Deyva Cecilie er sjúkrarøktarfrøðingur

juni 9, 2025

RÍMILIGAR TILLAGINGAR: Tað finst ein loysn á øllum avbjóðingum. Tað er loysunarorðið hjá Cecilie Finne Dogru, sum gjørdi allan iva til skammar, tá hon sum eitt tað fyrsta deyva fólkið í Danmark tók prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur í fjør.

Hon hevur gjørt tað, sum nógv halda vera ógjørligt, og tey fægstu høvdu havt dirvi at royna. Hon kennir fordómarnar. Um fólk við breki og teirra avmarkingar. Men í hennara verð eru avmarkingarnar í mestan mun inni í høvdinum á fólki. Tí tað finst næstan altíð ein loysn.

- Eg kann alt møguligt sum menniskja. Tað einasta, eg ikki megni er at hoyra. So hví skal eg ikki kunna hetta?

Hetta sigur 32 ára gamla Cecilie Finne Dogru, sum í fjør tók prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur á Professiónsháskúlanum í Keypmannahavn. Sum ein tann fyrsti deyvi persónurin í Danmark, og ein av nøkrum heilt fáum í norðurlondum.

Herfyri var hon á vitjan í Føroyum. Sum gestur hjá Fróðskaparsetri Føroya, fyri at greiða frá hvussu hon bar seg at við at gjøgnumføra útbúgvingina sum sjúkrarøktarfrøðingurin. Hetta varð gjørt sum liður í fyrireikingum at skipa lestnaðin á Fróðskaparsetrinum, so at deyv og fólk við niðursettari hoyrn kunu fáa møguleika at taka hægri útbúgving í Føroyum.

Deyv frá barnsbeini av

Tá hon var 9 mánaðar gomul fekk hon meningitis og misti hoyrnina, greiður hon frá umvegis ein deyvatulk, tá MEGD hitti hana til eina samrøðu, eftir framløguna á Fróðskaparsetrinum. Samstundis misti hon evnini at tosa, og síðani hevur alt samskifti gingið gjøgnum teknmál. Gjøgnum árvakin eygu og aðrar væl mentar sansir, sum hon fekk í vøggugávu. Og sum í fjør tryggjaðu henni atgongd til dreymastarvið.

- Eg saknaði teknmál á heilsuøkinum, og eg helt, at tað hevði verið frálíkt at fingið eina klinikk ella í longdini egna fyritøku, kanska sum eitt slag av eini heimasjúkrasystraskipan fyri eldri fólk, sum eru deyv, og sum verða fleiri og fleiri í tali, sigur Cecilie.

Hon hevur tað ikki frá fremmandum. Mamman var sjúkrarøktarfrøðingur, og tað kveikti áhugan fyri yrkinum. Fyrst fekk hon sær útbúgving sum heilsuhjálpari, og síðani søkti hon inn sum sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevði hoyrt um onkan við niðursettari hoyrn, sum hevði tikið útbúgvingina, men kendi tó ongan, sum hevði gjørt hetta.

- Eg sá, at deyv í øðrum londum kundu útbúgva seg til læka, so hví skuldi eg ikki kunna útbúgvið meg til sjúkrarøktarfrøðing? Eg sá, at stórur tørvur var á sjúkrarøktarfrøðingum. Tað finnast so nógv hjálpartól nú á døgum. Tøknin mennist við rúkandi ferð, so tað átti at kunna latið seg gjørt, hugsaði eg.

