Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Í døgunum 16. og 17. apríl var fundur í norðurlendska brekráðnum, Rådet för nordiskt samarbete om funktionshinder, og hesaferð í Stokkhólmi.

Brekráðið liggur undir norðurlendska ministararáðnum og er ráðgevandi inn á øll økir í ministararáðnum. Í ráðnum sita tvey umboð fyri hvørt norðurland, eitt frá almennu myndugleikunum og eitt frá meginfeløgunum. Frá Almanna- og mentamálaráðnum er Barbara Álvsdóttir Thomsen umboð, og fyri MEGD er forkvinnan umboð.

Á fundunum varð - sum altíð - tosað um, hvussu norðurlond kunnu samstarva til frama fyri brekøkið, og hesaferð var yvirskipaða evnið íverksetan av brekrættindasáttmálanum. Her varð tosað um ymiskar royndir við íverkstan,  hoyringar í ST, royndir við tilmælum frá ST-brekrættindanevndini, spurt varð, hvørja ítøkiliga ávirkan tilmælini hava o.s.fr. 

MEGD hevur seinastu vikurnar saman við limafeløgunum savnað inn vitan til frágreiðing, sum í næstum verður send ST. Frágreiðingin byggir á skuggafrágreiðingina og evnislistan, sum varð send ST í 2014 og 2019. MEGD skal nú í august aftur til hoyring í Gèneve.  

Fast punkt á skránni í brekráðnum er Norden Rundt. Her fáa londini nakrar minuttir at greiða frá støðuni á brekøkinum.

Føroyar kundu her millum annað endiliga boða frá, at lógin um brekrættindaumboð er samtykt á Føroya løgtingi, og at arbeiðið at seta brekrættindaumboðið í verk nú skal gerast. Lógin byggir á grein 33, 1 í brekrættindasáttmálanum, sum ásetir, at limalondini skulu skipa eitt óheft eftirlit við íverksetan av sáttmálanum.

Í grein 3 í samtykta lógaruppskotinum stendur, at brekumboðið skal:

1) Hava eftirlit við at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við ST sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

2) Veita ráð og vegleiðing til fólk, ið bera brek, um teirra rættindi, kærumøguleikar og klagumøguleikar.

3) Veita ráð og vegleiðing til almennar myndugleikar, almennar og privatar stovnar og fyritøkur, fakfeløg og áhugafeløg um spurningar viðvíkjandi rættindum, kærumøguleikum og klagumøguleikum hjá fólki, ið bera brek.

4) Veita kunning og frálæru við tí endamáli at ala fram virðing fyri rættindum hjá fólki, ið bera brek.

5) Gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.

6) Gera røddina hjá fólki, ið bera brek, týðiligari í almenna rúminum og birta kjak um viðkomandi spurningar, sum viðvíkja rættindum hjá fólki, ið bera brek.
Stk. 2. Brekumboðið skal hoyra fólk, ið bera brek, og áhugafeløg á brekøkinum.

Nú verður fylgt við arbeiðinum, og her ber til at lesa alla lógina og ymisku hoyringarskrivini.

Og enn er vón um, at Løgtingið, við stuðli frá landsstýrinum, fer at broyta heitið á umboðnum frá brekumboð til brekrættindaumboð.

Her ber til at vitja norðurlendsku mannarættindastovnarnar, sum hava eftirlit við brekrættindasáttmálanum í Norðurlondum:

Nú kemur Føroyar vónandi skjótt á hendan listan fyri mannarættindastovnar.

Samanumtikið sera áhugaverdir dagar í norðurlendska brekráðnum. Fleiri myndir finnur tú við at týsta HER.

***

Á myndini eru:

Ola Balke, Myndigheten för delaktighet Sverige
Karin Flyckt, Socialstyrelsen Sverige
Gunilla Lindqvist, Ålands landkapsregering
Kai Koivumäki, NVC
Leif Olsen, VIVE Danmark
Anna Caldén, SAMS–Samarbetsförbundet kring funktionshinder Finland
Päivi Nurmi-Koikkalainen, THL Finland
Þórný Björk Jakobsdóttir, Öryrkjabandalag Islands ÖBI Island
Mette Cordius-Hansen, Socialstyrelsen Grønland
Sif Holst, Danske Handicaporganisationer Danmark
Tóra við Keldu, MEGD
Soffía Dóra Jóhannsdóttir, Socialministeriet Island
Marie Sten, Funktionsrätt Sverige Sverige
Alma Ýr Ingólfsdóttir, Öryrkjabandalag Islands ÖBI Island
Barbara Álvsdóttir Thomsen, Almanna- og mentamálaráðið
Anna Bjørshol, Barne- unge og familiedirektoratet Norge
Per-Christian, Wandås Helsedirektoratet Norge
Lars Lindberg, NVC

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024