Meifríð vil slóða fyri

mars 16, 2023

- Vit vilja hava útbúgvingar, vit vilja arbeiða, og vit vilja vera við í samfelagnum, sigur Meifríð Hansen, sum er deyv. Hon má mangan stríðast fyri sínum rættindum og vónar, at hon eisini kann gera mun fyri onnur fólk

Orð: Eyðun Klakstein. Greinin stendur eisini at lesa í nýggjasta MEGD-blaðnum.

Meifríð Weihe Hansen er deyv. Tað hava hennara næstu og onnur vitað, men nú veit stórur partur av Føroyum tað eisini. Orsøkin er, at Meifríð veruliga kom í andglettin, tá ið hon vann kærumálið ímóti Fróðskaparsetri Føroya, ið hevði noktað henni endurpróvtøku á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði. Hon hevði verið fyri órætti. Forkvinnan í MEGD segði almenninginum frá málinum, miðlarnir loftaðu tí, og Meifríð steig fram og greiddi frá sínum upplivingum.

Meifríð Hansen hevur verið sera virkin alt lívið, og hon hevur ikki latið sítt brek avmarka seg ella taka mótið frá sær. Heldur ikki tá ið tað hevur gingið ímóti. Hon hevur tikið útbúgvingar og átikið sær arbeiði burturi og heima. Í fleiri umførum hevur hon búð uttanlands, og hon hevur eisini ferðast víða um. Hon hevur støðugt verið noydd at stríðast fyri sínum møguleikum og rættindum.

- Eg havi valt at síggja møguleikar og fara eftir teimum, og eg vóni, at eg havi gjørt mun fyri onnur, ið bera brek og stríðast fyri sínum rættindum. Eg eri týpan, sum tori at gera vart við meg, og eri serliga fegin um, at eg við mínum stríði kann hjálpa øðrum fólkum í líknandi støðu sum eg, sigur Meifríð Hansen.

 

Lærdi teknmál

Meifríð Weihe Hansen er 44 ára gomul og úr Norðragøtu, men tá ið hon var smágenta, flutti familjan til Havnar at búgva. Har kundu Meifríð og yngri beiggin, ið varð føddur deyvur, fáa betri hjálp. Foreldrini hoyra bæði, og eldra systirin hoyrir eisini.

Meifríð var fødd við niðursettari hoyrn, og tað hevur havt við sær, at hon hevur talumál, hóast hon ikki var so sterk í talumáli sum barn. At hon lærdi teknmál gjørdi, at tað var lættari hjá henni at skilja talumálið.

- Tá ið eg var fýra ára gomul, varnaðust foreldrini, at eg fór at siga meira ha? Tey fóru til læknan við mær, og eftir kanningar var staðfest, at við hoyritóli hoyrdi eg 60 dB, sum er umleið 40 prosent. 

- Eg byrjaði í Gøtu skúla, men so fór eg at dragna, tí hoyrnin versnaði. Tá avgjørdu foreldrini at flyta við okkum til Havnar. Hetta var ein stór avgerð, tí eg vaks upp við bóndalívi. Eg var ofta á fjalli, rak seyð og mjólkaði neytum.

Vit fóru frá bóndalívinum og búsettu okkum í Havn, sigur Meifríð, sum var 11 ára gomul, tá ið hon flutti til Havnar saman við allari familjuni.

Hon fór í Skúlan á Trøðni og gekk har til 9. flokk.

- Eg fekk frálæru í teknmáli, og tað gekk væl hjá mær at læra tað. Eg eri glað fyri, at eg fekk hesa hjálp, tí hon gjørdi, at eg fekk samskift við fólk. Samskifti er avgerandi fyri at kunna hava eitt gott lív og fyri at vera virkin, sigur hon.

- Eg kendi meg heima, tá ið eg lærdi teknmál, tí tað var, sum at eg kundi síggja samskiftið, og eg mentist skjótari.

- Mær dámdi sera væl Skúlan á Trøðni, tí eg lærdi heilt nógv. Men eg eri hørm um, at eg ikki hevði vinir á mínum aldri, tí eg var einsamøll í mínum aldri í flokkinum.

Tá ið Meifríð hevði fingið 9. floksprógv, fór hon á eftirskúla fyri deyv í Nyborg. Har hava nógvir føroyingar verið, og har gekk hon í tvey ár.

