Ynskir frá MEGD til komandi samgongu

mars 23, 2026

Nú tað stundar til sjálvan valdagin, loyvi eg mær at taka aftur í nakað av tí, ið flokkarnir hava sagt seg vilja arbeiða við eftir valið, og hvussu hetta samsvarar við ynskini frá MEGD.

 

Í samband við, at MEGD hevði vitjan av tveimum umboðum úr hvørjum politiskum flokki, var tað hugaligt at síggja, at breið semja var um at seta millum annað hesi evni á skrá:

·       at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir, og

·       at breiðka javnstøðulógina til at fevna um brek.

 

Brekpolitiskar virkisætlanir ella vælferðarætlanir

Sum eg vísti á í grein, tá valið varð útskrivað, vísti Brekrættindanevndin á bæði í 2024 og 2014 at tað er neyðugt, at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir ið m.a. áseta mál fyri vælferðarsamfelagið. Hesar virkisætlanir mugu fevna um øll rættindi og økir í brekrættindasáttmálanum.

Virkisætlanirnar skulu áseta neyv endamál, ítøkilig mál, sum kunnu mátast, við nøktandi fíggjarætlan og ávísarum (indikatorum), sum verða nýttir til at eftirmeta framstig í íverksetanini av virkisætlanunum. Harumframt verður mælt til, at vitanin um breksáttmálan verður breidd út bæði hjá landi og kommunum.

Tað var góður musikkur í okkara oyrum, tá eitt av umboðunum hendan dagin nevndi, at tað nyttar einki at smíða flottar og vælorðaðar lógir, um mann ikki setur pening av soleiðis, at tað lógin sigur kann setast í verk.

Um vit t.d. ímynda okkum, at brekpolitiskar ætlanir verða gjørdar fyri útbúgvingarskipanina, arbeiðsmarknaðin og fyri barnapsykiatriina, vildu slíkar virkisætlanir sett mál fyri hvat og hvussu mann ætlar at skipa øki, m.a. bygnaðarliga og tvørtur um geirar, langtíðar ítøkilig mál fyri bíðilistar og møguliga viðgerð áðrenn, undir og eftir útgreinan, og neyðuga fígging og serkønan førleika í øllum liðum.

Breiðka javnstøðulógina

Vit hava eina lóg, ið bannar mismuni á arbeiðsmarknaðinum,har kærumyndugleikin er Javnstøðunevndin. MEGD ynskir, at mann breiðkar javnstøðulógina til eisini at fevna um brek.

Brekrættindanevndin mælti til í 2024 at seta í gildi nýggja tvørgeiraliga lóg, sum bannar øllum mismuni vegna brek, eisini uttanfyri arbeiðsmarknaðin, og sum ásetir krav um rímiliga tillaging.

Fyri at fólk, ið bera brek skulu kunna virka, fáa útbúgving, arbeiða, og sum heild vera partur av samfelagnum á líka fót við onnur, er neyðugt við rímiligum tillagingum í gerandisdegi teirra, og at hetta verður tryggjað á skipaðan og munagóðan hátt.

Hetta sigur ST sáttmálin um rímiligar tillagingar: hugtakið” rímiligar tillagingar” eru at skilja sum neyðugar og hóskandi broytingar og tillagingar, sum ikki leggja órímiliga stóra ella óneyðuga byrði á, har tað í ávísum førum er neyðugt, til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at fáa og brúka øll mannarættindi og grundleggjandi frælsi javnbjóðis øðrum;

Rættindi til rímiligar tillagingar eru galdandi í øllum lívsins viðurskiftum, har fólk við breki, eins og onnur, ynskja ella vera noydd til at taka avgerðir. Vit ynskja øll, at okkara ungu skulu hava eina framtíð í Føroyum, og at øll børn og ung skulu fara úr skúlanum við neyðugum førleikum, at skapa sær eina framtíð. Við hesum fyri eygað eiga rímiligar tillagingar at verða veittar á skipaðan hátt og eftir tørvi.

Tá tit, ið vera vald inn á ting fara undir at skriva eitt komandi samgonguskjal, fara vit at fylgja væl við í hvønn mun brekøkið verður tikið við.

Pappír er takksamt at skriva á, men tað, ið telur, er at flyta skrivaða orðið frá pappíri til veruleika.

Vit gleða okkum at síggja eitt komandi samgonguskjal, har vallyftini eru sett á, og at vit soleiðis komandi samgonguskeið fáa eitt betri samfelag fyri okkum øll.

 

Tórshavn 23. mars 2026

 

Ása Olsen, forkvinna

 

Seinastu tíðindi

YNSKIR FRÁ MEGD TIL KOMANDI SAMGONGU

mars 23, 2026

Ynskir frá MEGD til komandi samgongu

mars 23, 2026

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”

mars 20, 2026

”SAMA TÆNASTUSTØÐI TIL 55.000 FÓLK, TAÐ MUGU VIT KLÁRA”

mars 19, 2026