Demensvinarligt samfelag

mars 11, 2015

Ráðstevnan VIRÐIR - SKYLDUR – ÁVIRKAN er av, og hava vit fingið sera góðar afturmeldingar. Á ráðstevnuni varð demensætlanin handað, har ein bólkur hevur sitið í nærum 2 ár og arbeitt við eini demensætlan fyri Føroyar. Tað eru ikki øll lond, ið hava eina demensætlan og Alzheimerfelagið fegnast um, at Føroyar eru so frammalagað á hesum øki.

Verða fleiri eldri enn yngri

Fólkafrøðiliga samansetingin í samfelagnum broytist, og tí er viðkomandi at gera sær etiskar hugleiðingar um, hvussu vit ynskja okkara samfelag skipað, tá ið tað eru tey eldru tað umræður.

Áhugavert er at taka upp spurningin, hvussu vit í Føroyum viðurkenna og styrkja leiklutin hjá avvarðandi, so teirra orka og lívsgóðska verður varðveitt. Tí vit vita, at tá ið sjúka sum til dømis demens rakar tann einstaka, ávirkar hetta familju, vinir og tey, ið standa nær.

Framskrivingar siga, at vit verða fleiri eldri í mun til yngra ættarliðið, og krevur hetta, at vit troyta nýggjar møguleikar fyri, hvussu vit eru um okkara eldru og sjúku. Rákið er, at avvarðandi fáa ein størri og sjálvsagdan leiklut at taka sær av sínum kæru. Tað er upplagt, at sjálvboðin í kirkjum og samkomum og øðrum felagskapaum fáa sít sjálvsagda pláss, og at fakfólk og sjálvboðin kunnu geva hvørjum øðrum íblástur og vitan.

Vitanardepil og demenssamskiparar

Sum demensætlanin vísur á, er tørvur á einum staði, sum hevur til uppgávu at savna og skapa vitan um demens og átøk, sum kunnu lætta um hjá teimum, sum hava demens. Bólkurin vísir á ein vitanardepil. Vitanardepilin skal hava tætt samstarv við líknandi deplar í grannalondunum og hava til uppgávu at miðla vitan til almenningin og tey, sum starvast innan økið. Vitanardepilin fyri demens eigur at vera stigtakari til royndarverkætlanir saman við kommunalu samstarsøkjunum. 

Eisini hevur tað týdning, at demenssamskiparar, ella fólk við servitan innan demens, verða sett í starv hjá kommununum í øllum 8 samstarvsøkjunum í Føroyum og beinanvegin sjúkan verður staðfest, at familjan fær ein kontaktpersón. Kontaktpersónurin skal samkipa innsatsin saman við tí sjúka og avvarðandi í mun til ráðgeving, undirvísing, tænastur sum t.d.  dagtilhald, stuðul og umlætting og upplýsa um demens í nærumhvørvinum, um familjan ynskir tað.

Umráðandi er at skipa fyri undirvísingar- og samtalubólkum fyri menniskju við demens, makum, børnum og øðrum avvarðandi.

Vitanardepilin fyri demens saman við Demensklinikkini eigur at skipa fyri tvørfakligum skeiðum árliga fyri at menna vitan, røkt og viðgerð í sambandi við demens.

Eftirútbúgving á Fróðskaparsetrinum

Samstarvast eigur at verða við Fróðskaparsetrið um at menna eitt serlig “Demens-modul”, sum kann innganga í framtíðar eftirútbúgvingar á heilsu- og almannaøkinum, so at øll starvsfólk fólk í heimarøktini og røktarstovnum fáa eitt grundskeið í demens.

Starvsfólk, sum eru um menniskju við demens, eiga at fáa skipaða og málrættaða undirvísning, vegleiðing og møguleika fyri regluliga at taka praksisstøður upp við ein demenssamskipara. Umráðandi er eisini at seta starvsfólk við røttum eginleikum til demensuppgávur. 

Gagnnýta tilfeingið

Arbeiðsbólkurin mælir til, at stuðul til hesar borgarar eigur at skipast sum partur av verandi heimahjálp og visiterast sum førleikahjálp (rehabilitering) samsvarandi endamálinum til tess at tryggja, at tilfeingið verður gagnnýtt. Eisini mælir arbeiðsbólkurin til, at tað verða fakfólk við serkunnnleika innan frontaldemens, sum hava ábyrgd av røkt og viðgerð og tætt samstarv við demensklinikkina, sum eisini visiterar.

