Persónliga rættartrygdin í vanda

mars 31, 2023

Seinastu dagarnar er ljós varpað á, at føroyingar, ið bera brek, ikki eru eins fyri lógini. Løgfrøðingur hevur síðani sett orð á, at øll hava rættindi til tænastur og veitingar, um vit lúka treytirnar sambært lógini. Hetta tykist tó at vera nógv lættari sagt, enn gjørt. Tí hvønn dag síggja vit, at vælferðartænastur einans røkka nøkrum, meðan onnur í somu støðu ikki fáa neyðugar tænastur.

Er manglandi fígging av lóg lógarbrot?

Hyggja vit nærri, síggja vit, at lógir ikki verða handhevjaðar til fulnar, tí fígging manglar. Eitt dømi er lógin um almannatrygd og tænastur.

Í grein 38 í lógini verður sagt, at „viðlíkahaldsvenjing verður veitt persóni í aldrinum 18 ár upp til fólkapensjónsaldur, sum orsakað av breki ella sjúku hevur ella er í vanda fyri at fáa týðandi og varandi skert virkisføri, ið munandi víkir frá aldurssvarandi virkisføri, og hevur týðandi ávirkan á sjálvhjálpni.”

Um vit fara inn á heimasíðuna hjá Almannaverkinum, so stendur, at „ert tú í aldrinum 18 ár og upp til fólkapensjónsaldur, er heimabúgvandi og hevur parkinson, sklerosu ella seinheilaskaða, kanst tú søkja um viðlíkahaldsvenjing frá Almannaverkinum. Tænastan krevur ikki ávísing frá lækna. Avgerðin er grundað á eina tvørfakliga heildarmeting av tørvi og støðu tíni.”

Við hesum verða tey, ið ikki hava nevndu diagnosurnar, útihýst, sjálvt um teimum tørvar tilboðið og í lógini hava rætt til hana. Orsøkin er, at fíggingin av lógini ikki fylgir við, og tí er avgerð tikin um at raðfesta ávísar brek ella diagnosur.

Sama er galdandi fyri bústað til fólk, ið bera brek, sum í lógini eiga rætt til egnan bústað. Her er bíðilistin langur, og tí er svarið frá Almannaverkinum einfalt: Tit kunnu koma á bíðilista.

Hetta er ein bíðilisti, har summi nú hava staðið í fleiri ára tíggju. Spurningurin er, um manglandi fígging sum ger, at lógir ikki verður hildnar, er lógarbrot.

Her verður munur gjørdur á.

 

Sernám og lógin

Tá ið tosað verður um, at Sernám ikki veitir tænastuna við Karlstad-modellinum, so er tað millum annað tí, at hendan ítøkiliga tænastan tíverri ikki er lógartryggjað.

Á heimasíðuni hjá Sernámi stendur, at tey geva ráðgeving og vegleiðing til avvarðandi at børnum og ungum við skerdum virkis- og samskiftisførleika og starvsfólk, ið eru um tey. Ráðgevast kann millum annað innan teknisk hjálpartól, innan ymiskar arbeiðshættir og annað viðkomandi tilfar at nýta í gerandisdegnum og í skúlaundirvísing.

Málbólkurin eru børn við varandi skaða til dømis fjølbreki, heilaskaða og børn við syndromi, sum hevur ført við sær málsligan, kropsligan og/ella kognitivan skerdan førleika.

Tá ið so tosað verður um, at hetta er brot á lógina, so er tað tíverri ikki so. Sjálvt um børn við Down syndromi hava stórt gagn av samskiftisamboðnum og taluvenjing, so er tað ikki lógartryggjað.

Tí gerst tað upp aftur meiri hugvekjandi, um nøkur fáa eina tænastu, sum onnur, sum ynskja sær hana, ikki fáa. Her eigur ein fastur leistur at liggja til grund fyri, hvussu arbeitt verður við málmenning hjá børnunum, tí tað gerst dýrt fyri tey, ið søkja sær privata taluvenjing hvørja viku fyri eina lutfalsliga høga upphædd. Harumframt eiga vit á ongan hátt at finna okkum tí, at børn og ungdómar okkara ikki hava eitt samskiftismál, sum ger tey før fyri at samskifta við onnur.

Her verður eisini munur gjørdur á.

 

Tann góða tilgongdin er ikki lóg

Í Degi og viku 21. mars segði ein mamma, at tey sum foreldur eru heldig, tí tey eru sloppin við í ta góðu tilgongdina. Tey eru heldig, tí sonurin bæði hevur Down syndrom og hevur seinni eisini fingið staðfest autismu. Tað er við øðrum orðum heitið autisma, sum gevur honum atgongd til ta góðu tilgondina.

