20 ár eftir at ST samtykti Brekrættindasáttmálan eru vit komin longri, men ikki á mál.

juni 16, 2026

MEGD luttók á Conference of State Parties to the Convention on rights of Persons with Disabilities (COSP 19) í New York í døgunum 9- 11. juni.

Hendan luttøka var sera áhugaverd og hevur stóran týdning í arbeiðinum frameftir, í samband við arbeiði fyri rættindum hjá persónum, ið bera brek.

20 ár eftir at ST samtykti Brekrættindasáttmálan eru vit komin longri, men ikki á mál.

Hetta er okkara niðurstøða og niðurstøðan hjá teimum londum, ið luttóku á ráðstevnuni.

Vit hava fingið størri tilvit um rættindini hjá fólki, ið bera brek, og brekrættindi eru vorðin ein natúrligur partur av politiska kjakinum. Men alt ov nógv fólk uppliva framvegis forðingar í gerandisdegnum, í skúlanum, á arbeiðsmarknaðinum, í bústaðarviðurskiftum, í samferðslu og í atgongd til almennar tænastur.

Størsta avbjóðingin í dag er ikki manglandi vitan um rættindini, men manglandi íverkseting. Sáttmálin hevur sett eina greiða kós, men tað krevur politiska raðfesting, fígging og ábyrgd at gera hugsjónirnar til veruleika.

Málið eigur ikki at vera, at fólk, ið bera brek fáa serligar fyrimunir, men at tey hava somu møguleikar sum øll onnur at luttaka, taka avgerðir um egið lív og vera virknir borgarar í samfelagnum.

Tí eigur spurningurin ikki at vera, um vit hava ráð at fremja Brekrættindasáttmálan i verki, men um vit hava ráð at lata vera.

Hvat manglar?

Sambært niðurstøðunum frá ST-nevndini í 2014 og 2024, eru fleiri øki, har Føroyar enn ikki liva fult upp til sáttmálan:

Atkoma (accessibility): Bygningar, samferðsla, talgildar tænastur og kunning eru ikki altíð tøkar hjá øllum.
Luttøka í arbeiðsmarknaðinum: Ov nógv fólk, ið bera brek standa uttanfyri arbeiðsmarknaðin.
Inkluderandi undirvísing: Nógv foreldur og feløg uppliva, at børn, ið bera brek, framvegis ikki fáa nóg góða og javnbjóðis undirvísing.
Sjálvstøðugt lív: Tørvur er á fleiri møguleikum fyri at búgva og liva sjálvstøðugt við neyðugum stuðli.
Líkarættur og mismunur: Føroyar hava framvegis avbjóðingar við at tryggja, at mismunur vegna brek verður fyribyrgdur á øllum samfelagsøkjum.
Verkseting: Ein afturvendandi atfinning er, at góðar ætlanir og meginreglur ikki altíð verða umsettar til ítøkiligar loysnir í gerandisdegnum.

Um vit hyggja at teimum seinastu 20 árunum, so er størsta framstigið, at fólk, ið bera brek, í nógv størri mun verða sædd sum borgarar við rættindum heldur enn sum móttakarar av hjálp. Men sambært ST er størsta avbjóðingin framvegis at fáa rættindini at virka í verki.

MEGD hevur seinastu 12 árini víst á hvussu neyðugt tað er við langtíðar brekpolitiskum virkisætlanum innan øll økir, men tað er sera strilti, at fáa hetta veruliga sett á skrá.

Fyri okkum virkar tað sum, at tá vit tosa um brekrættindi, heldur mann politiskt, at mann tosar um nýggj rættindi. Hetta er ikki so, tí tey rættindi, ið fólk, ið bera brek eiga, eru longu staðfest í brekrættindasáttmálanum, ið Føroya Landsstýrið góðkendi í 2009, og skulu hesi rættindi tí bara setast í verk.

20 ár eru farin. Tíðin er komin at flyta fokus frá orðum til handling. Rættindi skulu ikki bara standa í sáttmálum – tey skulu merkjast í gerandisdegnum hjá fólki.

ST-Brekrættindasáttmálin byggir á meginregluna um framstig. Tað merkir, at samfelagið skal flyta seg fram á leið í arbeiðinum at tryggja rættindini hjá fólki, ið bera brek. Sáttmálin leggur ikki upp til afturstig, har rættindi, tænastur ella møguleikar verða skerdir.

Tí eigur hvør politisk avgerð at verða mett út frá einum grundleggjandi spurningi: Flytir hon fólk, ið bera brek, nærri fullari luttøku og javnrættindum – ella skapar hon nýggjar forðingar og afturstig?

MEGD vil við hesum heita á landsins politikarar um at tryggja, at neyðugt atlit verður tikið til hesi viðurskifti, so Føroyar veruliga kunnu vera eitt land fyri øll, har øll hava somu møguleikar at luttaka í einum inkluderandi samfelagi.

 Tórshavn hin 16. juni 2026

 

Ása Olsen, forkvinna

 

 

Seinastu tíðindi

20 ár eftir at ST samtykti Brekrættindasáttmálan eru vit komin longri, men ikki á mál.

juni 16, 2026

FØROYAR SKRIVA SØGU Í HESUM DØGUM Í NEW YORK

juni 9, 2026

Føroyar skriva søgu í hesum døgum í New York

juni 9, 2026

ELENI VIÐ DOWN SYNDROMI TÓK HÆGRI ÚTBÚGVING

juni 4, 2026