Lesur sjuklingarnar betri av

Síðani hon var liðugt útbúgvin hevur Cecilie starvast á deyvadeildini á Psykiatrisk Center í Ballerup. Á deildini høvdu tey klárað seg við sjúkrarøktarfrøðingum, ið dugdu nakað av teknmáli. Tá tey fingu ein deyvan sjúkrarøktarfvrøðing gjørdist tað tó eitt stórt framstig fyri deildina, heldur hon:

- Tað hevur verið ein stórur fyrimunur. Tað, at eg eri deyv hevur givið ein annan vinkul. Kanska samskifti eg á ein annan hátt. Tað eru nøkur ting, eg lofti, sum onnur ikki gera. Eg síggi tað á teirra kropsmáli, at tey virka innilæst, og síðani kann eg spyrja nærri um hvussu tey hava tað. Eg merki tað. Atburðurin broytist. Tað er bara nøkur ting, sum eg dugi at síggja og merkja.

Myndin er av Cecilie (næstuttast h.m.), tá ið hon sum lesandi var í starvsvenjing á Herlev og Gentofte Hospital.

Verða aðrir sansir mentir, tá ið mann er deyvur?

- Ja, eg eygleiði øðrvísi. Síggi nakað, sum onnur ikki gera. Eg veit ikki rættuliga hvussu eg skal lýsa tað. Eg merki tað, síggi tað á kropsmálinum. Ein hoyrandi hyggur tildømis niður viðhvørt, tað kann eg ikki gera. Eg má eygleiða og hava yvirlit alla tíðina. Tað kann vera okkurt við keipum og andlitsbrái, kropsmáli og atburði. Mátin at verða upp á, greiðir Cecilie frá.

Tosa ein í senn

Fyri Cecilie er svarið sjálvsagt, tá ið spurt verður, um ein ein deyvur persónur kann verða sjúkarøktarfrøðingur. Tó kunnu tað verða praktiskar avbjóðingar:

- Tað er neyðugt at hava nøkur praktisk viðurskifti í mentu, tá ið tú ert deyvur. Tað kann vera mátin, vit sita upp á, tá vit tosa saman. Eg kann ikki samskifta við ein, sum situr við bakinum til mín, og tá tulkurin er hjástaddur má eg hava eygnakontakt við tulkin, sigur Cecilie.

- Tá ið vit sita í rundingi og tosa, gevi eg fólki boð um ikki at tosa í munnin á hvør øðrum, men at tosa ein í senn. Hetta kemur eisini væl við hjá øðrum, tí tá fáa øll fylgt við í samrøðuni, sigur hon.

Deyvatulking og teknmál

Sum deyv fær hon 20 tímar við deyvatulki um vikuna. Tulkurin verður nýttur til tað mest neyðuga, og í stóran mun klárar hon seg uttan. Summir av starvsfeløgunum duga teknmál, og nakrir hava verið á skeiði og lært seg teknmál.

Samskiftið við sjúklingarnar fer fram við teknmáli. Og sjúklingarnir, sum hoyra, eru eisini fúsir at læra seg teknmál og alternativar samskiftishættir.

- Sjúklingarnir eru sera opnir. Teir taka tað, teir fáa, og ofta samskifta vit uttan tulk. Vit sita og skriva saman við fartelefonini. Tey tala inn á telefonina, sum so verður umsett til tekst. Eg skrivi so aftur, og á tann hátt tosa vit saman, greiður hon frá.

- Sjúklingarnir (sum hoyra) læra seg eisini nøkur tekn, t.d. fyri heilivág og at siga «góðan morgun», ja onkur av teimum dugur enntá at arga við teknum: «Come on, tak teg nú saman, Cecilie!». Vit hava tað stuttligt saman, og summi av teimum, sum hava verið leingi, kenni eg eisini rættuliga væl, sigur Cecilie.

- Bara eg havi verið burtur eitt vikuskifti, síggi eg týðiliga hvussu fólk hugra eftir teknmáli. Tað kunnu hava verið misskiljingar í samskiftinum, av tí at starvsfelagarnir, ið hava verið til arbeiðis ikki hava dugað so væl teknmál. So tað hevur stóran týdning at eg eri har; at tað er ein, sum er á jøvnum føti við tey og fult og heilt megnar at seta seg inn í teirra støðu. Vit hava teknmálið í felag.