- Á eftirskúlanum gingu 120 næmingar, og summir lærarar vóru hoyrandi og aðrir vóru deyvir. Teir brúktu teknmál at undirvísa við. Tað var fantastiskt og ein púra nýggj verð fyri meg, sigur hon.

- Eg legði til merkis, at tey donsku deyvu vóru frammanfyri meg, tí eg manglaði frálæru í ymiskum lærugreinum. Tey høvdu havt nógv meira frálæru í til dømis lívfrøði og landafrøði, enn eg hevði havt í Føroyum.

Longu tá upplivdi Meifríð, at tað kann vera trupult at fáa síni sjálvsøgdu rættindi. Tað almenna skuldi gjalda eftirskúlan í Danmark, men ivasamt var, um hon slapp avstað.

- Løgtingsmaðurin, Andreas Petersen, sum eisini hevði verið lækni hjá mær í Gøtu, gjørdi bart og segði, at eg hevði rætt til henda skúlan, og so slapp eg avstað, sigur hon.

Meifríð fór eftir eftirskúlan í Danmark á Venjingarskúlan í Havn, har hon tók 10. floksprógv.

- Hetta var fyrstu ferð, at eg brúkti teknmálstulk. Eg var eldri enn 18 ár og hevði tí sambært lógini rætt til teknmálstulk. Tað var eg sera fegin um, tí tað lætti munandi um hjá mær, og eg lærdi væl.

Eftir fólkaskúlan tók Meifríð HF-prógv, og hóast tað var avbjóðandi fyri hana – eitt nú tí hon ikki fekk hjásita – megnaði hon at koma ígjøgnum útbúgvingina.

- Tá ið vit skuldu fara á námsferð, fekk eg eina lítla játtan til at hava teknmálstulk við mær, men játtanin rakk als ikki til ferð, uppihald og løn. Tí mátti eg fara at leita eftir onkrum, ið kundi tulka fyri mær. Dagin fyri vit skuldu avstað, spurdi eg eina, ið dugdi at tulka eitt sindur, hóast hon ikki dugdi so væl teknmál, um hon hevði hug at koma við mær til Meksiko. Hon kom við, og eftir at vit komu heim, fór hon at lesa til teknmálstulk.

Eftir at hon hevði tikið HF-prógv, fór Meifríð á bíbliuskúla fyri deyv í Budapest í Ungarn. Har tosaðu øll amerikanskt teknmál. Á hesum skúla møtti Meifríð manninum, sum eisini er deyvur. Mahendran – ella Bryan, sum hann verður kallaður – er ættaður úr Malaysia, og tey bæði virkaðu í fýra ár sum trúboðarar fyri deyvasamkomur í Malaysia. Tey virka framvegis sum trúboðarar um netið úr Føroyum.

 

Útbúgving og arbeiði

Meifríð hevði hug at taka aðra útbúgving, og hon fann ein møguleika í Danmark.

- Tá í tíðini vóru møguleikarnir hjá deyvum avmarkaðir. Eg haldi, at tað er blivið munandi betri nú. So eg hugsaði, at eg kundi verða frisør, men eg fekk avslag, tí eg var deyv. Eg fór tí til Danmarkar at læra til ergoterapeut, men har rendi eg meg í trupulleikar við at fáa rætta tulkin, og tí riggaði tað ikki. Eftir eitt ár mátti eg gevast og koma heimaftur, sigur hon.

Meifríð hevur ferð eftir ferð upplivað, at tað hevur verið torført at fáa teknmálstulk til útbúgvingar og skeið, og viðhvørt hevur ivamál verið um, hvør skal gjalda tulkin. Hetta hevur í fleiri førum forðað henni í at tikið skeið og líknandi.

Eftir fýra ár sum trúboðari í Malaysia kom Meifríð heimaftur og vildi fáa sær útbúgving. Hon søkti í 2013 inn á Heilsuskúlan í Porkeri og kom á bíðilista, har hon stóð í eitt ár, áðrenn alt var komið upp á pláss við tulki. Hon tók útbúgving sum heilsurøktari. Men hon rendi seg beinanvegin ímóti, tá ið hon vildi sleppa at arbeiða sum heilsurøktari.

- Eg søkti tvey størv á einum stovni í Havn, men hóast eingin annar søkti størvini, fekk eg ikki starv, sigur hon.

