”SAMA TÆNASTUSTØÐI TIL 55.000 FÓLK, TAÐ MUGU VIT KLÁRA”

mars 19, 2026

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at menna brekøkið. Fyri Tjóðveldi luttóku Sirið Stenberg og Liljan Weihe.

Sum landsstýriskvinna í almannamálum hevur Sirið Stenberg fingið stórt innlit í brekøkið og vísti m.a. á at komandi samgonga eigur at seta gongd á eitt arbeiði at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir. Langtíðarætlanirnar, sum eiga at verða gjørdar saman við feløgunum hjá fólki, ið bera brek, eru púra grundleggjandi, um tað skal bera tryggja rættindi í verki. Sirið nevndi m.a. týdning av at byggja nøktandi bústaðir til fólk við breki, at bíðilistar til psykiatriina eiga at verða styttir, at tað er neyðugt at samskipa  vælferðartænastur kring alt landið og at tað neyðugt at taka starvsfólkatrotið í størsta álvara. Ein serliga álvarsom avbjóðing, sambært Sirið, er bústaðartrotið á eldraøkinum: tað eigur ikki at verða nakað yvirraskilsi at fólk við breki eisini blíva eldri - men enn er tíverri einki gjørt við at byggja bústaðir til teirra.

Liljan Weihe, sum í mong ár áhaldandi hevur arbeitt fyri at tryggja javnrættindi, vísti á, at atkoma eigur at verða fatað í breiðari merking, soleiðis at øll fáa rímiligar umstøður at liva í Føroyum. Liljan vísti á tær serliga stóru avbjóðingarnar, ið mangan kunnu standast í sambandi við ’ósjónlig’ brek ella sjúku, og fyri at veruliga fremja javnrættindi innan heilsuøkið, eigur eitt fyribyrgjandi heilsutjekk at verða bjóðað fólki, ið bera brek, og serliga fólki, ið hava menningartarn, ið kunnu hava samansettan tørv. Tvørgeiraligt samstarv er ein grundleggjandi fortreyt: sama tænastustøði til 55.000 fólk, tað mugu vit klára, segði Liljan.

MEGD fegnast um at Tjóðveldi hevur sum hjartamál at seta gongd á eitt arbeiði at gera langtíðar brekpolitiskar virkisætlanir – ella vælferðarætlanir, sum kunnu verða við til at loysa eina røð av álvarsomum avbjóðingum á vælferðarøkinum, uttan mun til hvønn geira ella hvar í landinum viðkomandi tænastur eru staðsettar. Hetta kunnu verða týðandi stig á leiðini at fremja altjóða brekrættindasáttmálan í verki, serliga greinar 19 um sjálvstøðugt lív, grein 25 um heilsu og grein 27 um arbeiði. MEGD ynskir bæði Sirið, Liljuni og Tjóðveldi eitt gott val.

MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.

Seinastu tíðindi

Nýggja forkvinnan í MEGD ynskir samstarv

mars 27, 2026

YNSKIR TIL KOMANDI SAMGONGU

mars 23, 2026

Ynskir frá MEGD til komandi samgongu

mars 23, 2026

”RÆTTINDI EIGA TÍ AT VERÐA LÓGARTRYGGJAÐ OG VEITT EFTIR TØRVI”

mars 20, 2026