'

Undir tykkara veingjabreiði  

september 30, 2019

MEGD fekk heiðurin at hugleiða um lívið á 10 ára hátíðarhaldinum hjá ítróttafelagnum Svani 16. september 2019, sum varð hildið í Skótahúsinum við Løkin.

Myndina eigur Juul’s Foto. Fleiri myndir eru á svanur.fo.

Í dag fyllir Svanur 10 ár. Hjartaliga tillukku og takk fyri tykkara arbeiði til frama fyri so mong. Eitt ítróttarfelag fyri tey, ið fegin vilja íðka. Íðka ítrótt og á tann hátt fáa gagn av kropsligu venjingini og sosialu samveruni. Ja, Svanur hevur ment seg líðandi hesi 10 árini og er í dag eitt vælvirkandi og virkið felag við fleiri enn hundrað limum.

Aftur hjartaliga tillukku.

Tað er kanska løgið at tosa um humlufluguna í dag, tá ið vit í veruleikanum fagna einum vøkrum, veingjabreiðum svani. Púra hvør sín, men tó.

Eg havi hoyrt um humlufluguna, at veingir hennara eru ov smáar, og tí eigur hon ikki at kunna flúgva. Hetta verður nýtt sum mynd av tí ótrúliga, vit eru før fyri at gera, sjálvt um onnur hava hug at prógva, at tað er ómøguligt. Hetta er ein íspunnin søga, tó er tað hugvekjandi, at veingir hennara á flogi gera smá áttatøl 200 ferðir um sekundið.

Tí er hon før fyri at flúgva.

Um nú humluflugan var eitt menniskja, høvdu vit so sagt við hana: Tú kanst ikki flúgva, tí tú hevur ov smáar veingir? Og, um hon var eitt menniskja, hevði hon so kanska trúð tí, og bara latið vera?

Frá humlufluguni kunnu vit fara til dunnungan hjá H.C. Andersen - ella skuldi eg sjálvandi heldur sagt svanin. Vit kunnu spyrja: Hvat gjørdi, at svanurin í ævintýrinum so leingi reikaði runt fyri at finna eydnuna? Jú, helst vóru tað tey, ið ávirkaðu svanin, sum gjørdu lívið avbjóðandi. Hann kendi ikki seg sjálvan, men speglaði sær í, hvussu onnur sóu hann.

Men, til alla lukku, gekk hetta bara til hann sjálvur sá, hvør hann í veruleikanum var. Tí, tá ið hann í sínum hábærsliga veingjabreiði hevjaði seg langt upp um allan vesaldómin á jørðini, sá hann niðri í tí klára vatninum myndina av sær sjálvum – ein veingjabreiður, hvítur svani.

Vit kunnu siga, at vit øll eru eins, tá ið hugsað verður um, at vit vita, at vit øll eru ymisk. Vit eru øll eins, tá ið hugsað verður um, at vit ongantíð verða eins. Vit eru sameint í tí veruleika, at øll lívsins flog eru serstøk og persónlig. So hvør skal avgera, hvat eg kann ella, hvussu eg flúgvi?

Tú situr her í hátíðarhaldinum hjá Svani í dag í og við tínari verð. Tín verð og títt flog eru ávirkað av tínum upphavi, uppaling, upplivingum, virðum, meiningum, vónum, sorgum, ætlanum, vónbrotum, og hvat tað nú er, sum fyllir hugan og tín gerandisdag.

Vit eru borgarar í einum framkomnum, fólkaræðiligum samfelag, sum setir persónliga frælsið høgt. Vit eru føroyingar serstøk tjóð, siga vit, við egnari mentan, máli og Merki. Og hinvegin eru kanska nøkur her, sum eru borgarar í Føroyum, men vórðu fødd í øðrum landi, og nú eru vorðin partur av føroyska samfelagnum. Óivað merkja tey ymiskt, sum er øðrvísi, enn heima. Soleiðis liva vit øll saman í einum og sama samfelag.

Um vit festa eyguni á einstaklingin, so er sjónligt, at vit eru ymisk. Hygg bara til høgru og vinstru, neyvan ert tú lík ella líkur síðumanninum :) Staðfestingin av hesum er í grundini einføld, tí vit vita hetta væl. Ja, kanska heldur onkur enntá, at hon er ov einføld.

