Nýggjasta
Ekstremir tankar frá eini ekstremari mammu, ið leingist ekstremt illa eftir sínum soni
Hoyrdi í útvarpinum nú ein dagin eina sending við kjaki um fosturtøku. Í sendingini kom kjakið eisini inn á brek, og at frávelja brek ella velja sær tað perfekta barnið. Ein av hesum 4, sum var við í sendingini, tosaði um, hvussu hart og strævið lív tað... mátti vera at hava eitt barn, sum bar brek, og at ein mamma, sum átti eitt brekað barn, mátti vera ótrúliga bangin fyri at fáa fleiri børn. Hon mátti tí sjálvsagt hava brúk fyri alskyns kanningum fyri at útihýsa, at komandi barnið eisini hevði brek. Onkur teirra visti, at um ein mamma, sum átti eitt brekað barn, fekk at vita, at næsta barnið, hon væntaði sær, eisini bar brek, hevði hon frávalgt tað, tí tað hevði verið eitt ov hart og strævið lív … (hevði gingið útyvir lívsgóðskuna)
Løgið at hoyra fólk tosa um eitt evni, tey ikki sjálvi hava royndir við. Vælvitandi, at vit øll hava meiningar um ymsu lívsins viðurskifti, men vit fáa ikki fyrihildið okkum beinleiðis til eitt mál ella ein trupulleika, fyrrenn vit sjálvi standa í støðuni.
Tá eg hoyri fólk tosa soleiðis, fái eg altíð hug til at muta ímóti og venda øllum á høvdið - at fortelja mínar royndir og mína hugsan um fyrimunir, og hvussu fantastiska lívsjáttandi og litríkt tað er at vera mamma at einum barni við breki.
Veit væl, at tað eru ymisk brek og ymsar vánaligar umstøður, sum vit dagliga hoyra um í gerandisdegnum í fjølmiðlunum, hesar støður, sum eg velji ikki at tosa um hesa ferð. Fólk í dagsins samfelag hoyra bert tað negativa, so tað er kanska ikki løgið, at tey halda, at tað er strævið við einum brekaðum barni.
Tí vil eg í hesi grein lýsa nakrar av fyrimununum við at vera mamma at barni við breki. Hetta er ikki ein teori, men tankar frá eini mammu, sum fekk eitt brekað barn, og sum hevur livað saman við hesum elskuliga soni í knapt 6 ár, tá ið hon misti hann í ferðsluvanlukku, og hevur nú í eini 3 ár livað uttan hetta serliga barnið.
Fyrimunirnir við at vera mamma at barni við breki:
1. Tú kennir teg serligan uppá tann feita mátan. Tú ert ikki bara ein vanlig mamma ella persónur, men tú ert í eini serligari støðu, sum fyri meg var sera positiv. Óansað hvar í verðini eg havi verið, havi eg fingið hesa kenslu, tá eg kom berandi ella leiðandi við mínum barni, sum hevði down syndrom - inn í handlar, bussar, tok ella flogfør, so fekk eg eina heilt serliga viðferð, eitt serligt eymt smíl, eitt prát um barnið og meg. Fekk einaferð í Keypmannahavn eitt tilboð um at vera við í eini móður barn kampanju, tá ið eg møtti einum myndamanni í einum toki
2. Nógv uppmerksemi … Eitt barn við down syndromi tiltrekkir fólk, pástandi eg - giti tað fær eina eyma kenslu fram í fólki, og tey geva sær stundir at smílast til tín, práta ella bara hyggja.
3. Meining í lívinum! At fáa eitt barn við breki var fyri meg fyrst ein skelkur, men tá skelkurin hevði lagt seg, kundi eg kenna meg serliga útvaldan at fáa hesa uppgávu í lívinum - tað at taka mær av, elska, læra og liva saman við hesum elskuliga barni.
4. Havi upplivað ein heilt serliga djúpan og eyman kærleika, sum eg ikki kenni frá øðrum relatiónum. Hendan kenslan er torfør at lýsa, men tað er fantastiskt í lívinum at hava upplivað slíkan kærleika til eitt annað menniskja og eymleikan fyri einum, sum ikki kann mennast eins og hini.
5. Tú lærir eitt nýtt mál. Byrjaði alt fyri eitt at læra meg tekn til talu og havi notið ágóðan av hesum til øll míni børn, sum stimbran til málmenning.
6. Tú lærir at seta ein heilt serligan prís uppá tað vanligu menningina hjá børnum. Havi fingið tveir synir síðani og havi havt eina heilt serliga gleði við at eygleiða teirra menning, at alt bara kemur av sær sjálvum og ikki skal venjast stig fyri stig, sum hjá Róa. Haldi flestar aðrar mammur taka tað fyri givið
7. Liva eitt litríkt, stuttligt og øðrvísi lív. Eitt barn við down syndromi hevur ikki nógvar sosialar forðingar og gevur hetta nógvar stuttligar upplivingar - okkara Rói livdi "fult út" hvønn dag, og tað smittaði alla familjuna. Í mínum arbeiði, har eg havi samrøður við fólk, hoyri eg tey mangan siga, at tey ynskja ikki bara at hava eitt vanligt lív, men vilja vera nakað serligt - eg kendi meg, sum nakað heilt serligt saman við honum.
Kundi hildið áfram at nevnt fyrimunir, men tað letur seg ikki gera á hesum sinni. Vil bara at enda siga, at fyrimunirnir, við at vera mamma at barni við breki, standa óivað serliga sterkir í mínum tankum, nú eg ikki longur eri í somu støðu. Nú eri eg bara ein mamma í eini "vanligari" familju og má royna at skapa mær eitt serligt og meiningsfult lív … tí meiningin og tað serliga er burtur … men minnini og kenslurnar eru enn litríkar í mínum mammuhjarta.
Jóhanna Andreasen