”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”

mars 13, 2026

Á fundi millum MEGD og valevni úr politisku flokkunum, sum stilla upp til løgtingsvalið, umboðaði Jóhan M. Stenberg Sjálvstýrisflokkin. Tað var sera áhugavert at hoyra Jóhan greiða frá hvussu Sjálvstýrisflokkurin ætlar at menna skúlaskipanina, soleiðis at hon í størri mun fevnir børnum og ungum, ið bera brek.

Lógir og skipanir á skúlaøkinum eru ikki nøktandi tillagað og mangan eru týðandi manglar innan eitt nú atkomu og møguleikarnar at tillaga umstøður, karmar og samskifti við bæði børn og avvarðandi teirra á rímiligan hátt. Hetta eigur mann at arbeiða fyri politiskt.

Jóhan nevndi nýggja átakið hjá Parasport Føroyar, ”Øll við”, sum eitt sólskynsdømi um, hvussu vit í felag eiga at virka fyri at fáa øll við í felagsskapin.

Jóhan hevur sjálvur hoyrt eitt barn við breki siga ”eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”, nevniliga tí at karmar, umstøður og samskifti ikki vórðu nøktandi tillagað til tørvin hjá viðkomandi.

MEGD fegnast um at tað er eitt hjartamál hjá Sjálvstýrisflokkinum at betra um korini hjá børnum og ungum, ið bera brek, og avvarðandi teirra innan skúlaøkið. Hetta er eisini kjarnin í altjóða brekrættindasáttmálanum og serliga grein 24 um útbúgving.

MEGD ynskir bæði Jóhan og Sjálvstýrisflokkinum eitt gott val.

MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum. Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum – eina grein fyri hvønn politiskan flokk – sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026, har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsani og ætlanir við at menna brekøkið.

Seinastu tíðindi

”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”

mars 13, 2026

FLOKKARNIR Á FUNDI VIÐ MEGD

mars 11, 2026

Fráboða atkomu- og luttøkuforðingar hjá MEGD

mars 6, 2026

1. mars - Altjóða dagur ímóti mismuni

mars 1, 2026