Tú hugsar - og hetta ger teg til menniskja. Menniskjan er nevniliga ein vera, sum eingin onnur. Hon hugsar, samskiftir, hevur meiningar og er før fyri at menna seg, skapa, broyta viðurskifti, seta sær mál og liva í eini fløkju, um vit vilja, av alskyns tættum, sum henni møtir.

Vit uppliva okkara verð ígjøgnum sansirnir. Vit síggja, hoyra, føla, smakka og lukta uppá okkara máta. Sansirnir kunna okkum um verðina, vit liva í, og gevur okkum upplivingar og inntrykk. Vit eru so serstakliga og ymisliga samansett, at serfrøðingar og fakfólk av ymiskum slag neyvan nakrantíð fara at koma á mál við spurningunum, hvat veran, sum er menniskja, í veruleikanum er – og tí ei heldur við eini einfaldari niðurstøðu um, hvat er best fyri einstaklingin, ella hvat hann eigur at megna.

Kanska er tað hetta dunnuungin í ævintýrinum, sum í veruleikanum var ein svanur, upplivdi.

Í hesi samansettu verðini, har vit øll liva í hvør sínari verð, hava vit ofta ymiskar áskoðanir, men okkara uppgáva er tó saman at skapa meining í eini felags verð. At skapa meining við erliga m.a. at spyrja: Hvussu vilja vit saman skapa eitt samfelag, sum fevnir øllum borgarum, har vit geva hvør øðrum persónligt frælsi at vera tann vit eru, og møguleika at uppliva javnrættindi.

Í dag eru vit saman at fagna 10 ára degnum hjá ítróttafelagnum Svani, ið hevur megnað hetta. Tit skapa meining, tit fevna øllum og geva íðkarunum frælsi at vera tann, tey eru.

Hóast vit ofta siga, at øll hava loyvi at liva og virka frítt, so kenna vit í søguni alt ov væl tað mótsetta. Tað eru nøkur, sum líkasum umsita loyvini, og sum kanska hava betri rætt til lívið. Tað er so nógv lættari at gera skjótar niðurstøður og avtaka persónliga frælsi.

Eygað er vakið og sær skjótt, um okkurt er, sum líkasum ikki passar inn. Grundgevingarnar eru nógvar: tey eru øðrvísi, tey eru ikki sum vit, tey eru veik, tey ganga løgið, tey eta løgið, tey krevja ov nógv, hví skulu tey altíð hava onnur krøv. Eg lurti ikki eftir tær, tí EG veit, hvat er best fyri teg. Ella eg lurti, men geri ikki, sum tú sigur. Ja, listin er langur. Tað er í grundini eingin endi á, hvat trupulleikin kann vera.

Eins og í heimurnin hjá dunnunum.   

Eins og vaksin eru ymisk, so eru børnini tað eisini. Vit verða fødd inn í familjur, vit velja ikki hvørja. Familjur eru ymiskar, og tað kenna vit alt til.

Í dag eru tað kanska nakrar familjur sum upplagt er at tosa um. Tað eru familjur, sum møta avbjóðingum, sum tey ikki hava ynskt sær. Tey fáa barn ella børn, ið hava ilt við at passa inn í tronga fýrakantin, sum samfelagið ella dunnugarðurin seta. Hesi siga seg tó vera rúmligan. Í nøkrum familjum eru tað ikki børnini, men tey vaksnu, møguliga foreldur, sum fáa avbjóðingar, sum samfelagið ikki lættliga fevnir.

Hetta eru avbjóðingar, sum ongin í veruleikanum hevur ynskt sær. Ljóðar keðiligt – og tað er tað. Flogið kann gerast tungt, heildarmyndin døkk, og vit fara kanska at leingjast eftir tí, sum onkursvegna er lættari.

Jú, eg haldi meg vera eitt ynskibarn, men eg veit, at tað var nakað, sum fylgdi við, sum var óynskt. Mammu og babba gleddu seg at gerast foreldur, men knappliga var nakað, sum líkasum legði ein skugga á heildarmyndina.