Alarmskipan

Sum starvsfólk í føstum starvi hevur Cecilie atgongd til eina alarmskipan, sum hjálpir henni sum deyv, tá tað leikar á. Á psykiatriskum deplinum, har hon starvast, kunnu fólk hava ógvusligan atburð, og tí er neyðugt, at starvsfólkini skjótt kunnu fáa samband við hvørt annað, tá okkurt er áfatt. Alarmurin er ein vibrator, sum hon hevur um miðjuna, og sum serliga kemur væl við á náttarvaktini.

Á vanligum deildum hava sjúklingarnir ein kallisnór á stovuni, sum teir kunnu toga í. Tá lýsur ein lampa uttanfyri stovuna, og Cecilie sigur, at sum deyv heldur hon sera væl eyga við øllum, ið fyriferst, og fær tí skjótt og lættliga eyga á eina blunkandi lampu.

Finst altíð ein loysn

Cecilie viðgongur, at tað kunnu vera onkur serlig virkisøkir í yrkinum sum sjúkrarøktarfrøðingur, har tað møguliga ikki ber til at hava eina sjúkrarøktarfrøðing, ið er deyvur. Men í teimum allarflestu førunum er hetta als eingin trupulleiki, sigur hon:

- Tað finnst altíð ein loysn. Eg upplivi ofta, at tað er sera stórt fokus á trupulleikunum, sum kunnu vera av at hava ein deyvan lesandi. Lat okkum heldur síggja loysnirnar. Gerið tað á onkran annan hátt enn tit eru von, tí tað finst altíð ein loysn, var boðskapurin hjá Cecilie til tey á Fróðskaparsetrinum.

- Tá vit sita í runding kann tað vera tað, at ein tosar í senn, ella vit nýta eina talvu fyri at lýsa uppgávurnar og vísa hvussu vit býta tær millum okkum. Tað skal bara loysast á ein annan hátt enn fólk eru von at gera. Og tey hoyrandi fáa eisini ágóðan av hesum, tí tað vísir eg, at tá eg ikki eri til staðar, so halda tey kortini fram at nýta hesa somu mannagongdina.

Mugu skipa væl fyri

Boðskapurin frá Cecilie til Fróðskaparsetrið var, at tað er heilt avgerðandi at tryggja rímiligar tillagingar í lestrarumstøðunum, áðrenn deyv fólk ella fólk við nógv niðursettari hoyrn fara lesa t.d. til sjúkrarøktarfrøðing.

Hon hugsar um slíkt sum deyvatulking, skrivarahjálp og longda próvtøkutíð. Umframt eina góða lestrarvegleiðing er eisini sera týdningarmikið við sosialpedagogiskum stuðli, so at tann deyvi fær neyðugu hjálpina undir útbúgvingini. Hetta so, at hann kann hugsavna seg fult og heilt um lesnaðin og ikki alt annað.

Cecilie hevur framløgu fyri umsitingini á Fróðskaparsetrinum um hvussu lestrartíðin hjá henni á Københavns Professionshøjskole varð løgd til rættis. TV2 gjørdi eitt tíðindainnslag um Cesilie, tá hon var í starvsvenjing, og sum hon greiðir frá hesum.

Eisini hevur tað týdning, at ein deyvaráðgevi fer út á útbúgvingar- og praktikkstøð at greiða frá hvat tað merkir at hava ein deyvan lesandi sínámillum. Tí fordómar kunnu skapa forðingar, sigur Cecilie, sum sjálv ikki upplivdi nakrar nevniverdar trupuleikar í útbúgvingartíðini:

- Eg upplivdi ongar forðingar. Tað virkaði bara. Tað var feitt. Onkur lærari var kanska eitt sindur ivingarsamur at byrja við. Helt hetta vera eitt sindur løgið. Tey ætlaðu at seta meg aftarliga í flokshølunum, og vistu ikki av, at eg má sita frammaliga, nær tulkinum. Tað var nakað við plasseringini, sum tey ikki høvdu hugsað um.