Arbeiðsbólkurin metir, at dagtilhald er eitt gott tilboð, ið fyribyrgir og útsetir innflytan á røktarheim, sum tí sparir døgnpláss. Hetta tilboðið eigur at verða víðkað til fleiri tímar í samdøgrinum og um vikuskiftini.

Ábyrgdarpersónar, persónar við servitan um demens, eiga at verða útnevndir á røktarheimum og sambýlum – so ávíst tímatal virkuliga verður sett av til demensuppgávur at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum.

Terapeutar í heimarøktini, á røktarheimum, sambýlum og ellisheimun eiga at uppsamla og breiða vitan um heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk og menna málrættaði rørslu og aktivitetstilboð.

Eisini verður mælt til at skipa eindir til umlætting fyri minnisveik, har starvsfólkini hava serkunnleika um demens, og fysisku karmarnir eru gjørdir til fólk við demens. Ein demenssamskipari, ella fakfólk við nøktandi demenskunnleika, eigur at vera sett á umlættingarheimið, sum veitir ráðgeving til starvsfólk og avvarðandi og hevur fakkunnleikan til at eygleiða tann minnisveika, seta inn við viðgerð og samskipa hjálpina hjá heimabúgvandi og samstarva við kommunulækna og demensklinikkina.

Umlætting kann eisini vera eitt metingsuppihald, har ein kannar um persónurin kann fara heim ella skal visiterast til røktarheim. Møguliga kunnu samstarvsøkini innan eldrarøkt samstarva um at loysa hesa avbjóðing, so ikki allar eindirnar hava allar møguleikar, men við samstarvi kunnu skapa fleksiblari loysnir. 

Umseta kunnleika í praktiska arbeiðnum

Neyðugt er at tryggja, at øll fólk í øllum landinum hugsa demensvinarliga innrætting, og at starvsfólk hava teoretiskan kunnleika um demens og sosialar funktiónir og eru før fyri at umseta kunnleikan í praktiska arbeiðnum.

Eisini er tørvur á, at tað verður gjørt lógarverk, har tað verða ásettar reglur um valdsnýtslu, fyri at tryggja rættindi hjá borgarum við demens og harafturat at gera ein implementeringsleist og seta ábyrgdarpersónar at vera toghaldarar fyri implementering og fráboðan.

Fólk, sum skriva seg upp til eldrabústovn, eiga at fáa tilboð um at útfylla eitt røktartestamenti. Hetta eigur at liggja sum eitt skjal saman við umsóknarblaðnum.

Møguleikar eiga at verða gjørdir fyri, at fólk við demens kunnu fáa ávíst tal av stuðulstímum,  sum avvarðandi sjálvi ráða yvir. Avvarðandi eiga at fáa tilboð um sálarliga hjálp og tilboð um avvarðandiskeið. Almannaverkið útnevndir toghaldara/ar fyri arbeiðstilboð til yngri við demens eins og veitan av persónligum stuðli til fólk við demens. Fólk við demens eiga at fáa tilboð um sálarfrøðiliga hjálp 

Demensvinarligt samfelag

Størsta gleðin er tó, at vit í Føroyum nú taka ábyrgd og skapa eitt  “demensvinarligt samfelag”, og vón mín er, at tingfólk eisini taka ábyrgd og ”orða ein demenspolitkk”. Við demensætlanini er nøktandi tilfar at orða ein demenspolitik, so tað er bara at koma ígongd.

At enda. Í mínum dagliga starvi, plagi eg práta við húsfólkini um ymist. Ein dagin sat eg og prátaði við tríggjar menn og spurdi teir um ymist. Prátið kom inn á, hvussu teir dagliga trívast, og eg fiskaði nokk eftir, hvat vit kundu gjørt betri, ella kanska bara eina viðurkenning frá teimum. Tá sigur tann eini: “Tit kunnu ikki gera tað gott nokk, tí onki kann erstatta tað heim, sum eg og konan bygdu upp, har eru so nógv góð minnir. Minnir um okkara børn, minnir um okkara lív saman,” og við einum smíli legði hann afturat, “her er gott at vera, men hetta blívur altíð næstbest. Mítt heim er best.”

Ynski tykkum øllum eitt gott vár.

Halldis Joensen
Forkvinna í “Alzheimerfelagnum”
Leiðari á “Heiminum við Vallalíð

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024