Almannapensjónir, viðbót til pensjonistar, almannaveitingar v.m.

november 23, 2017

Hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um:

  1. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. 
  2. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. 
  3. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
  4. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Pensjónsnýskipan).
  5. Uppskot til løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin)(Pensjónsnýskipan).
  6. Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.

MBF hevur hesar viðmerkingar:

Viðvíkjandi 1. broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a

§1 nýtt nr. 2. framskundað pensjón: MBF fegnast um at uppskotið leggur upp til at tað kemur at bera til at søkja um framskundaða pensjón frá degnum, tá 3 ár eru eftir til fólkapensjónsaldur er rokkin. At treytin er, at ein skal lúka treytirnar fyri tillutan av lægstu fyritíðarpensjón meta vit ikki er í lagi, heldur meta vit, at ein læknalig meting frá egnum lækna eigur at verða nóg mikið í hvørjum einstøkum føri.

§4. pensjónsaldur: uppskot um at hækka pensjónsaldurin. Her meta vit, at tað má verða eitt val hvussu leingi ein ynskir at verða á arbeiðsmarknaðinum. Um tað verður ásett við lóg, hevur persónurin onki val. Her meta vit, at ein smidligari loysn eigur at verða gjørd soleiðis, at um ein persónur ynskir at arbeiða eftir at hann fyllur 67 ár, skal hetta verða møguligt. Vit meta ikki at tað er rætt, at hækka pensjónsaldurin við lóg.

Viðvíkjandi 2. Viðbót til ávísar pensjónistar:

MBF tekur undir við, at pensjónsveitingar verða einfaldari og meiri gjøgnumskygdar.
MBF hevur ikki aðrar viðmerkingar til hetta.

Viðvíkjandi 3. áseting og javning av almannaveitingum.

MBF tekur als ikki undir við og vil staðiliga mótmæla alt slag av mótrokning í grundupphæddini í fólkapensjónini. Hetta skal síggjast í ljósinum av, at tað er alt føroya fólk, ið hevur goldið sín skatt, ið hevur verið við til at gjalda til fólkapensjónina.

Fyri persónar, ið hava eina góða eftirlønarskipan, er møguligt at frásiga sær grundupphæddina í fólkapensiónini, men er hetta ikki nakað ein við lóg skal tvingast til.

MBF væntar somuleiðis, at grundupphæddin framhaldandi verður skattafrí.

Viðvíkjandi mótrokning í vanligu viðbótini til fólkapensjón, eigur mótrokningin at gerðast meiri líðandi bæði fyri tey, ið eru fólkapensjónistar, og fyri tey, ið gerðast fólkapensjónistar eftir nýggju skipanini. Tað skal altíð betala seg at arbeiða, eisini
eftir at ein er blivin fólkapensjónistur.

Viðvíkjandi 4. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

MBF tekur ikki undir við ætlanini at hækka inngjaldi í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við 0,75% yvir tey næstu 3 árini. Her skulu vit vísa á, at flestu løntakarar hava eftirlønarskipan, sum part av ásetingum í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum, og tí kunnu vit ikki síggja hesa hækking sum annað enn ein eyka skatt, tá hetta verður tikið inn gjøgnum skattin.

Viðvíkjandi 5. Eftirlønarlógin:

§ 1, stk 1 áleggur øllum, ið ikki hava nátt pensjónsaldur, og sum hava fulla skattskyldu til Føroyar, at spara saman til egna eftirløn. Sum útgangsstøði tekur MBF undir við hesum, tó eru tað nógv ung, ið meðan tey lesa arbeiða fyri at fáa endarnar at røkka saman, og tí ivast vit í, um ein skal áleggja ungum, ið eru undir útbúgving at gjalda inn í skipanina. Hesi somu sleppa ikki undan at gjalda til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

Tað kann hugsast, at ein møguleiki verður, at søkja um undantak soleiðis at ein byrjar at gjalda inn í skipanina, tá ein er liðugur at lesa.

§ 2. Stk. 2 at eftirlønin hækkar við einum % um árið til 12% í 2026, hetta meta vit er í lagi. Flestu persónar á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið í dag eru limir í fakfeløgum, hava longu nú eina eftirløn á 15%. Er ætlanin at broyta hetta soleiðis, at tey 3% millum 12% og 15% verða útgoldin saman við lønini hvønn mána? Ella ætlar ein at
hesi 3% detta burtur?

MBF fegnast um, at tað nú sambært nýggju ásetingunum til §3 nr. 10, 14 og 16 í eftirlønarlógini verður veitt eftirløn av útgjaldi sambært §§ 12, 14 og 22 í lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, §§ 9, stk. 2,13,17, stk. 3 í forsorgarlógini, og útgjald sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur, útgjald sambært §1,stk. 1.

Hesi undantøk koma at geva teimum, ið í dag eru í hesum skipanum ein møguleika fyri at spara saman til egna eftirlønarskipan. Tó er tað umráðandi, at eftirlønin verður goldin afturat veitingunum sambært kapitul 2. avleiðingar av uppskotinum.

Viðvíkjandi punkt 6, javningarprosent til almannaveitingar.

Fyri MBF er tað umráðandi, at allar pensjónir og almannaveitingar verða prístalsreguleraðar.

Vinarliga v/ MBF
Ása Olsen, aðalskrivari

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024