”TAÐ NYTTAR EINKI AT HAVA EINA FLOTTA LÓG OG SO IKKI SETA PENGAR AV”

mars 16, 2026

Í døgunum fram til løgtingsvalið fer MEGD at leggja greinar út frá felags fundinum sum varð hildin í MEGD húsinum í sambandi við Løgtingsvalið 2026 - eina grein fyri hvønn politiskan flokk – har valevni úr politisku flokkunum luttóku og søgdu sínar hugsanir og ætlanir við at menna brekøkið. Á fundinum umboðaðu Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Rúna Wenningsted Hansen Fólkaflokkin.

Elsebeth, sum hevur verið landsstýriskvinna í almannamálum, greiddi frá hvussu ætlanin upprunaliga varð at stigvíst hækka játtanina á fíggjarlógini árliga til almannalógina, soleiðis at hon við tíðini kundi fara at virka sambært endamáli sínum. Hetta er tíverri ikki framt í verki og úrslitið er hareftir - tað nyttar einki at hava eina flotta lóg, og so ikki seta pengar av. Eisini vísti Elsebeth á týdningin av, at politiska skipanin hevur tikið stig til at seta gongd á almennar byggiverkætlanir á vælferðarøkinum, og at tað er neyðugt at halda á fram við at byggja, tí tørvurin er ovur stórur. Elsebeth rósti MEGD fyri at seta orð á avbjóðingar og loysnir á brekøkinum, og vildi vera við til at víðka javnstøðulógina til at eisini fevna um brek.

Rúna, ið hevur drúgvar starvsroyndir og góðan kunnleika til vælferðarøkið vísti á, at tá mann royndir at finna loysnir, vísir tað seg, at mann rennir seg í ymiskar forðingar, áðrenn mann fær gjørt nakað. Tí er tað umráðandi, at tað gerst lættari at finna loysnir. Hetta inniber m.a. at tryggja fleiri og betri bústaðir til børn við breki, har tørvurin kann verða rættiliga stórur. Eisini vil hon virka fyri at útbúgvingar, arbeiðsmarknaðurin og lærupláss verða meiri inkluderandi, soleiðis at tey eisini fevna fólki, ið bera brek. Hetta eigur at bera til uttan at mann skal niður á knø at bidda.

MEGD fegnast um at tað er eitt hjartamál hjá Fólkaflokkinum at styrkja almannalógina fíggjarliga, soleiðis at hon fær virkað sambært upprunaliga endamálinum, og at Fólkaflokkurin ynskir at gera nakað við ovur stóra tørvin á bústøðum og vælferðartænastum til børn við breki. Hetta kann verða eitt týðandi stig á leiðini at fremja altjóða brekrættindasáttmálan í verki, serliga grein 5 um at tryggja javnrættindi og ongan mismun og grein 28 um nøktandi lívskor og almannavernd. MEGD ynskir bæði Elsebeth, Rúnu og Fólkaflokkinum eitt gott val.

MEGD er politiskt óheft, men ynskir áhaldandi at ráðgeva og samstarva á jøvnum føti við allar teir politiskar flokkar og myndugleikar, ið arbeiða við fremja vælferð í verki, her undir rættindi fólki, ið bera brek, í øllum aldrum.

Seinastu tíðindi

”TAÐ NYTTAR EINKI AT HAVA EINA FLOTTA LÓG OG SO IKKI SETA PENGAR AV”

mars 16, 2026

"VÆLFERÐ ER EIN ÍLØGA"

mars 15, 2026

"VÆLFERÐ ER EIN ÍLØGA"

mars 15, 2026

”Eg ætlaði mær við, men eg klári ikki”

mars 13, 2026