Nýggj skúlaársbyrjan

august 27, 2014

Summarið er farið at halla. Fyri nøkrum døgum síðani byrjaðu skúlarnir aftur eftir summarfrítíðina. Sambært portal.fo 18. aug. 2014 byrjaðu 715 børn í fyrsta flokki í ár, og sambært sama miðli ganga til samans 7024 næmingar í føroyskum fólkaskúlum, privatskúlum og serskúlanum.

Fyrsti skúladagur

Ivaleyst eru mong foreldur eisini byrjað aftur eftir summarfrítíðina, og helst hevur onkur teirra tikið frí fyri at fylgja sínum eygnasteini í skúla fyrsta skúladag. Ein serligur dagur hjá nógvum. Ein dagur, her nógvir tankar og kenslur fara ígjøgnum høvd og hjørtu, bæði hjá børnum og foreldrum. Spent og vónrík, smæðin og glað, sorgblíð og bivandi, óttafull og trygg og nógvar, nógvar aðrar ofta mótstríðandi kenslur og tankar.

Summi av hesum børnum hava uttan iva serligan tørv. So serligan, at ongin ivi eigur at vera um, at tey eisini hava serligan tørv, tá ið fólkaskúlin er av um níggju ella 10 ár. Sambært “Tilmæli um sernámsfrøðiliga økið innan fólkaskúlaøkið” (2014) eru umleið sjey prosent av øllum næmingum undir serligari fyriskipan. Út frá hesum somu tølunum kunnu vit gita, at einir 50 næmingar í fyrstu flokkunum eru undir serligari fyriskipan. Nøkur við serligum avbjóðingum, sum ikki fara at hvørva.

Seinasti skúladagur

Undan summarfrítíðini høvdu onnur ung sín seinasta skúladag. Brúka vit somu tøl sum omanfyri, so eru millum hesi ungu eisini upp ímóti 50 næmingar við serligum avbjóðingum, her tað ofta hevur verið greitt frá fyrsta degi, at serligi tørvurin fór at verða varandi. 

Seinastu mánaðirnar hava foreldur at fleiri av hesum næmingum í ráðaloysi vent sær til Javna fyri at lætta hjarta og fáa ráð. Ongi av foreldrunum, eg havi tosað við, vistu, hvønn gerandisdag hin skúlaleysi tannáringurin fór at fáa eftir summarfrítíðina. Onkur foreldur fortaldu, at tey við jøvnum millumbili hava tosað við myndugleikarnar um, hvat skal henda. Í onkrum føri hava foreldrini fingið fatan av, at skúli og almannaverk hava tosað saman, meðan tað ikki hevur verið fatanin hjá øðrum. Í ongum av teimum dømum, eg veit um, hevur tað eydnast at senda barnið úr skúlanum við vitan um, hvat skal henda eftir summarfrítíðina. 

Okkurt haltar

Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Eitt barn, sum eyðsæð fer at hava tørv á sosialpedagogiskari tænastu og serliga tilrættaløgdum gerandisdegi eftir loknan fólkaskúla, skal hava skipað umskifti frá einum lívsskeiði til annað. Tað kann ikki vera rætt, at tannáringurin verður sleptur úr skúlanum, áðrenn hann hevur eitt gott og mennandi tilboð at fara til eftir summarfrítíðina. Alt annað er at svíkja barnið og familjuna.

Vit eiga nógv sera dugnalig starvsfólk bæði innan skúlaverk og almannaverk. Hvat er so trupulleikin? Er tað mátin sum skúlaverkið og almannaverk samarbeiða uppá? Hava Mentamálaráðið og Almannamálaráðið ikki gjørt sítt arbeiði til lítar viðvíkjandi geiraábyrgdini? Altso livir hin tiltikna geiraábyrgdin ikki upp til heitið? Er tað ógreiða um, hvør ið skal gjalda? Er tað tvørrandi starvsfólkaorka? Er tað tvørrandi vitan? Ella er tað í veruleikanum tvørrandi tilboð eftir lokið fólkaskúlaskeið?

Miðnámsskúlatilboð og onnur tilboð eftir loknan fólkaskúla, takk!

Tað er onki dulsmál, at skúlatilboð eftir fólkaskúla mangla í sera stóran mun til ung við serligum tørvi. Javni hevur í mong ár arbeitt fyri, at øll ung fáa skúlatilboð eftir fólkaskúla. Og hugburður Javna er, at tilboðini til ung við menningartarni so vítt møguligt eiga at verða givin á skúlum, har eisini onnur ung hava sín gerandisdag. Ikki bara onnur ung við tarni, nei øll ung! Harumframt eiga vit at kunna bjóða onnur skúlatilboð, so sum Eftirskúlin Rásin, háskúla, eins og sosialpedagogisk tilboð um útslúsing í egnan bústað.

Hóast vit vita, at Mentamálaráðið arbeiðir við málinum at fáa skipa miðnámsskúla, so hevur onki slíkt tilboð til ung við menningartarni enn sæð dagsins ljós. Og hetta merkja limirnir hjá Javna við hvørja skúlaársbyrjan.

Meðan floksfelagarnir, allir sum ein, hava fleiri skúlatilboð í at velja, so eru boðini til okkara fólk tíverri: ONKI SKÚLATILBOÐ TIL TÍN!

Og uppaftur verri – ongi onnur tilboð verða “grivin fram” í góðari tíð! Tann ungi og hansara foreldur kunnu tískil ikki fara spent og vónrík í summarfrí. Heldur gerst summarfrítíðin ein marra við spekulatiónum og stúran fyri, hvussu gerandisdagurin skal hanga saman eftir summarfrítíðina.

Áheitan

Tað skal vera mín vón, at støðan um eitt ár sær øðrvísi út. At tey ungu við menningartarni, sum ynskja tað, fáa í boði eitt serliga tilrættalagt miðnámsskúlatilboð. Og at tey, sum hava brúk fyri øðrum tilboði enn skúla, t.d. sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, fáa hendan møguleika uttan at skula bíða.

Og vælsignaðu tit, ið kunnu gera ein mun, tað veri seg fyrisitingar, lærarar, pedagogar og stuðlar, foreldur og tit ungu: Setið longu nú út í kortið, hvussu gerandisdagurin skal síggja út um eitt ár. Brúkið tíðina frá nú av saman við tí unga at finna út av, hvat hon/hann ynskir, so tað kann verða greitt longu í vár, hvat ætlanin er, so til ber at skapa røttu karmarnar um gerandisdagin í góðari tíð.

Tórshavn, 27. august 2014
Sigrun Wardum, forkvinna
Javni

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024