Kor teirra við menningartarni í Føroyum

apríl 20, 2022

Nýggjasta MEGD-blaðið snýr seg um hugburð um brek. Les greinina, sum Óluva Skaale, lærari, skrivaði til blaðið.

Hava fólk við menningartarni tað nóg gott í Føroyum?

Hetta er ein einfaldur spurningur, og tú væntar eitt greitt svar – ja ella nei – men so einfalt er tað ikki. Tankar mínir leita aftur í tíðina. Tí skalt tú skilja nútíðina, mást tú kenna fortíðina. 

Eg minnist fólk – børn, sum vóru ring at ansa eftir – vóru stríggin hjá mammuni at fáast við, og hon hevði fleiri onnur børn, kúgv í kjallaranum og gomul foreldur ella verforeldur. Maðurin var burtur – var til skips. Hesar konur vóru forstríddar og møddar. Soleiðis var tíðin, og soleiðis hevði tað altíð verið. Eingin gramdi seg, og hvat hevði tað hjálpt?

Men tá ið Hvíldarheimið kom í 1935, kundi lækni senda konur, ið ringast vóru fyri, á Hvíldarheimið í 14 dagar. Hetta var stutt hjálp, tó ein ásannan av byrðuni, sum lá á mammum.

Ellisheimið kom í 1936, men tað var bara í Havn. 

So kom tíðin, tá ið børn og ungfólk, sum bóru brek til likams ella sálar, vórðu flutt til  Danmarkar.

Foreldrini trúðu veruliga, at har fóru tey at fáa hjálp, góða ansing og kærleika, tí tóku nógv av hesum tilboði, sum tey hildu vera so gott. Men skilnaðurin var svárur. Minnist eina mammu, ið segði, at tað var sum at skræða hjartað úr sær at senda hetta barnið, sum tørvaði hana mest, frá sær, men hon orkaði ikki meir. Og hon væntaði, at barnið í Danmark fór at fáa betri sømdir og hjálp, enn hon kundi geva tí.

Árni Olsen, sáli, segði, at hagtølini vístu, at í Føroyum vóru eingi sálarsjúk ella menningartarnað fólk, og tað vísir, segði hann, at her ruggar ikki rætt.

Fyrst í 60´unum vóru fýra deyv børn í Føroyum, ið skuldu niður á deyvaskúlan á Kastelsvegi í Keypmannahavn, og ein drongur var farin niður árið fyri. Sostatt vóru fimm deyv, føroysk børn –  ein heilur flokkur – í danska skúlanum í senn.

Ditlev og Margit Olsen og Hjørmund Magnussen arbeiddu á skúlanum tá, og saman við skúlaleiðsluni ætlaðu tey at flyta henda flokkin til Føroya. Tað var kortini ikki politisk vælvild fyri tí, og ætlanin mundi dottið niðurfyri. Tað hevði hon gjørt, um ikki býráðið í Havn læt teimum deyvu VBV-húsið úti á Skansa, ið nú stóð tómt, tí studentaskúlin var fluttur niðan í Hoydalar.

Hesin skúlin fyri deyv børn var deild av Kastelsvejsskolen og sostatt danskur. Við tíðini vaks hann til at fata um døve, tunghørte, talelidende, spastiske og blinde. Hesir bólkar av næmingum vóru tí ikki longur sendir til Danmarkar, eftir at skúlin á VBV læt upp.

Ein lítil bólkur av børnum við duldum breki eru tey við lesitarni. Teimum bagdi einki, fyrr enn tey fóru í skúla. Tey lærdu ikki at lesa. Tey vóru rópt sibbar. Orðið sibbi er eitt ógvuliga niðrandi orð, sum tíbetur ikki er at hoyra longur. Hóast vitug vóru møguleikarnir smáir fyri at fáa útbúgving og eitt gott lív, og argingin í skúlatíðini hevur sært tey fyri lívið.

Nú verða tey tíðliga loftað í skúlanum, og nú vita vit, at flest øll kunnu læra at lesa eftir ymiskum lærihættum.

Í 70'unum varð avgjørt, at føroyingar á stovnum í Danmark skuldu flytast heim. Hetta hóvaði ikki øllum, men stríðið var at enda vunnið, og heim komu tey. Eg kenni nógv teirra.

Á leguni fyri fólk við breki á Zarepta í 2019 var evnið Eitt virkið lív.

Øll tey spurdu, ið stóðu á pallinum, søgdu, at tey høvdu eitt gott lív. Summi greinaðu tað út. Eg havi gott arbeiði, Eg havi vinir, Tað er gott at búgva í Føroyum, Vit sleppa at ferðast, Vit fáa góðan mat, Eg spæli í Ælaboganum. Øll vóru glað. Eg tosaði við tey flestu av teimum, ið fáa tosað. Tey søgdu øll, at tey høvdu tað gott.

Og tí verður yvirskipaða svarið til spurningin: Tey menningartarnaðu hava ikki altíð havt tað gott í Føroyum. Heldur ikki teirra avvarðandi, sum mangan hava staðið rættiliga einsamøll í sínum stríði.

Men nú siga tey sjálv, at tey hava tað gott.

Og tá ið tey sjálv siga seg hava tað gott, hvør kann so seta spurnaðartekin við tað?

Tað, sum tó ger spurningin torføran at svara, er orðið nóg. Hava tey tað nóg gott í Føroyum?

Tað er ilt at meta um.

Men vit kunnu altíð hyggja at kørmunum, sum tey fáa her á landi.

Vit vita, at tað eru ov fáir bústaðir til vaksin við menningartarni. Mong teirra búgva enn heima hjá foreldrunum.

Og hóast sertilboðini í skúlum og til útbúgvingar støðugt gerast fleiri kring landið, eru framvegis nøkur, sum detta burturímillum.

Tá ið tey eru vaksin, hvat bíðar teimum so, tá ið skúlin er liðugur? Hvussu sleppa tey at brúka síni evni? Duga vit nóg væl at skapa teimum umstøður, har tey kunnu gera nyttu og taka sítt dagliga tak í samfelagnum?

Somuleiðis hoyra vit, at á bústovnunum gera starvsfólkini alt, tey kunnu, at geva hesum fólkunum eitt gott lív og góðar karmar, men tey kenna ofta, at tað er tungt, tí tey eru ov fáment.

Tað, sum ger spurningin torføran at svara, er orðið nóg. Tí er tað nóg gott, tá ið vit vita, at sumt átti og kundi verið betri?

Tann spurningin haldi eg, at vit bara lata standa.

Seinastu tíðindi

Brekpolitikkur er samfelagpolitikkur

mai 2, 2024

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024