Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Á norðurlendsku ráðstevnuni, Nordic Welfare Forum 2023, varð boðskapurin greiður: Trýstið á vælferðarsamfeløgini í Norðurlondum er vaksið almikið tey seinastu árini. Heimsstøðan tykist at hava við sær, at vælferðartænastur og rættindi hjá fólki, ið bera brek, verða alsamt meiri hótt tey næstu árini.

Orð: Bárður Atlason Ísheim, aðalskrivari hjá MEGD. Mynd: Jens Kristian Vang. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

 

Orsøkirnar eru mangar: Inflatión og livikostnaðurin økjast, kostnaður á marknaðinum veksur, kríggj og ósemjur gera um seg, starvsfólkatrot o.a. Tí er neyðugt at tryggja, at lógir verða hóskandi tillagaðar við nøktandi og neyvt orðaðum rættindum, soleiðis at karmar, umstøður og umhvørvi eru rímilig og ikki gera mismun í sambandi við førleikar okkara.

Royndir vísa, at stutttíðarætlanir eru hvørki virðiligar ella skynsamar og fáa ikki framt varandi og tillagaðar loysnir. Ein grundleggjandi partur av loysnini er tí ein langtíðarætlan, ið savnar allar viðkomandi partar, ásetir ítøkilig framtíðar mál, og sum kann nýtast til at menna og meta um virðið av lógum, tænastum og rættindum.

 

Semja styrkir

Tað er bara í sambandi við karmar, umstøður ella umhvørvi, at tað ber til at meta um, hvørt vit sum einstaklingar bera brek. Í einum góðum umhvørvi kunnu vit liva væl og menna okkum likamliga, sosialt, andaliga, sálarliga ella sansaliga bæði sum einstaklingar og saman við øðrum.

Hinvegin kunnu førleikar okkara gerast avmarkaðir, um umhvørvið er óhóskandi, hættisligt ella beinleiðis skaðiligt. Skal tað eydnast at tillaga lógir rímiliga við skynsemi og virðing, er tað grundleggjandi, at brúkarin verður hoyrdur skipað og mettur sum ein viðleikari.

Altjóða Brekrættindasáttmálin leggur upp til, at hvørt limaland ger eina langtíðarætlan (eisini nevnd brekpolitisk virkisætlan ella langtíðar heildarætlan). Ein langtíðar ætlan kann tó bara verða útint í góðum samstarvi millum politisku skipanina og tey feløg, sum umboða brúkaran.

Høvuðsboðskapurin í yvirlýsingini hjá MEGD og øllum 24 limafeløgunum frá mars 2023 varpaði ljós á viðurskifti og umstøður í Føroyum, ið beinleiðis og áhaldandi bera í sær, at rættindi hjá fleiri børnum og ungum, ið bera brek, ikki verða vird. Yvirlýsingin viðmælti eisini ávísa tilgongd, ið skal til, um loysnir skulu finnast.

Á almennum borgarafundi, ið MEGD skipaði fyri áðrenn løgtingsvalið í fjør, staðfestu umboð úr øllum politiskum flokkum, at hóast Føroyar eru eitt vælferðarsamfelag fyri fjøldina, so tykjast fólk, ið bera brek, lutfalsliga ofta ikki at verða fevnd av neyðugum tænastum.

Sambært Nordic Welfare Forum tykist støðan sostatt longu at vera torfør, og tey næstu árini kunnu vit vænta, at trýstið á samfelag okkara fer at harðna alsamt. Tað er tí neyðugt at finna loysnir sum skjótast, og skal tað eydnast, mugu vit fyrst semjast um, júst hvussu vit vilja standa ímóti trýstinum uttanífrá, og hvørja kós vit vilja seta frameftir.

Samstundis sum vit hava rætt til at vera ósamd, eiga vit at ásanna, at ósemja elvir til óstøðugar stutttíðarloysnir hjá lutfalsliga fáum. Harumframt er mangan neyðugt at rætta upp á stutttíðarloysnirnar, ið kann vera dýrt. Víðfevnd semja kann hinvegin fremja støðugar langtíðarloysnir hjá mongum. Eru ósemjur dýrar, eitt nú fíggjarliga og politiskt, eiga vit at seta spurningin, um vit tey næstu árini vilja verja og viðlíkahalda rættindi og vælferð. Í tí føri mugu vit semjast um víðfevndar langtíðar loysnir, og serliga tá tað kemur til grundleggjandi viðurskifti.

