Vit broyttu, hvussu vit hugdu og sóu, hvussu vit broyttust

oktober 30, 2022

Allan oktober 2022 hava 31 serstakar myndir av serstøkum føroyingum prýtt veggirnar á Biskupstorgi í Klaksvík, og fríggjakvøldið var tikið saman um og myndirnar tiknar niður.

Myndaframsýningin bar heitið Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist og var úrslit av samstarvi millum MEGD og myndamannin Rick Guidotti, sum í september 2018 vitjaði Føroyar.

Myndirnar skulu gjøgnum persónligar søgur fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum.

Nú framsýningin hekk uppi, skipaði MEGD bæði fyri limafundi 27. oktober og hugnaløtu fyri tey, ið prýddu Biskupstorg, 28. oktober, sum samstundis eisini var endin á framsýningini.

Myndir frá tiltøkunum finnur tú her.

MEGD takkar øllum, ið vitjaðu framsýningina og vóru við til at gera løturnar bæði góðar og gevandi.

***

Fríggjakvøldið hugleiddi Poula Reinert Olsen um heitið Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist. Millum annað segði hon:

Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist var yvirskriftin, tá ið eg vard spurd, um Levi kundi verða við til myndatøkurnar hjá Rick Guidotti. Eg las tá námsfrøði, har nógv var tosað um menniskjaáskoðan og um, hvussu vit síggja menniskju. Eisini varð tosað um, hvussu áskoðan okkara á menniskju hevur ávirkan á, hvussu vit fara við teimum, tosa um tey, trúgva uppá tey og møguleikar teirra at virka.

Alt hetta hevur jú samstundis ávirka á sjálvsfatan teirra m.a. tá ið tey spyrja seg sjálvi, hvør eri eg, verið eg tikin fyri fult, kann eg og megni eg nakað? Tað sagda orðið speglar jú, hvussu vit síggja onnur, og tað sagda orðið skapar veruleikar – bæði í okkum og í næsta okkara.

Yvirskriftin fangaði meg bæði professionelt og persónliga. Eg eri námsfrøðingur og arbeiði við menniskjum, og eg eri mamma at einum barni við avbjóðingum.

So, kann áskoðan á umstøðurnar okkara broyta alt? Altso, um vit broyta, hvussu vit hyggja, so síggja vit, hvussu vit broytast? Eg havi ongan hug til at fyrigykla nøkrum tað einfalda, tí lívið við avbjóðingum er mangan trupult.

Tá ið eg hyggi at myndunum, so kenni eg ikki øll, og avbjóðingarnar eru ymiskar og tær raka ymiskt. Tær eru tí ikki sambærligar og skulu ikki samanberast. Men at hava ein nær, ið ber brek, er tungt. Tað er tungt, tí tú sært, at barn títt hevur fingið øðrvísi fortreytir í lívinum, har krøv eru til, at einstaka menniskjað skal geva nyttu og skal útinna, har tað er. Alheimsgerðin ávirkar samfelagið soleiðis, at effektivitetur hevur hægstu raðfesting.

Í bókini Unormale mennesker, sum Sonja Furu skrivaði, verður víst á, at fyrr vóru fleiri við breki á arbeiðsmarknaðinum, enn í dag. Effektiviseringin ger, at færri við breki eru virkin, tí tíðin loyvir tí ikki, alt skal ganga so skjótt. Og tó rópar heimurin upp um rúmligheit, tolsemi og inklusión. Í bókini verður varpað ljós á, at tann minnilutabólkur, ið nú manglar at fáa rúm og at verða lyftur, eru tey við breki.

At broyta, hvussu vit hyggja, broytir ikki tann veruleika, at tað fylgja eyka uppgávur við, tá ið talan er um brek. Tað mugu avvarðandi myndugleikar eisini vera tilvitaðir um, so alsamt verður virkað fyri einum samfelagi, ið ikki bara veitir tænastu til fólk, við breki, men eisini virðir tey, sær virði og tilfeingi teirra, hjálpir teimum fram og sær tey sum menniskju, ið við síni nærveru kunnu nema sín næsta. 

Eg havi hoyrt talur til jarðarferðir, ið hava sett orð á, hvussu børn við breki hava nomið hjørtu, hvussu tey fingu relatiónir í lag, ið annars ikki høvdu verið har. Um børn, sum sárt varð syrgt um, tá tey vórðu fødd, men tá ið tey andaðust, var so sára syrgt, tí nú høvdu tey mist síni dýrabaru.