Sum deyvur lesandi mást tú kýta teg, sigur Cecilie. Tað er meira krevjandi enn hjá øðrum. Men hennara royndir eru, at forðingarnar, ið fólk síggja fyri at ein deyvur kann vera sjúkrarøktarfrøðingur, eru í størstan mun í høvdinum á fólki. Tí tað finst næstan altíð ein loysn.

Tú ljóðar eitt sindur sum Pippi Smokkuleggur, sum segði: ”Hatta havi eg ikki roynt, so hatta fari eg heilt vist at klára!”

- Tað kanst tú gott siga. Tað kann gott vera, at eg eri eitt sindur av eini Pippi.

 

Rætt til rímiligar tillagingar

Fólk, ið hava niðursett virkistarn vegna brek ella sjúku, t.d. fólk, sum eru deyv, hava rætt til, at rímiligar tillagingar verða gjørdar eittnú á útbúgvingini ella arbeiðsplássinum.

Hesar tillagingar skulu beina burtur forðingar, so, at fólk við breki fáa møguleika at gagnnýta sínar førleikar og arbeiðsevnir, á jøvnum føri við onnur í samfelagnum.

Rætturin til rímiligar tillagingar er kjølfestur í altjóða brekrættindasáttmálanum. Hendan regla bannar mismuni vegna brek, og sum liður í at tryggja hesa javnstøðu hava eittnú útbugvingarstovnar og arbeiðspláss skyldu at fremja rímiligar tillagingar í viðurskiftunum hjá fólki við breki.

Tillagingarskyldan er eisini galdandi á øðrum samfelagsøkjum enn viðvíkjandi útbúgving og arbeiði.

Umstøðurnar skulu skipast á slíkan hátt, at fólk við breki kunnu taka lut á jøvnum føti við onnur. Tað er, at skipa tiltøk og hjálp, sum eru skynsom og hóskandi í mun til aktuella tørvin hjá tí einstaka.

Viðvíkjandi útbúgving og arbeiði kunnu tær ítøkiligu tillagingarnar vera longd prógvtøkutíð, serlig hjálpartól og persónligur stuðul, niðursett arbeiðstíð og broyttar arbeiðsuppgávur. Bert fyri at nevna nøkur dømi.

Tillagingarnar skulu vera innan fyri rímiligt mark. Tað merkir, at t.d. útbúgvingarstovnur ella arbeiðsgevari skulu ikki átaka sær eina byrðu, sum er ov umfatandi ella tung. Sum fer út um rímiligt mark.

Hvørt byrðan er ov tung, valdast millum annað hvussu stórur og fíggjarliga sterk stovnurin ella arbeiðsplássið eru, hvussu kostnaðarmikil tillaginging er og um t.d. fíggjarligir stuðulsmøguleikar eru til taks.

Verða tillagingar – sum eru innanfyri rímiligt mark – ikki gjørdar í t.d. størvum ella útbúgving, er hetta í stríð við bannið móti mismuni sambært grein 5 í altjóða brekrættindasáttmálanum.

 

FAKTA

Cecilie Finne Dogru, 32 ár.

Ættað av Bornholm. Flutti sum barn til Keypmannahavnar.

Býr í Rødovre. Gift og eigur tveir synir.

Útbúgving: Social- og sundhedsassistent. Sjúkrarøktarfrøðingur frá Københavns Professionshøjskole

Sjúkrarøktarfrøðingur á Psykiatrisk Center Ballerup í Region Hovedstadens Psykiatri

Seinastu tíðindi

Deyva Cecilie er sjúkrarøktarfrøðingur

juni 9, 2025

Hjartans tøkk bæði fólk, fyritøkur, feløg og kommunur

mai 27, 2025

2 mió tøkk bæði fólk og fyritøkur

mai 26, 2025

Landsinnsavningin 2025

mai 12, 2025