Nýggjasta
Álit er norðurlendska gullið

Í norðurlondum hava vit álit á hvørjum øðrum, á myndugleikum og á politisku skipanini. Hetta kenna heimsins lond okkum fyri, og er álit grundleggjandi í mun til fólkaræði, búskaparliga burðardygd og vælferðarsamfelagið. Nordic Welfare Forum 2025 staðfesti millum annað av hesum orsøkum at ”álit er norðurlendska gullið”. Samstundis varð staðfest, at umfatandi gransking vísur, at álitið í samfeløgum kring allan heim minkar alsamt, tíverri eisini um okkara leiðir. Um munagóð politisk átøk verða skipað kann gongdin tó vendast.
Mikudagin 10. september luttók MEGD á norðurlendsku ráðstevnuni, Nordic Welfare Forum 2025, í Helsinki, Finnlandi. Evnið var ”Norðurlendskt álit í einum alsamt broyttum heimi”.
Álit fyri hóttafalli
Álit tekur oftast langa tíð at byggja upp, men kann skjótt verða niðurlagað. Í samfeløgum har álitið er lágt, sæst m.a. øktur ótryggleiki, hægri kriminalitetur og korruptión, at fólk ikki vilja gjalda skatt, at almennar skipanir verða veikari og at búskapurin viknar. Hetta eigur at síggjast í ljósinum av øðrum avbjóðingum fyri vælferðarsamfelagið, her undir hækkandi inflatión, at livikostnaðurin økist, at kostnaðurin á marknaðinum veksur, kríggj og ósemjur gera um seg, starvsfólkatrot o.a.
Norðurlendsku vælferðarsamfeløgini hava tó søguliga víst mótstøðuføri og samanhald, hóast tíðirnar mangan hava verið tungar og avbjóðandi. Hesar royndir gerast serliga viðkomandi, nú framtíðarútlitini tíverri ikki tykjast at vera góð. Lata vit standa til kunnu vit m.a. vænta, at sosialu trygdarnetini í norðurlondum fara at minna um tey hjá USA um nøkur fá áratíggju.
Avleiðingarnar
Flestu samfelagsbólkar fara at merkja neiligu avleiðingarnar av fallandi álitinum inn at egnum lívi, her undir børn og ung, eldri borgarar, og fólk, ið bera brek ella hava varandi sjúku. Um røtt og rættstundis átøk ikki verða skipað, verða rættindi teirra helst avmarkað ella skerd. Sostatt kunnu fólk við breki í alsamt størri mun verða fyri mismuni ella útihýst, eitt nú um tey missa rímiligar tillagar í gerandisdegnum, her undir stuðulstænastur, heilivág, atkomu, hugburð ella hjálpartól.
Sambært Sarah Kups, umboði fyri OECD, vísur gransking, at fólk, ið hava eina rødd, og kenna seg hoyrd, eitt nú í parlamentinum ella samfelagnum, hava størri álit á bæði medmenniskju, myndugleikar og politisku skipanina. Hvørt tey kenna seg hoyrd hongur neyvt saman við, um tann boðskapur, ið tey hava upp á hjarta, veruliga verður tikin við í politikk, lógir og skipanir, og harav um lívskor teirra verða broytt til tað betra. Rættvísir stovnar hava sostatt ein týðandi leiklut í at styrkja álitið í samfelagnum.
Vitanargrundað politikk- og lógarsmíð
Gransking vísur eisini, at álitið á myndugleikar og politiska skipanir veksur í krepputíð, meðan tað minkar áhaldandi og alsamt í mun til langtíðar, og meiri samansettar, avbjóðingar, ið hava beinleiðis ávirkan á vanliga lívið og gerandisdagin hjá fólki. Álitið í samfelagnum kann sostatt betrast, um tilgongdin at smíða politikk, lógir, rættindi og skipanir byggir á vitan og gransking. Júst hetta er eitt týðandi argument fyri taka feløg hjá fólki við breki upp á ráð, tá lógir og skipanir verða gjørdar. (Sí dømi um vitanargrundaða tilgongd ”Preventing Dementia in the Nordics: Evidence-based measures across the life course” frá Nordic Welfare Center)
Álit styrkir búskapin
Slóðbrótandi gransking hjá Robert Putnam, professara á Harvard University, vísur, at sivilsamfelagið hevur ein stóran og týðandi leiklut í at skapa álit á myndugleikar og politisku skipanina. Sambært Gert Tingaard Svendsen, professara á Aarhuus universiteti, kann gott álit millum fólk vera við til at gera tað lættari at gera størri og smærri avtalur, bæði í vinnulívinum og hjá almennum myndugleikum, sum síðani er við til at gera samfelagið bíligari at liva í. Um álitið í samfelagnum hinvegin er vánaligt, verður oftari neyðugt at gera langar og fløktar skrivligar avtalur millum ymiskar partar. Tað er dýrt og krevjandi, og minkar í sær sjálvum um samfelagsliga álitið. Eitt gott álit í samfelanum ger sostatt búskapin sterkari, meira burðardyggan og mótstøðuføran. Hetta er helst eisini viðkomandi, nú nógv verður tosað um langtíðar haldføri, og ber betri til at skilja samanberingina millum ”álit” og ”gull”.