Lukkan er ikki altíð at fáa tað, ein ynskti sær, men at ynskja sær tað, ið ein fekk. Lívið lærir okkum at liva, og tað, ið mett verður lítið, einkisvert, kann røra og læra á heilt øðrum støði, enn vit kundu droymt um ella lært á annan hátt.

Prins Harry sigur í filminum Rising Phoenix, har hann fylgir paralympisku leikunum: Tað, at fylgja hesum menniskjum og koma at kenna tey, lærir meg meira enn alt tað, eg kann læra um í skúlaskapi, ella um eg las allar heimsins bøkur.

So tað at broyta, hvussu vit hyggja, tað broytir ikki allar umstøðurnar, sum myndugleikarnir miðvíst eiga at betra um, men tað kann gera løturnar lættari, geva rúmd og ans fyri teimum góðu løtunum. Hugburðurin kann gera støðuna lættari at bera onkursvegna.

Tað sama havi eg upplivað við Levi, sum er við í hesi myndarøðini. Nógvar tungar løtur, men eisini fullkomiliga øðrvísi perspektivir, relatiónir, upplivingar, aha-upplivingar og nærvera.

***

Sum sagt, so slapp Levi fyri gott trimum árum síðan við til hesa myndaframsýningina. Tað gekk so væl at taka myndir, og Levi var í essinum. Men tá ið myndirnar vóru avdúkaðar, varð eg eitt sindur kløkk av valinum av mynd. So gott sum allar hinar myndirnar eru tiknar nær at persónunum, og fleiri góðar nærmyndir vóru eisini av Levi.

Hví hevði Rick so valt hesa? Eg hava hugt og granskað myndina nógv, og hon sigur mær nú í grundini meir og meir, sum tíðin fer.

Levi situr mitt í myndini við eini bakgrund, ið er býtt í tvey - mitt ígjøgnum Levi. Ljósið fellir soleiðis, at onnur síðan er ljósari og hin myrkari, og eg fór at hugsa, ja, hetta er tvíbýtti heimurin, sum Levi livir í. Levi, sum barnið við breki og tað menniskjað, hann er.

Har tað myrka fyllir, har hann ikki hevur somu fyritreytir, sum onnur, og við tí stríði og knossi, ið bæði er hansara og okkara. Og har tað ljósa fyllir, har møguleikarnir síggjast, tær góðu løturnar og eygnabráið.

Báðar síðurnar eru grønar og eru fullar av lívi, fullar av menningarmøguleikum og mitt í øllum situr verðinsmaðurin Levi við sínum stóra smíli. Tilveran er samansett av tí myrka og tí ljósa – tað eru lívsins kor.  

Og so tað, ið skurrar í eygunum: skeringin í síðuni er ikki so perfekt, og øðrumegin er snøggur listi og hinumegin eingin. Men hvat so? Hvør skal definerað, hvat tað perfekta er? At trívast og vera nøgdur, er tað ikki mikil vinningur, ið vit øll kundu hugsað okkum?

So ja, tað eydnaðist at broyta, hvussu eg sá myndina, og hvussu eg so fekk broytt mína áskoðan á myndina, sum endaði við at tulka mær ein vissan sannleika í lívinum.

***

Levi er nógv vaksin, mentur og broyttur, síðani myndin var tikin, og tað eri eg eisini - kanska mest slitin? Ella læt meg heldur siga myndað av lívinum. Eg havi áhaldandi tørv á at hugsa, hvussu eg síggi. Sum nú, tá ið Levi varð liðugur í fólkaskúla og endaði við at fara á eftirskúla. Hann er júst farin niður aftur eftir heystferiuna - og tað er við bivandi mammuhjarta. Men smílið á honum sigur alt og lýsir trivnaðin hjá honum.

C. Everett Koop barnalækni sigur, at hann í yrki sínum hevur erfarið, at brek og harmur (unhappiness) hanga ikki neyðturviliga saman. Nøkur av børnunum, ið vóru minst lukkulig, høvdu allar likamligar og sálarligar fortreytir at vera eydnurík, men vóru tað ikki. Fleiri av teimum eydnuríkastu høvdu hinvegin byrðar at bera, ið hann sjálvur metti, at hann hevði havt trupult við at borið.

So at venda tingunum á høvdið – t.d. at broyta, hvussu vit hyggja – kann gera tilveruna lættari fyri okkum øll og skapa møguleikar, ið annars ikki vóru ella sóust.

So við hesi hugleiðing, so takki eg fyri orðingina: Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist.

***

MEGD takkar Poulu hjartaliga fyri orðini!

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024