Nýggjasta
Livikorskanningin 2025 eitt valaverk, ið gevur nógva viðkomandi vitan.
Á altjóða brekrættindadegnum 3. desember, varð livikorskanningin løgd fram.
Hendan kanningin gevur okkum vitan um lívsumstøðurnar hjá fyritíðarpenskonistum í Føroyum.
Við orðunum, at hava, at elska, at vera – um hvussu tað upplivist at vera fyritíðarpensjónistur í Føroyum og úr niðurstøðunum í frágreiðingini, eru nógv viðurskiftir, ið kunnu betrast.
Kanningin byggir á ein kvantitativan part og ein kvalitativan part, við denti á tað kvalitativa.
Kvalitativi partinum byggir á samrøður við 20 ymiskar luttakarar, ið eru javnt býttir viðvíkjandi hvar í landinum tey búgva, kyn, avbjóðingar og slag av fyritíðarpensjón, miðal ella hægstu.
Spurningarnir vóru skipaðir soleiðis, 1. materiel viðurskiftir, 2. sosial sambond og 3. sjálvsfatan.
[i]At hava snýr seg um tey materiellu viðurskiftini, t.e. fíggjarlig viðurskifti umframt annað tilfeingi, ið ein hevur atgongd til í nærumhvørvinum, eitt nú atgongd til at nema sær vitan og førleikar umframt atgongd til frítíðar- og mentanarlív.
At elska handlar um tey sosialu sambondini, ein hevur, m.a. familjuviðurskifti, vinasambond, frítíðarfelagsskapir, lokalsamfelagið og sum heild at taka lut í tí sosiala lívinum.
At vera snýr seg um týdningin hjá tí einstaka at kenna, at hann/hon er nakað í sær sjálvum, at hava ein samleika, at kenna seg virdan, at kenna seg hava ávirkan á samfelagið og, ikki minst, at kunna ”realisera seg sjálvan”. Hetta eru viðurskifti, ið nútíðarsamfelagið leggur upp til, at øll hava rætt til, og sum tryggja, at ein hevur umstøður at hava eitt gott lív.
Hóast kanningin vísir, at batar eru hendir samanborið við kanningina frá 2007, mugu vit ásanna, at fyritíðarpensjonistar eru ein láglønarbólkur, sum kann hava tað tungt at fáa endarnar at røkka saman.
Kanningin vísir, at tað ikki eru so fáir fyritíðarpensjonistar, sum kenna seg einsamar. Hetta kann hanga saman við sjúkuni ella brekinum, men kann eisini vera eitt úrslit av tí samfelagsligu stigmatisering, tey ofta møta.
Fyri nógv teirra hevur tað týdning, at onkur samlar upp, og hjálpir teimum at koma víðari, at gera nakað meiningsfult. Tíverri kenna tey seg í mongum førum sleptan uppá fjall.
Í nógvum førum er tað familjan, ið má traðka til, tá tørvur er á hjálp. Ein partur av fyritíðarpensjonistunum í dag høvdu verið munandi verri fyri, um tey ikki kundu búgva inni hjá foreldrunum ella aðrari familju.
Hendan støðan er ikki varandi, tí foreldrini eldast og hvar skulu tey flyta, tá foreldrini ikki eru meira?
Spurningurin er, um ikki bústaðarmynstri í Føroyum má broytast soleiðis, at fyritíðarpensjonistar hava møguleika fyri, at fáa egnan bústað eins og øll onnur?
Tá vit lesa hesa frágreiðing mugu vit ásanna, at vit meir enn nakrantíð hava brúk fyri einari langtíðar brekpolitiskari virkisætlan í Føroyum.
Longu í 2014 mælti ST nevndin til, at Landsstýrið setti í verk munagóðar langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir, so at ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, veruliga fæst at virka.
Í niðurstøðuni frá ST nevndini í 2024, var somuleiðis mælt til, at Føroya Landsstýrið setur í verk eina langtíðar brekpolitiska virkisætlan, ið fevnir um øll rættindi í ST sáttmálanum.
Tíverri er eingin langtíðar brekpolitisk virkisætlan sett í verk enn.
Vit hava fingið Brekumboðsmannin, men langtíðar virkisætlanin manglar, og vóna vit, at vit fara at fáa hesa setta í verk, áðrenn val verður útskrivað.
Vegna MEGD
Ása Olsen, forkvinna
[i] Úr framløguni hjá Gestur Hovgaard
Seinastu tíðindi
Livikorskanningin 2025 eitt valaverk, ið gevur nógva viðkomandi vitan.
Altjóða brekrættindadagurin 2025
Fráboðan send til Brekumboðið