Tað óynskta gevur ofta orsøk til teir stóru spurningarnar. Tí tá gerst lívið hjá hesum familjum, foreldrunum og systkjunum nevniliga ofta øðrvísi, kanska við fleiri spurningum – bæði frá sær sjálvum og frá øðrum.

At læra seg at liva saman við fólki, ið hava avbjóðingar er serstakt, og sjálvur at liva við avbjóðingum kann vera krevjandi. At fólk gløða er faktiskt orkukrevjandi, at missa eygnakontakt kann vera eyðmýkjandi.

Her skal havast í huga, at ábyrgdin, sum er løgd á herðar okkara, eru vit ikki altíð sjálvi før fyri at bera. Júst her liggur ábyrgdin hjá øðrum, og hon er álvarsom. Ábyrgdin, liggur á herðum teirra, sum kunnu gera mun. Tað eru tey ella vit, sum eiga at reisa okkum og vísa veg til einar rúmligari Føroyar. 

Hvat er so tað? Grundleggjandi rættindi eru jú ikki framíhjárættindi, men javnrættindi, so føroyingar allir kunnu liva hurð um hurð við upprættum høvdi. Enn eru manglar, og teir eiga vit ikki at vera bangin fyri at seta orð á. Men eg gerist vónrík, tá ið fólk siga, at tey vilja gera mun.

Sum tit í dag.  

Grundarlagið fyri lívsgóðsku er alt tað, sum kann geva møguleika fyri virkna lívinum. Fyri meg er tað eitt bein, góðir bandagistar, ein skipan, sum veitir mær stuðul. Fyri onnur er tað okkurt annað.

Vit hava brúk fyri umstøðum, sum gevur okkum møguleika at vera so sjálvbjargin og virkin, sum gjørligt. Sum geva okkum flog. Vit hava eisini brúk fyri, at onkur spyr eftir okkum.

Ein dagin í 1985 ringdi Egga Jensen og spurdi eftir mær. Hetta var byrjanin til eina góða og mennandi tíð sum parasvimjari. 11 ár saman við fólki, sum lærdu meg nakað serstakt. Fram um alt lærdu tey meg, at lívið er litríkt – sett saman bæði við ljósum og myrkum litum – og við júst hesi blanding kann lívið gerast gott. Lívið spyr jú ikki, hvat ella hvussu, men vit eru noydd at taka tað, sum lívið gevur okkum, og tá gerst spurningurin, hvussu vit fáa mest ella best burturúr.

Her havi eg upplivað tað serstaka við menniskjum. Vit hava tann eginleikan, at vit mennast við uppgávuni. Døkku litirnir, sum frá byrjan vóru óynsktir, verða við tíðini brúktir til at skapa eina vakra, litríka lívsmynd. Neyðugt er tó, at vit hava onkran at vera saman við, onkran sum sær, lurtar og viðurkennir. Onkran, sum sær virði í okkum og trýr uppá, at vit eru før fyri at flúgva.   

Humlufluga, menniskja ella svanur. Hvat gjørdi, at svanurin í ævintýrinum so leingi reikaði runt fyri at finna eydnuna? Jú, helst vóru tað tey, hann var saman við, ið litaðu tilveruna, og sum gjørdu lívið avbjóðandi. Men, til alla lukku, gekk hetta bara til hann sjálvur sá, hvør hann í veruleikanum var. Tí, tá ið hann í sínum hábærsliga veingjabeiði hevjaði seg langt upp um allan vesaldómin á jørdini, sá hann niðri í tí klára vatninum myndina av sær sjálvum – ein reinur, hvítur og veingjabreiður svanur.

Takk fyri tykkara flógva veingjabreiði, ið gevur megd. Tit geva menniskjum eina vakra spegilsmynd av sær sjálvum. Ímyndin av svaninum passar væl.

Takk fyri flogið, tit hava givið so mongum, og allar bestu eydnu við “veingjavenjingunum” í framtíðini.   

Vegna MEGD,
takk fyri!

Seinastu tíðindi

MEGD luttók á ráðstevnu um etikk í heilsurøkt og gransking í smásamfeløgum

oktober 10, 2019

Nakað fyri teg?

oktober 7, 2019

Undir tykkara veingjabreiði  

september 30, 2019

Smyril Line vil geva bestu tænastu

september 27, 2019