Hon fall tó ikki í fátt, men fann starv á ellisheimi fyri deyv og deyv-blind í Danmark. Helvtin av starvsfólkunum vóru deyv, helvtin hoyrdi, og øll skuldu brúka teknmál í dagliga samskiftinum.

- Tað er eisini onkur fyrimunur við at hava deyv fólk í starvi, tí vit fylgja væl við øllum. Vit brúka eyguni, og vit ganga fegin ein umgang eyka fyri at vita, um alt er í lagi. Tað vísti seg eisini á hesum ellisheimi, at hvørja ferð okkurt búfólk var fyri onkrum óhappi, datt ella okkurt, so var tað ein deyvur, ið fann viðkomandi. Vit kunnu ikki bara seta okkum niður og lýta á hoyrnina, vit mugu fylgja væl við.

- Eg treivst væl í hesum arbeiði og var har í níggju mánaðir. Maður mín hevði ikki arbeiðsloyvi í Danmark, og tí var hann eftir í Føroyum og arbeiddi.

Setrið

Meifríð flutti heimaftur í 2017, og tá var tað, at hon søkti inn til sjúkrarøktarfrøðing á Fróðskaparsetrinum. Hon slapp inn. Fyrsta árið gekk væl. Hon fylgdi við frálæruni og stóð lærugreinarnar, eitt nú í anatomi. Annað árið rendi hon seg ímóti. Hon dumpaði til eina praktiska roynd, og tá ið hon skuldi upp aftur av nýggjum, var hon í staðin biðin um at gevast á skúlanum. Tað var gjørt, uttan at tulkur var til staðar.

- Eg hevði fyrireikað meg sera væl til nýggju prøvtøkuna, men beint áðrenn eg skuldi upp, varð eg biðin um at koma á fund, og har fekk eg at vita, at eg kundi ikki halda fram. Eg skilti púrt einki av hesum, og eg var ørkymlað og frustererað, tí eingin tulkur var til staðar. Eg hevði ongantíð fingið nakrar ábendingar um, at nú hevði eg ilt við at fylgja við, og at eg kundi vera koyrd út. Í fyrstani søgdu tey, at tað var av fakligum orsøkum, men so bleiv tað til, at eg megnaði ikki at fylgja við, tí eg var deyv, hóast eg klári at fylgja við, tá ið eg havi tulk, sigur Meifríð.

- Tey avgjørdu at koyra meg úr skúlanum tann dagin, eg ongan tulk hevði.

- Eg føldi, at eg var fyri mismuni, og tí fór eg at stríðast ímóti avgerðini. Eg fari ikki at fjala meg og bara góðtaka, at eg eri fyri mismuni. Hetta er mítt brek, eg búgvi í Føroyum, og eg havi sama rætt sum onnur. Tað vil eg kempa fyri, sigur Meifríð.

Meifríð kærdi avgerðina hjá Setrinum um at nokta sær nýggja próvtøku, og eftir drúgva málsviðgerð frá 2018 til 2021 gav Uttanríkis- og mentamálaráðið í desember í 2021 Meifríð viðhald í kæruni. Avgerðin hjá Setrinum var ógildað. Hetta kendist sum stórur sigur fyri Meifríð.

- Tað krevur orku og dirvi at stríðast við eina skipan, men eg fekk tíbetur deyvakonsulent at hjálpa mær. Og vit hava fingið hjálp frá lógarkønum fólki. Men tað var ein sera hørð tíð, og hvørja ferð eitt bræv kom hasa tíðina, var eg stúrin og fjálturstungin, tí hvat mundi standa í tí, sigur Meifríð.

- Tað var ein øgiligur lætti, tá ið eg fekk avgerðina um mína kæru, og at eg fekk viðhald. Og eg var serliga glað, tá ið avgerðin kom út til almenningin, og fólk frættu um hetta málið.

- Tað tók hart upp á meg, at eg varð koyrd úr skúlanum, og fyri fyrstu ferð í lívinum fekk hjálp frá sálarfrøðingi, eftir at eg fór ígjøgnum hatta. Men nú eri eg glað fyri, at eg kærdi. Eg stríddist fyri mínum rættindum, og vónandi kunnu onnur fólk eisini fáa ágóðan av tí, sigur hon.

