið hjá Megd og limafeløgunum fyri bøttum umstøðum og javnrættindum hjá teimum, sum bera brek.

Onnur, ið hava verið innyvir verkætlanina í góðum samstarvi við Olgu er Erika Ann Hayfield, ið hevur verið við til at gera verkætlanina liðuga.                                           

Ein fylgibólkur hevur veitt fakliga vegleiðing og sparring, og í hesum hava sitið: Tóra við Keldu, Megd, Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari, Megd, Herit V. Albinus, búskaparfrøðingur, Fróðskaparsetur Føroya, Firouz Gaini, professari, Fróðskaparsetur Føroya, Jónvør Christiansen, Megd, Ragnhild Dahl, ráðgevi, Javni, Laura Apol, Sinnisbati, og Gunnhild Persson, aðalskrivari, Sinnisbati.

Almannaverkið og Almannaráðið hava stuðlað verkætlanini við viðmerkingum umframt kunning og hagtølum um fyritíðarpensjónistar, og hava eisini, úr síni skipan, víst okkum á viðtalufólkini, sum hava luttikið í kanningini.

Fróðskaparsetur Føroya, Sjúkrakassagrunnurin, Betri Stuðul og Megd hava fíggjarliga og praktiskt gjørt tað møguligt at fremja verkætlanina.

MEGD ynskir at takka tykkum øllum, ið hava gjørt hesa verkætlanina møguliga.

Vit hoyra politikarar og onnur mest tosa um BTÚ, men við hesari livikorskanningini, vóna vit, at mann fær tann menniskjaliga vinkulin við, bæði fyri MEGD og ikki minst fyri limafeløgini í MEGD.

Hendan kanningin gevur okkum innlit í viðurskiftir, ið vit kunnu brúka í okkara dagliga arbeiði, bæði í MEGD og í limafeløgunum.

Fyri okkum í MEGD var hetta av sonnum ein stórur dagur.

 

 

Seinastu tíðindi

Altjóða brekrættindadagurin 2025

desember 4, 2025

Fráboðan send til Brekumboðið

november 28, 2025

Altjóða brekrættindadagur 2025 - Mikudagin 3. desember kl. 15-17 í Smæruni

november 26, 2025

Rætturin til heilsugott kynslív

november 7, 2025