Tann góða tilgongdin er ikki lóg, men ein avtalaður samstarvsleistur millum viðkomandi partar, sum hevur til endamáls at samskipa tænastur frá ymiskum myndugleikum saman við familjum, sum hava barn við autismu. Samstarvið varð í 2015 skipað millum Autismufelagið, Almannamálaráðið, Heilsumálaráðið, Mentamálaráðið og Kommunufelagið.

Longu frá byrjan var eitt breitt ynski um, at tilgondin skuldi fevna øllum, ið hava tørv á henni. Í 2022 var ráðgevingin, sum er ein partur av tilgondini, víðkað at børn og ung við ADHD, og framhaldandi er ynski um, at fleiri gerast partur av henni.

Her síggja vit aftur munin. Rættindi hjá børnum og ungum kunnu tó ikki handhevjast, um viðkomandi skipanir ikki verða staðfestar við lóg. Eitt nú kunnu tey børn og ungu, ið ikki fáa ágóðan av teirri góðu tilgongdini ikki krevja sín rætt, tí talan er ikki um lóggávu, men semjuskjal, ið ásetur framtíðar mál.

 

Kommunurnar eru ymisliga fevnandi

Tær 29 kommurnar í Føroyum hava sjálvræði at bjóða tilboð og tænastur eftir lóg, sum tó er skiftandi alt eftir, hvussu fevnandi kommunan er. Hetta ger, at fólk, ið bera brek, ikki fáa somu tilboð og tænastur kring landið.

Á altjóða degi teirra, ið bera brek, var dømi sett fram um kommunu, sum sigur, at tey virka eftir lógini, og tí fáa øll børn neyvt sama tilboð. Júst her liggur ein avgjørdur ójavni. Her verður sæð burtur frá, at børn eru ymisk, og tí hava foreldur ymiskan tørv. Hetta bendir á, at lógin leggur ov lítið upp til, at tænastur verða tillagaðar til tørvin hjá tí einstaka, men at tað samstundis verður eitt minstamark hildið kring landið.

Í dagstovnalógini er eingin áseting um, at børn við serligum tørvi í frítíðarskúlahøpi eru tryggjað tilboð, tá ið fólkaskúlin er stongdur. Hetta hava nakrar kommunur tikið til sín og bjóða tilboð, tí tað er stimbrandi fyri barnið og foreldur, ið arbeiða, hava tí tørv á tilboðnum til barnið. Men tær, ið ikki vilja síggja ein slíkan grundleggjandi tørv, sleppa uttan átalu at síggja burtur frá hesum.

Við hesum er enn ein munur.

 

Persónlig rættartrygdin er í vanda

Omanfyri eru bara fýra dømi um, hvussu lógir og skipanir gera mun á, soleiðis, at tey, ið tørva tilboð og tænastur ikki fáa tær, hóast teimum tørvar tær, tí tey ikki passa inn í fyritreytirnar, ið kunnu vera diagnosa, aldur, veikt lógarsmíð, ella hvussu kommunur velja at skipa vælferðartænastur á brekøkinum.

Við veikum og onkuntíð ongum lógargrundarlagi er torført at tryggja persónliga rættartrygd, og torført er tá eisini at nýta kærustovnarnar.

Brekrættindasáttmálin, sum var settur í verk í Føroyum í 2009, er enn ikki til fulnar innførdur í føroyska lóggávu. Tað hevur enn ikki verið politiskt ynski, og av tí sama eingin vilji, at lýsa rættindini í sáttmálanum greiðari og meira ítøkiliga í eitt nú lógum ella kunngerðum.

Sambært sáttmálanum er persónlig rættartrygd í grundini ikki bara ein møguleiki - tað skal vera ein lógarbundin rættur.

Av somu orsøk eigur lóggávan í Føroyum at verða ment soleiðis, at persónliga rættartrygdin verða styrkt. Hetta krevur, at vit skapa bæði luttakandi og viðurkennandi rúm, har ymiskar røddir verða hoyrdar áhaldandi og javnan. Vit skulu samstundis gera mannagongdir og ætlanir um, hvussu fólk verða hoyrd, har umframt brek verður hugsað um avvarðandi, øki, aldur og persónligan tørv.

Ongantíð hevur tað verið meira upplagt enn beint nú at taka hetta upp, nú seinasta hond verður løgd á nýggja lóg um talsfólk á brekøkinum. Við talsfólkinum, sum skal samstarvar við sivilsamfelagið, fáa vit eitt óheft og sterkt eftirlit við, hvussu sáttmálin verður settur í verk og handhevjaður føroyska samfelagnum at frama. Tí sjálvsagt eiga vit øll at hava somu rættindi, har persónliga rættartrygdin er tryggjað.

Seinastu tíðindi

Norðurlendskur fundur um íverksetan av ST-sáttmálanum

apríl 18, 2024

Vælferð í einum óstøðugum heimi

apríl 4, 2024

Ivamál í lógaruppskotinum um fosturtøku

mars 20, 2024

Tað er sum havi eg tveir føðingardagar

mars 8, 2024