Framtíðin

Meifríð Hansen hevur havt fund við Setrið eftir avgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, men enn er hon ikki farin aftur á skúlan.

- Eg haldi framvegis ikki, at skúlin skilir mína støðu, og tey eru framvegis ikki før fyri at hava meg á skúlanum. Eg kenni tað, sum at tey halda fast í fatanina um, at deyv ikki skulu taka útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði, men tey hava ikki rætt til tað. Eg bíði eftir, at skúlin er væl ílatin til mín, men sum støðan er nú, kann eg ikki fara aftur á skúlan ella royna at taka royndina av nýggjum, sigur Meifríð.

- Eg stúri fyri, at eg endi bara aftur í somu støðu, um eg fari aftur á Setrið. Eg haldi als ikki, at tey eru til reiðar at hava meg á skúlanum. Eg vil ikki koma í eina støðu, har eg eina ferð aftur renni meg fasta á hesi útbúgving. Eg vil hava, at alt er klárt og væl fyrireikað til, at eg kann ganga á skúlanum. Eg vil ikki bara byrja aftur, og so royna at finna út av tí sum frægast.

Meifríð vísir á, at Brekrættindasáttmálin sigur, at fólk, ið bera brek, hava rætt til útbúgving við hóskandi tillagingum – eisini útbúgving á høgum stigi.

Audisma er hugtak, ið sipar til, at deyv fólk verða diskriminerað, og Meifríð skal stríðast við nógvar fordómar um, hvussu tað er at vera deyv, og hvussu deyv fólk verða fatað.

- Eg vil sera fegin verða sjúkrarøktarfrøðingur, men sum støðan er nú, rokni eg ikki við, at eg blívi tað. Tíverri. Eg havi søkt um at útseta endurroyndina, tí eg haldi ikki, at Setrið hevur fingið karmarnar upp á pláss. Broytast umstøðurnar, so vil eg fegin gera útbúgvingina lidna, sigur hon.

Meifríð arbeiðir sum stuðul hjá Sóley, ið ber fjølbrek. Hon hoyrir, men hevur einki mál.

- Eg kann avlesa hana, tí deyv fólk duga ofta væl at lesa fólk av og merkja tey, sigur Meifríð, sum trívist væl í arbeiðinum.

Hon er eisini virkin á annan hátt. Hon er næstforkvinna í Deyvafelagnum, hon er limur í Málráðnum, og hon er umboðsfólk hjá norðurlendskum teknmálsfelagsskapi. Hon er eisini trúboðari umvegis alnetið. Hon hevur íverksetarafelag saman við Annu Simonsen í Klaksvík, og haraftrat undirvísir hon í teknmáli á kvøldskúlum.

- Eg undirvísi fólki kring landið í teknmáli á kvøldskúlum. Næmingar eru eitt nú børn, foreldur, lærarar, pedagogar, stuðlar, avvarðandi, kenningar og onnur, og eg undirvísi eisini fólki, sum eru um fólk við millum annað autismu og Down Syndromi, tí nógv av hesum kunnu brúka teknmál at samskifta við.

- Tað eru umleið 1000 fólk í Føroyum, ið duga og onkursvegna brúka teknmál, men eg vil, at øll 54.000 fólkini í Føroyum skulu duga teknmál, og at tað verður partur av undirvísingini í fólkaskúlanum. Tað er langur vegur at koma hagar, men vit kunnu byrja onkrastaðni.

- Sum heild vita fólk ov lítið um okkum, sum eru deyv. Tað tykist næstan, sum at tað er eitt tabu rundan um okkum. Eg hugsi heldur, at øll skuldu vita alt um okkum. Allar Føroyar skulu vita, hvat tað merkir, at vit eru deyv.

 - Viðhvørt halda fólk næstan, at vit eru býtt, tí vit ikki hoyra og ikki kunnu tosa ella tosa eitt sindur øðrvísi, men vit hava førleikar og evni, og vit hava okkara egna mál, sum vit kunnu samskifta við. Hví skapti Gud okkum við 10 fingrum? Jú, so vit kundu tosa teknmál. Vit vilja hava útbúgvingar, vit vilja arbeiða, og vit vilja vera við í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Vit hava eisini okkara gerandisdag, okkara húsalán og útreiðslur, og tí mugu vit eisini hava møguleikan at taka útbúgvingar og fáa góð størv, sigur Meifríð Hansen.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024