 

Mál og metingaratlit

Eitt grundleggjandi evni, sum er umráðandi at finna semju um, er júst hvørji metingaratlit (ávísar, indikatorar) vit í felag eiga at brúka, tá ið vit seta mál, og tá vit fara at meta um tað ítøkiliga virðið av eitt nú lógum, rættindum, vælferðartænastum og ítøkiligum felags málum.

Avráða ymsir partar at brúka ymisk metingaratlit, verður torført at fáa eina rættvísandi mynd av, hvussu vælferðartænastur eru virðiligar, skynsamar ella burðardyggar. Vandin økist samstundis fyri, at rættindi verða skerd, antin beinleiðis ella óbeinleiðis, við vilja ella av óvart.

Eitt hugsað dømi kundi verið, at tann eini parturin metir eina vælferðartænastu eftir eini stuttskygdari fíggjarliga útreiðslu fyri landskassan, meðan ein annar partur metir somu vælferðartænastuna eftir langtíðar avriki fyri fjøldina, eitt nú í sambandi við rættindi og førleikar hjá tí einstaka at vera við, útbúgva seg, arbeiða og vera sjálvbjargin. Ein rættvísandi heildarmynd, ið vítt byggir á viðkomandi atlit, er tí neyðug, soleiðis at vit fáa eina greiðari fatan av, júst hvussu vit eiga at smíða og halda eina langtíðarætlan.

Tað tekur drúgva tíð at menna viðkomandi vælferðartænastur og rættindi, so ein møgulig langtíðarætlan eigur millum annað at áseta mál, virði og rættindi, bæði fyri einstaklingin og samfelagið. Við tvørrandi semju um metingaratlit, fáa vit tó eitt nógv veikari grundarlag at áseta ítøkilig mál og at menna verandi ella nýggjar tænastur, men eisini at meta um, hvørt vit menna ella skerja rættindi, trivnað og útreiðslur.

Við eini langtíðarætlan, har semja er fingin um ítøkilig mál og metingaratlit, fáa vit hinvegin eitt munandi sterkari grundarlag at loysa framtíðar avbjóðingar. Men hvussu leggja vit eina langtíðarætlan, og hvussu ber til at tryggja, at hon verður umboðandi og virkisfør?

 

Umboðan og virðismeting

Yvirlýsingin um rættindi hjá børnum og ungum var umboðandi, tí hon hevði grundarlag í samskifti við limirnir í teimum ymsu feløgunum, sum umboða brúkarar, ið bera ymisk brek. Við øðrum orðum byggir umboðanin á tær lívsroyndir hjá brúkarum, sum eru limir í teimum 24 limafeløgunum hjá MEGD.

Feløgini, sum eru skipað við viðtøkum, kunnu tryggja áhaldandi og fakliga dygd, politiskt óheftni og at menningin av viðurskiftum teirra byggir á støðugan og skipaðan felagsskap, og ikki bara á einstaklingar, sum eitt nú kunnu verða útskiftir. Reglur og skipan, ið minna um viðtøkurnar hjá umboðandi feløgum, áttu tí at verið gjørdar til langtíðarætlanina.

Hóast avmarkaða orku, sum í stóran mun byggir á sjálvboðið arbeiði, eru fleiri dømi um, at umboðandi feløg hava skipað fyri ymsum kanningum og gransking av eitt nú umstøðum og viðurskiftum hjá limum sínum. Hesar kanningar hava mangan havt eitt stórt virði fyri limirnar, ið fáa eitt styrkt grundarlag at mæla til lógarbroytingar til teirra fyrimun.

Tó hava vit enn onga víðfevnda og granskingargrundaða skipan, sum áhaldandi kannar, hvussu fólk, ið bera brek, liva, virka og trívast, og um lógarverkið í verki megnar at javnviga fyri teirra skerdu førleikar. Tað sjálvbodna arbeiðið í limafeløgunum er aloftast væl skipað, men orkan er sum heild rættiliga avmarkað. Tí er tað rættiliga greitt, at tað eisini er stórur tørvur er á løntari starvsfólkaorku, ið kann vera við til at tryggja javna og áhaldandi umboðan og at vera við á viðkomandi móti. Langtíðarætlanin eigur tí at tryggja, at allir viðkomandi partar – og serliga umboðandi feløg – áhaldandi hava neyðuga orku at vera við.