Álit og vinnulívið
Álit er eisini við til at styrkja mótstøðuførið hjá vinnulívinum, eitt nú um kreppa rakar ella um tað gerst neyðugt at umbroyta ella tillaga vinnulívið. Olli Kangas, University of Turku, nevndi sokallaða ”Oulu-miracle”, har fyritøkan Nokia, varð noydd at koyra túsundtals fólk úr starvi, men har hesi somu starvsfólk, m.a. grundað á álit á hvønn annan og samfelagið, megnaðu at íverkseta eina nýggja og væleydnaða fyritøku innan stutta tíð. Álit kann sostatt hava stóran týdning í sambandi við at menna ein mótstøðuføran, rúmligan og fevnandi arbeiðsmarknað, sum helst eisini kann verða ein styrki fyri fólk við breki og varandi sjúku.
Tvíbýtta vælferðarsamfelagið
John Lapidus, University of Gothenburg, greiddi frá øktu privatiseringini innan heilsutænastur, sum sæst aftur í øllum norðurlondum, uttan Íslandi. Sambært honum hava vit tí fingið hitt tvíbýtta vælferðarsamfelagið, sum m.a. lækkar um álitið á skattaskipanina og almennu heilsuskipanina, umframt at hetta skapar alsamt størri gáir í samfelagnum, sum heild. Fyribilsavtalur við privatar veitarar minkar eisini um álit og støðuga arbeiðið, ið skal til, fyri at halda álitið á heilsutænastur á einum góðum støði.
Veruliga virðið
Í panel-samrøðu varð nevnt, at veruliga virðið av áliti eigur at verða mett við støði í kanningum av viðkvomum samfelagsbólkum, ið stríðast við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Politikarar, myndugleikar og onnur eiga samstundis ikki at taka tað persónligt ella fara í verjustøðu, um orð verða sett á avbjóðingar, men eiga hinvegin at bretta upp um ermar, og gera sítt til at finna loysnir. Herundir eiga politikarar í nógv størri mun at samstarva fyri at finna loysnir, og er hetta serliga viðkomandi í mun til langtíðarloysnir, sum kunnu vera serliga samansettar.
Veðurlagskreppan og vælferð
Kenneth Nelsen, University of Oxford, greiddi frá, at um vit vilja tað, ella ikki, vísur gransking greitt, at tað ikki fer at bera til at hava vælferðarsamfeløg í framtíðini, um politisk átøk ikki eisini verða skipað fyri at basa alheims veðurlagskreppuni. Burðardyggar skipanir eiga tí, umframt at taka atlit til vælferð og búskaparligan vøkstur, eisini at taka atlit til umhvørvið. Hetta kann gerast við ávísum skattaskipanum, sum eru rímiligar fyri allar partar.
Norðurlendskt burðarføri
Ásdís Aðalbjörg Arnalds, University of Iceland, legði dent á, at burðardygdin í vælferðarskipanum átti at verða betrað við at styrkja og tillaga fíggjarliga ískoytið til foreldur, sum eru í burðarfarloyvi. Í stuttum vísti hon á skipanir og fíggjarlig ískoyti í norðurlondum, tó uttan at hava Føroyar við. Grannalond okkara tykjast at verða munandi meiri framkomin og liðilig á hesum øki, enn vit eru í Føroyum.
Alneyðugt við langtíðar ætlan
Í stuttum tekur álit langa tíð at byggja upp og er við til at styrkja alt samfelagið. Samstundis kann álit skjótt minka, og tí eigur Føroyar, m.a. sum partur av norðurlondum, at taka hesa avbjóðing í álvara og verja hetta dýramikla tilfeingið, sum vit hóast alt enn hava. Sivilsamfelagið kann verða ein týðandi partur í at fáa gongdina at venda rætta vegin, og er avgerandi at hugsa bæði í stutttíðar og langtíðar loysnum, við virðing fyri alt samfelagið, her undir fólk við breki og varandi sjúku. Hetta eru samanumtikið góðar grundgevingar fyri, at eisini í mun til álit á vælferðarskipanir, hevði tað gagnað føroyska samfelagnum, um ein langtíðar brekpolitisk virkisætlan verður gjørd fyri Føroyar.
Seinastu tíðindi

Álit er norðurlendska gullið
Afturrindan til smærri vinnurekandi fyri lønarútreiðslur til starvsmenn, sum hava verið óarbeiðsførir vegna sjúku longur enn 4 vikur

Nýskipanir mugu tryggja frælsi og javnrættindi
