Nýggjasta
Øll hoyra til
Tá eg las til námsfrøðing um aldarskiftið, var hugtakið inkusjón ikki so kent. Tá var integratión tað, sum hugsast skuldi mest um. Minnist okkurt kjak um, hvør munur var á hugtøkunum. Kjakið rørdi væl við kjarnan í málinum - integratión merkir jú, at okkurt fremmant skuldi takast við, inklusjón merkti, at alt var við. Trupulleikin blívur bara, at við yvirhøvur at skula hava hesi hugtøk liggur ein hóttan um, at hugsað verður um tit og vit, ella tey og vit, ella við øðrum orðum um eitt uppbýtt samfelag.
Hetta hevur altíð verið mær ein fremmandur tanki, tí sjálvandi hoyra øll til. Frá tí eg byrjaði í mínum yrki sum námsfrøðingur, havi eg altíð hugsað: Hvussu fái eg skipað soleiðis fyri, at øll kunnu vera við, og hvussu tryggi eg, at eg ikki útihýsi nøkrum?
Havi skilt, at tankin fyri fleiri er lýstur at vera ein “utopiskur” ella órealistiskur tanki, kanska enntá ein fjald spariætlan hjá myndugleikum, sum hava loftað orðinum “inklusjón” og vita, at fakpersónar hava torført at vísa støður frá sær, tá gandaorðið inklusjón verður brúkt.
Sum dagstovnanámsfrøðingur og leiðari á einum frítíðarskúla og stovni ætlað 6 ára gomlum mentu vit eina námsætlan, har grundarlagið var býtt upp soleiðis, at starvsfólkini skuldu arbeiða fram móti, at børnini fingu eina kenslu av fylgjandi høvuðspunktum: at hoyra til, at megna, at vera sjálvbjargin, at vera hjálpsamur og hetta samstundis við, at starvsfólkini skuldu síggja, hoyra og rúma børnunum.
Hetta er í grundini fyrst og fremst ein hugsanarháttur, sum ávirkar, hvussu tú møtir barninum. Hugsanin byggir á, at tað eru starvsfólkini, sum taka ábyrgd og tryggja, í hesum førinum, at barnið fær tær umstøður, tað hevur krav uppá fyri at kunna mennast á rættan hátt.
Sum leiðsla hevur tað tá verið mín uppgáva at tryggja, at starvsfólk hava neyðugar umstøður, tíð og karmar at kunna møta øllum, óansæð tørv. Hjá okkum haldi eg, tað hevur gingið væl við ábyrgdarfullum politikkarum øll hesi árini, sum hava roynt at gingið ynskinum hjá stovnunum í kommununi á møti.
Vit koma ikki uttanum, at tað krevur góðar umstøður, tíð og karmar at røkja hesar hugsjónir til fulnar, tí uttan umstøður kenna fólk seg pressað og byrja at missa orku og fáa ikki eyga á møguligar loysnir, ið kunnu bøta um gerandisdagin. Og tá er skjótt, at vit byrja at útihýsa onkran.
Tey, sum ráa, hava valdið, og fyri at politikkarar kunnu megna at taka skilagóðar avgerðir, krevur tað, at vit, sum arbeiða innan hesi øki, megna at greiða frá, hvør tørvurin er fyri at fáa góðar umstøður. Um vit tiga, ber illa til at nærkast einum meira inkluderandi samfelag.
Eg haldi, at okkum tørvar eitt fjølbroytt samfelag, tí fjølbroytni ger, at vit hyggja eftir ymiskum við ymiskum brillum. Við at viðurkenna, at øll hava ymiskar avbjóðingar og framvegis kunnu vera luttakandi í samfelagnum, eru vit við at tryggja okkum eitt fjølbroytt og kappingarført samfelag.
Onkuntíð fái eg eina kenslu av, at hildið verður, at inklusjón merkir, at øll skulu vera viðgjørd og fáa akkurát tað sama burturúr. Tá er tað sjálvsagt, at tað gerst ein utopiskur tanki, men í tí løtu tú hugsar, at tað snýr seg um at geva tí einstaka rúm og umstøður at vera luttakandi og partur av samfelagnum á jøvnum føti við onnur, gerst avbjóðingin ein heilt onnur.
Í felag megna vit meira, tí mugu øll sleppa at hoyra til.