Men hvussu fáa vit eina greiða heildarmynd, um vit ikki hava skipaðar, granskingargrundaðar og óheftar kanningar og hagtøl um verandi viðurskifti? Hvussu kunnu vit finna semju um, hvørji ítøkilig mál skulu raðfestast, um vit ikki vita við vissu, hvat veruliga virkar?

 

Langtíðar ætlan kann tryggja vælferð og rættindi

Við støði í samtykt hjá Sameindu Tjóðum (ST) tóku viðkomandi partar í Føroyum stig til at útnevna árið 1981 fyri Ár teirra brekaðu. Endamálið við hesum átaki var millum annað at umrøða rættindi hjá fólki, ið bera brek, og at finna møguligar loysnir, millum annað við at skipa fyri tiltøkum, framleiða kunnandi tilfar og seta gongd á útgreinandi arbeiði.

Arbeiðsbólkurin, ið skipaði fyri ári teirra brekaðu, vildi hava víðfevnda luttøku í arbeiðinum, og gjørdi tí av, at átakið skuldi vera politiskt óheft. Tí var eingin aktivur politikari við í arbeiðsbólkunum. Arbeiðið varð skipað við støði í arbeiðsætlan og 30 arbeiðsbólkum við til samans meira enn 100 luttakarum. Arbeiðsbólkarnir vóru umboðaðir við fakfólki úr embætisverkinum og viðkomandi stovnum og umboðum úr viðkomandi feløgum úr sivilsamfelagnum.

Hesin leistur kann verða brúktur sum íblástur, um farið verður undir at gera eina langtíðarætlan, sum ásetir mál og metingaratlit fyri vælferð og rættindi hjá fólki, ið bera brek. Eitt slíkt væl skipað átak kundi verið grundarlag fyri einum ella fleiri lógaruppskotum, ið við breiðari undirtøku vóru langtíðar virkisfør.

Sum nevnt leggur altjóða Brekrættindasáttmálin upp til, at langtíðarætlannir verða gjørdar í hvørjum einstøkum limalandi. Ein hópur av amboðum og tilfari er mentur til júst hetta endamál, og altjóða brekrørslan hevur nakað av royndum á økinum. Evnini, ið viðgjørd vera í arbeiðsbólkum, kundu tí verið tey somu, sum brekrættindasáttmálin ásetur, og brekrættindakervið, ið longu hevur viðkomandi amboð og tilfar, kundu verið gagnnýtt.

Ein langtíðarætlan átti samstundis at samansjóða ymisk evni, eitt nú við samstarvi millum serfrøðingar, feløg og onnur, sum eru partur av kervinum á brekøkinum. Viðkomandi áhugafeløg áttu áhaldandi at verið hoyrd og tikin við upp á ráð, soleiðis at tað bar til at orða tørvin hjá limunum væl og beinrakið, serliga um umstøðurnar broytast munandi. Sum kunnugt er umráðandi at hava í huga, at orkan hjá limafeløgunum eigur at verða ment, soleiðis at avgerandi uppgávur ikki verða álagdar feløgunum uttan so, at orkan er til staðar.

Samanumtikið hevði ein langtíðarætlan bjálvað og styrkt okkum øll í sambandi við avbjóðingarnar, ið standa fyri framman. Lóggeving, viðkomandi stovnar og umboðandi feløg høvdu havt eitt støðugari  grundarlag at bøtt um, ment og viðlíkahildið lógir og rættindi. Hetta kundi eitt nú verið at funnið ítøkiligar loysnir, fakliga ráðgeving, nøktandi gransking og kunningartilfar og góð ráð og ummæli frá feløgum, sum umboða fólk, ið bera brek.

Seinastu tíðindi

Søguligt frambrot við brekumboði

desember 20, 2024

Fíggjarligt ískoyti til stakútreiðslur

desember 18, 2024

Tilmælini frá brekrættindanevndini tøk á føroyskum

desember 18, 2024

Uppskot til ríkislógartilmæli um eftirgjørdan gitna

desember 6, 2024