Samróður elur samgleði

desember 13, 2020

Nýggjasta MEGD-blaðið liggur nú teldutøkt á heimasíðuni. Her kanst tú lesa greinina hjá føroya biskupi, Jógvan Fríðriksson, sum er um týdningin av sjálvbodnum arbeiði, sum er evnið í blaðnum.

Mynd: Dimmalætting, Leit/Finnur Justinussen

Aftan fyri andlitið er ein viðkvom tilvera, ið verður kallað menniskjað. Vit síggja við eygunum einans partar av menniskjanum, tað er kroppin og andlitið.

Tessvegna er tað umráðandi at vera menniskjansligur, viðkomandi og høviskur. Tað dulda medvitið og kenslurnar eru ein ósjónligur veruleiki, sum í stakførum verður sjónligur, tá ið vit varnast fylgjurnar ella hjáárinini av sálarlívinum.

Vit síggja ikki tann partin av menniskjanum, ið er sál og andi. Vit mega geva tí einstaka gætur og síggja menniskjað í menniskjanum. Tann samlaða heildarmyndin er fjølbroytt, og ymisk eru korini frá einum til annan.

 

Sosialt tilvit  

Menniskjan er ein sosialur skapningur, og samvera og felagslív hava alstóran týdning fyri trivnaðin. Trívast vit, kennist lívið hvíla í nøgdsemi. Mistrívast vit, er dagurin ein álvarsom avbjóðing.

Tað eru tey, ið tilvitað velja einbýli og trívast best heima hjá sær sjálvum. Henda staðfesting føðir ta sannroynd, at menniskjan er rættiliga ymisk og fjølbroytt. Veruleikin er so mikið samansettur, at yvirskipað er torført at úttala seg neyvt og beinrakið.

Menniskjan er ein sosial vera og kennir seg aloftast væl saman við øðrum. At vera ein partur av einum áhugabólki ella felagsskapi er ríkidømi úteftir og inneftir.

Í hópinum fáa vit eitt ytri rúm, har vit saman við øðrum eru felags um nakað gagnligt. Vit avrika nakað sjónligt og leggja verk úr hondum, ella vit avrika nakað ósjónligt í samveru undir heitinum trúgv, vón og kærleiki.

Tað sosiala medvitið er ein hollur førningur. At geva øðrum gætur og síggja upp um seg sjálvan gagnar øllum. At skapa rúm har hin einstaki kennir seg vælkomnan uttan mun til førleika ella avbjóðingar.

Undantøk finnast, og tey staðfesta meginregluna: Menniskjan er ein hugsandi sosial vera. Tá so er, ræður tað um at geva hvør øðrum pláss til at vera og hugsa.

 

Sosialur opinleiki

Tíbetur eru vit í dag meiri opin um okkara egnu viðurskifti enn fyri hálvari øld síðan. Tað er eingin skomm at bera likamlig ella sálarlig lýtir. Tað at skammast er ein vánalig uppskrift til eitt lív í nøgdsemi. Skommin kann einans nýtast sum uppskrift til eitt lív undir egnum trýsti fram til at liva soleiðis hálvavegna ella í brotpørtum.

Skulu vit hava tað gott í sosialari samveru, mega vit góðtaka okkum sjálv, svá vit eru. Tað er tann fyrsta fortreytin. Tann næsta fortreytin er eyðvitað, at tey, ið vit eru saman við ella umgangast, eru so mikið væl útborin, at tey síggja upp um sínar egnu dygdir og førleikar og taka samábyrgd av tí sosialu eindini og samfelagnum.

Í ætt við hetta økið er tað óunniliga fyribrigdið, at vit viðhvørt skammast við okkara børn og næstringar. Orsøkin kann vera, at tey hátta sær øðrvísi ella liva ikki upp til tað, ið vit droymdu um og væntaðu.

Hvønn dag mega vit fyrihalda okkum til veruleikan og ikki leggja ein annars lívgandi dreym niður yvir onnur sum eitt kvalandi teppi. Vit mega góðtaka tilveruna og saman gera mun, so tað munar.

Opinleikin gagnar, tá ið fólk í somu støðu undir felags ábyrgd siga sína søgu. Tey, ið fáa eina avbjóðing í lívinum, hava nógv at læra onnur, sum koma í líknandi støðu. Tað at siga sína søgu kann vera sálarligur lekidómur, ið gagnar øðrum sum roynd vitan og lívsvísdómur. Tað ræður um at vera opin við virðing fyri sær sjálvum og øðrum.

Tó, opinleikin kann eisini vera darvandi, um givin vitan ikki verður handfarin varisliga. Umráðandi er at kenna pallin, har vit í opinleika geva innlit í okkara lív og samskifta við onnur. Tað ræður um at finna ta røttu javnvágina.

Pallurin hevur alt at siga. Tað kenda, fjálga og trygga rúmið, har vit tosa um okkara persónligu viðurskifti er vælegnað sum terapi. Fara vit út í fjølmiðlarnar ella aðrar almennar pallar, mega vit hava onnur atlit.

Tað er als eingin orsøk alment at leggja alt sítt sálarlív út á blik sum litfarin klæði til bleikingar. Okkara innara menniskja er ov dýrabart til at gerast fótatraðk hjá øðrum. At geva innlit í og fáa luft fyri síni hugsan ella avbjóðingum er gagnligt, um pallurin er tryggur, vardur og fjálgur.

Henda vitanin og tilsvarandi ráðgeving er tøk hjá MEGD, ið vísir á og skapar tað trygga rúmið.

 

Sosial trúgv vónar

At gera mun og lyfta byrðar í felag, elur fram eitt ávíst mál av nøgdsemi. Eingin megnar alt, men vit kunnu øll gera mun. Steinurin, ið vit ikki einsamøll orka at lyfta, skal ikki verða liggjandi órørdur. Vit skulu í felag lyfta teir tungu steinarnar. Vit skulu saman ganga leiðina frameftir.

Tann persónliga og almenna trúgvin hevur sítt fokusøki í støðu næstans. Kristin trúgv er millum annað at elska næstan sum sjálvan seg. Hjartaslátturin slær í kroppinum, so medvitið veit um støðuna hjá medborgarunum í nærumhvørvinum og burturi í heimi.

At geva hvør øðrum gætur, minnast til treingjandi og tey, sum vegna tvørrandi heilsu vóru skerd og sett nakað til síðis, ger sjálvbodna tænastu ríka. Bæði tann, ið gevur gávuna, tann fremjandi og tann, ið tekur ímóti tænastuni, fáa ágóðan. At geva burturav síni tíð ríkar lívið hjá øðrum.

Skúlastjórin Steingrím Niclasen, sáli, gekk bókliga lærdur í lívsins skúla. Tað kann valla sigast betur:

"Av lívinum líti tú lærdi // um tú ikki lærdi tað // næstanum hond at rætta // áðrenn hann bønandi bað.

Av lívinum líti tú skilti // um tú – tá ið sól fer í kav // einki av øllum tær untist // neyðstadda næstanum gav.

Av lívinum lítið tú skilti // um tú teg í yvirflóð // klæddi í purpur og visti // at næsti tín nektaður stóð.

Men lærdi teg lívið at rógva // við næstanum streymharðan sjógv // tá kanst tú av sonnum siga // at lívið teg lærdi nógv".

Seinastu tíðindi

Vælferð í einum óstøðugum heimi

mars 27, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024

Fosturtøka vegna brek er mismunur

februar 9, 2024