Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið? - MEGD ráðstevna í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. september

juni 26, 2026

Nú arbeitt verður við ætlanum við at tryggja búskaparligt haldføri, skipar MEGD, sum meginfelag fyri 24 limafeløg hjá fólki, ið bera brek, fyri ráðstevnu, ið setir spurningin: hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið? Sera umfatandi royndir hjá heimsins londum og nýggj gransking vísa nevniliga neilig úrslit fyri samfeløg, bæði í mun til búskap og trivnað, um stýrt verður burturav við støði í BTÚ og peningarligum atlitum. Sum svar upp á hetta hava nógv lond kring heimin stovnað skipanir, ið tryggja, at almenn stýring fevnir “víðari enn BTÚ” til eisini at fevna um m.a. trivnað, rættindi og vælferð hjá børnum og ungum, eldri, og fólki, ið bera brek.

Høvuðsorsøkirnar til heimsumfatandi fíggjarkreppuna í 2008 vóru sambært millum øðrum Joseph Stiglitz, professara og nobelvinnara í búskaparfrøði, at lond áðrenn kreppuna ikki greinaðu og skipaðu búskap og politisk átøk víðari enn BTU, og at hetta ikki varð m.a. gjørt tvørgeiraligt og langtíðar, við støði í fjølbroyttum ávísum (indikatorum) innan m.a. trivnað og vælferð og í munagóðum samstarvi millum viðkomandi partar. Somu avbjóðingar gera seg galdandi í Føroyum, sum aðrastaðnis, eitt nú við starvsfólkatroti og fráflyting, er hetta týðandi evnið framvegis ikki veruliga sett á dagsskrá í Føroyum m.a. fyri at handfara avbjóðingar innan eitt nú trivnað, rættindi og vælferð hjá børnum og ungum, eldri, og fólki, ið bera brek.

Arbeiðið hjá Stiglitz o.ø. hevur m.a. ført til hitt slóðbrótandi OECD Wellbeing Framework / Beyond GDP, sum í stuttum gevur londum møguleika at nýta viðkomandi amboð, tól, pallar o.l. sum liður í stýring víðari enn BTÚ. Eisini er umráðandi vísa á, at umfatandi royndir og gransking vísa at lond gerast búskaparliga sterkari við at stýra víðari enn BTÚ. Hetta kann eisini vera við til at tryggja at ætlanir um at tálma ella spara í almennum útreiðslum ikki heldur endar við øktum almennum útreiðslum, umframt vera við til at loysa framtíðar búskaparligar og sosialar avbjóðingar í føroyska samfelagnum, sum í stóran mun eru demografiskar, og helst krevja miðvísar, langtíðar og tvørgeiraligar loysnir innan trivnað og menning, m.a. fyri at fáa ung at støðast og koma heimaftur, fyri trivnað og menning hjá fólk við breki og fyri eldri og avvarðandi teirra.

Ráðstevnan verður hildin fyrrapartin týsdagin 29. September kl. 09:00-12:30 í Norðurlandahúsinum, og verður eisini stroymd á netinum. Á skranni verða:

-       Romina Boarini, Stjóri í OECD Centre on Well-Being, Inclusion, Sustainability and Equal Opportunity (WISE),

-       Majbritt Skov, Partnari í Deloitte Denmark og Head of Deloitte Economics, og

-       Johnny í Grótinum, Formaður í Búskaparráðnum,

-       Merita Mesiäislehto, leiðandi granskari í Finnish Institute for Health and Welfare (THL)

 

Beinir Johannesen, løgmaður, setur ráðstevnuna, og eftir framløgurnar verður pallborð við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, Eyðdis H. Niclassen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, og Ásu Olsen, forkvinnu í MEGD.  Bjørt Samuelsen verður orðstýrari og Betri Stuðul er høvuðsstuðul.

Á tiltakinum verður atkoman sett í hásæti, og verða m.a. skrivi- og teknmálstulkar, týðing úr føroyskum í enskt og úr enskum í føroyskt.

Tiltakið verður ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Vegna avmarkað pláss er tó neyðugt at tekna seg til tiltakið, og verður hetta gjørt á heimasíðuni hjá MEGD:

Skrá

09:00-09:10| Vælkomin

Ása Olsen, forkvinna í MEGD, og Bjørt Samuelsen, orðstýrari

09:10-09:20 | Ráðstevnan verður sett

Beinir Johannesen, løgmaður

09:20-09:50 | Hvussu kann trivnaður og stýring víðari enn BTÚ styrkja búskapin?

Romina Boarini, stjóri í OECD Centre on Well-Being, Inclusion, Sustainability and Equal Opportunity (WISE)

09:55-10:25 | Finnski trivnaðarleisturin

Merita Mesiäislehto, granskingarleiðari hjá Finnish Institute for Health and Welfare (THL)

 10:25-10:45 | Steðgur

Kaffi og te í forhøllini í Norðurlandahúsinum.

10:50-11:20 |Virðið av trivnaði og vælferð: hvat kunnu kostnaðar- og nyttugreiningar vísa?

Majbritt Skov, partnari og leiðari fyri Deloitte Economics and ESG M&A

11:30-12:00 | Víðari enn BTÚ í føroyskum høpi

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum

12:00-12:30 | Pallborð: Hvussu framtíðartryggja vit føroyska vælferðarsamfelagið?

Orðstýrari: Bjørt Samuelsen

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

Ása Olsen, forkvinna í MEGD

Pallborðið verður á føroyskum.

Seinastu tíðindi

MEGD vitjar skúlan á Trøðni

september 8, 2026

Dagstovnalógin

september 4, 2026

Gávur kunnu gleða – men rættindi skulu skipast og fíggjast

august 27, 2026

EIN GLOTTI FYRI FRAMMAN

juli 30, 2026